Niðursetufólk í Kolbanagjógv

Nicolina Jensen Beder

-----------------------

 

Á Strondum var vanligt at siga Kolbanagjógv, men haldi meg minnast, at vit skrivaðu Kolbeina­gjógv. Um vit skuldu kalla bygdina fyri Kolbeinagjógv, hevði tað óivað blivið til Kolboyna­gjógv, tá strandingar siga oy fyri ei. Á alnótini finna vit nøvnini Kolbanagjógv, Kolbanargjógv, Kolbeinagjógv og Kolbeinargjógv, so ilt er at meta um, hvat ið er rættast.

Í Sosialinum 9. september stóð long og áhugaverd grein, ein samrøða, ið Snorri Brend hevði havt við Meinhard Jacobsen, ið er triðja ættarlið í Kolbanagjógv, um vit síggja burtur frá Hanusi, ið kom aftan á sonin Rasmus, sum var fyrstur.

Í samrøðuni var millum annað okkurt, ið eg hevði eitt sindur torført við at skilja. Eg endurgevi »Vit eru hugað at ogna okkum hetta økið, har vit kundu havt stykkjað út fyri eini seks grund­økjum. Eg ivist onga løtu í, at vit høvdu kunnað selt øll hesi økini«.

Mær vitandi er Kolbanagjógv hagalendi, ið hoyrir til innan­garðs á Strondum, og at tey, ið bygt hava, hava fingið byggiloyvi undir óvanliga lagaligum treytum. Minnist meg fyrst í seksti­árinum koma inn á Strend­ur at vitja. Í køkinum sat ungur maður úr Kolbanagjógv. Hann sat við køksborðið, hevði fingið ein drekkamunn frá mammu. Á køksborðinum lá eitt ark við nøvnum á. Pápi skrivaði eisini navn sítt á sama ark. Tá ið hesin ungi maður var farin av stað aftur, spurdi eg pápa, hvat hann vildi. Pápi svaraði, at hann skuldi hava loyvið frá hagapartaeigarun­um til at byggja sær eini hús í Kolbanagjógv. Eg minnist, at eg undraðist stórliga. Vit høvdu júst keypt grundstykki undir Varða í Tórshavn, tað kostaði 47 kr. pr. kvadratmetur, ið var tað sama sum kostnaðurin av handknýttum persiskum teppum um sama mundi.

Meinhard Jacobsen sigur rætti­liga týðiliga frá misnøgd síni við rættini, ið hann sigur liggur teimum til fortreð. Frá hesi somu rætt havi eg nógv og góð minnir. Gentur gingu ikki á fjall, men vit vóru sendar norður við drekka og til at hjálpa við at fáa ullina av, so skjótt vit vóru nóg stórar til tess. Á Strondum er kenning, so hvør tekur sær av egnu seyðum sínum. Eg minnist menn skemt­ast, men so sanniliga eisini skeldast. Teir vóru móðir og heitir og fjúsið var stutt. Har vóru sannleikarnir ikki inn­pakkaðir. Um rættin nú skal flytast ella ikki, er møguliga ein spurningur um, hvør tað er, ið skal flyta rættina, gera eina nýggja, finna stað og umhvørvi, har pláss er fyri rættini og bilunum?

Nú Rasmus hevur fingið ein minnisvarða úr steini, vildi eg fegin kunna sett nøkur fá orð saman um Elina og Hanus, foreldrini hjá Rasmusi.

Aftaná at eg hevði lisið grein­ina, runnu minnir fram fyri meg í hópatali. Fyrst er at siga, at eg altíð havi kent tað, sum vóru vit í familju við tey í Kolbanagjógv. Hetta kemst uttan iva av tí, at pápi mín, Berthel Johansen, vanliga nevndur Bartal í Kass, vaks upp hjá ommu og abba sínum, Annu og Berthel Gjerdum uppi í Króki, har Elin var arbeiðsgenta og Hanus húskallur.

Elin og Hanus settu búgv í Tróndagerði. Um Elin hevði havt skrivað dagbók, høvdu vit neyvan kunnað lisið nógv um frídgar og feriu. Elin og Hanus fingu 12 børn. Fyrstu børnini vóru tvíburðar Sunniva og Rasmus. Genturnar vóru átta í tali. Sunniva, Anna, Dorthea, Ragna, Sanna, Mathilda, Lena og Alborg. Dreingirnir vóru Ras­mus, Jakku, Hans og Elias. Tá ið tey fluttu yvir í Kolbanagjógv, vóru tey flestu børnini flutt heimanífrá. Dorthea setti búgv á Strondum, somuleiðis gjørdu Sanna, Hans og Elias, tey trý settu búgv aftur í Tróndagerði. Jakku setti búgv í Kolbanagjógv.

Sjálv minnist eg væl, tá ið Hanus og Elin búðu á Strondum, í Tróndagerði. Petra á Høvda­num, ið var fleiri ár eldri enn eg, bað meg tíðum koma við sær ymsa staðir, tá ið hon fór at vitja fólk, soleiðis minnist eg okkum vera í Tróndagerði ein sunnudag, tá havi eg verið eini 5 ára gomul.

