nakað væl upp í árini, men teir hava neyðugu royndirnar at gera seg galdandi. Ein ungur maður sum Eli Christiansen stendur seg betri og betri fyri hvørt ár, og hann fer óivað at nærkast teimum tungu dreingjunum [...] hvít fjallatroyggja. Hana hevur tann súkklarin, ið klárar seg best í fjallaspurtunum. Ov fáir luttakarar Tað er Tórshavnar Súkklufelag, ið skipar fyri kappingini, og teir hava roynt av øllum alvi at fáa fleiri [...] føroyska fjallalendinum. Hetta er ikki beinleiðis nøkur Tour de France, men tó ein stór avbjóðing fyri føroyskar súkklarar. Vinnarin frá í fjør Niels Jacob Thomsen, hálvur føroyingur búsitandi niðri í
verið í flóttafólkalegunum í sudanska landspartinum Darfur, siga, at vandi er fyri, at ein kolerasótt kann fara at gera um seg í legunum, nú regntíðin er byrjað. David Nabarro hjá heimsheilsustovninum WHO [...] 300.000 flóttafólk. -Vit vænta, at 10.000 fólk fara at doyggja í hesum mánaðinum, verður einki gjørt fyri at hjálpa teimum, sigur David Nabarro. Hann sigur, at eydnast tað at útvega teimum ringast støddu [...] at eini 3.000 fólk fara at doyggja av kolera og øðrum sjúmum. ST og fleiri hjálparfelagsskapir læra seg um, at tað gongur ov striltið at útvega flóttafólkunum í Darfur hjálp. Fleiri felagsskapir leggja ta
Seinasta leygardag gingu limirnir í kórinum hús úr húsi í høvuðsstaðnum og bankaðu á dyrnar hjá fólki fyri at spyrja eftir tómum fløskum. Ein leyslig meting hjá formanninum sigur so, at úrslitið var umleið [...] leygardag. Tey høvdu sett nakrar tímar av til endamálið seinasta leygardag, men hetta skuldi so vísa seg at vera alt ov stutt tíð at koma í øll hús, hóast tey vóru væl mannaði. - Síðan leygardagin hava fleiri [...] Meinhard Arge Jensen. Ferð til Prag Sound og Glory er eitt sonevnt Ten Sing kór, har luttakarar hittast fyri at syngja, men har dentur harumframt verður lagdur á at hava tað stuttligt og hugnaligt saman á kristnum
um tíð hjá kommunulækna skjótast gjørligt, fyri at verða koppsett. Koppingarevnið minkar í stóran mun um vandan fyri smittu. Góð ráð Tað týdningarmesta fyri at fyribyrgja smittu er framvegis, at fólk vaska [...] óhugsandi, at ein nýggj triðja bylgja fer at taka seg upp ? kanska seinni í vetur ella í vár. Tí mæla vit framvegis til, at fólk í vandabólki lata seg koppseta, og at fólk í heila tikið eru ansin. Van [...] andaleið (vanliga ilt í hálsi og hosti) og pína í vøddum. Leyst lív kemur fyri. Viðgerð Týðningarmikið er, at fólk í vandabólki seta seg í samband við lækna, um tey sjálvi ella onkur, ið tey hava nært samband
viðgerð. Hinvegin vil hon ikki leggja seg út í ítøkiligan rúsdrekkapolitikk, men tað snýr seg um at tálma nýtsluna út frá einum heilsupolitiskum sjónarmiði. - Hetta snýr seg ikki um at forboð, men um at bjarga [...] neyðugt at skipa viðgerð fyri alla familjuna, tí tað er øll familjan, sum er offur fyri misbrúki. Á Bláa Krossi eru 9,5% ársverk tilsamans. - Hetta er eitt starvsøki, sum er tiltikið fyri at slíta starvsfólk [...] øllum teimum, sum hava brúk fyri tí, eru tað rættiliga fá sum leita sær hjálp av teimum. Hinvegin heldur hon, Blákrossleiðarin, at tað er neyðugt at styrkja viðgerðina fyri rúsevnamisnýtslu. - Tað er eisini
stolið 10.000 krónur frættist av løgreglustøðini inni í Runavík. Innbrotið er framt mánamorgunin nakað fyri klokkan 