Tá ið Rasmus var fluttur til Kolabanagjógv 1933, tók Hanus niður húsini, sum stóðu í Trónda­gerði og flutti tey norður í Kolbanagjógv. Mær er sagt, at tey fluttu inn í aftur húsini í 1934? Eg minnist, sum var tað í dag, at Petra bað meg, ein seinrapart sunnudag, koma við sær yvir í Kolbanagjógv at vitja. Eg minnist hvussu blíð Elin var, hon gav okkum drekkamunn og jólakaku. Men tað, sum eg serliga minnist, er, at vit settu okkum á ein hellustein niðri í fjørðuni. Sólin skein av tí fagrasta. Fyri mær vísti sólin seg at skína heilt øðrvísi í Kolbana­gjógv enn á Strondum. Tá fekk eg at vita, at hetta komst av, at tey høvdu vesturskin.

At Hanus og Elin fluttir yvir í Kolbanagjógv kom at verða ein ómetalig hjálp fyri Rasmus og børnini hjá honum. Rasmus var tvær ferðir giftur. Konurnar vóru systrar av Oyri. Rasmus var fyri tí óvanligu vanlagnu, at báðar konurnar doyðu frá nýføddu børnunum. Í fyrru giftu fekk Rasmus sonin Elsebert og í seinru giftu dóttrina Samulinu. Seinru ferðina vóru tað tvíburðar, men drongurin doyði.

Umframt alt tað ómetaliga arbeiði, ið hvíldi á Elini, hevði hon ymiskar listarligar gávur, sum komu til sjóndar av og á, sum tildømis at seyma bótaseym, seyma skúlataskur úr hessian­posum, seyma prýðisseym og bókstavir á, og so eisini at binda kransar úr berjalyngi. Eg minnist, tá ið vit høvdu fingið urtagarð, tá kom ein ommusonur og spurdi fyri ommuna, um hon kundi fingið nakrar blómur til at prýða ein krans við, og tað fekk hon.

Hanus og Rasmus komu av og á inn í Kass. Mamma hevði ógvuliga lætt við at seta ketilin út á. Og meðan drekka varð drukk­ið, varð prátað um ymist. Eitt stuttligt minni eigi eg um Hanus, hann skuldi gera eitthvørt arbeiði niðri í Heygstøð. Seinnapartin bað mamma meg fara oman við einum drekkamunni. Mamma hevði júst kókað syltetoy, so eg hevði eitt lítið ílæt við. Tá spyr Hanus meg. Sig mær Nicolina, hevur mamma tín kókað hetta syltutoyið? Ja svaraði eg. Tá segði Hanus: »Nei, nei, hvat ið Sanna kann lava«. Hetta gjørdist eitt nógv nýtt orðatak, tá ið onkur hevði gjørt eitthvørt, ið eydnaðist væl.

Tað, sum eyðmerkti tey í Kolbanagjógv, var trúfesti. So at siga hvønn sunnudag sótu tey í innasta beinki til høgru í Sjóvarkirkju. Tað var langt at ganga úr Kolbanagjógv og heim til Sjóvar. Tá var eingin vegur og illtungt at ganga. Eg minnist meg fylgjast við Elini oman frá Sel­vildi, hon var tá so niðurboygd, at eg var bangin fyri, at hon kundi fara framm eftir rommum, men einki bilti. Judit systur, ið hevur búð í Danmark í 38 ár, hevur júst verið heima á vitjan. Tá eg spurdi hana, hvussu túrurin hevði verið, svaraði hon, at hann hevði verið sera góður, men tað vóru tvey ting, ið hon saknaði, og tað var gongutúrin sunnudag heim í kirkju og tey í Kolbana­gjógv á innasta beinki.

Í 1956 arbeiddi eg í Kassa­handlinum niðri í Heygstøð, tá var Lias hjálparmaður. Vit arbeiddu væl saman. Har seldu vit bæði kol og annað, sum skuldi koyrast út. Lias koyrdi bilin og gjørdi annað fyrifallandi arbeiði. Tá í tíðini var alt í leysari vekt og skuldi vigast, so tað var nokk at gera. Eg minnist ommu­synirnar úr Kolbanagjógv koma at keypa fyri ommuna. 1/2 pund av kaffi og 3/4 pund av the. Tað var einki oyðslarí tá í tíðini. Eitt, sum eg serliga minnist, er, at teir altíð høvdu reiðan pening.

Einaferð, eg ringdi inn til mammu, mamma var tá yvir 90 ára gomul, segði hon mær, at Hans Sofus hevði verið og vitja hana og legði hon afturat: »Altíð hava tey verið líka trúføst í Kolbanagjógv«.

Enn eitt prógv um trúfesti ímóti føroyskari siðvenju. Páskaleygardag 1956 var eg stødd niðri í handlinum í Heygstøð. Eg giti, at klokkan hevur verið um 5-tíðina. Tá sá eg Lias fara knuggandi niðan á Dávagerðið. Í hondunum hevði hann haka og spann. Mótbrekka var allan vegin. Ikki meira enn niðan komin, illa nokk sett hakan í, hoyrdist kirkjuklokkan í Glyvra kirkju ringja páskini inn. Um Lias hevði gloymt klokkuna, ella at tað var páskaaftan, veit eg ikki, men fyri honum var tað óhugsandi at bróta gamlan halgi­sið. Hann tók haka og spann og fór til húsa aftur. Ongun nýtist at ivast, um hann mundi fara í kirkju páskadag. Hann sat í sínum fasta plássi í innasta stóli til høgru.

Nú er tíðin á Strondum so langt fráliðin, at eg má syngja ein og Jens Eli: »Nú er alt bara minnir«.

 

Nic. J. Beder. Á Strondum nevnd Nicolina í Kass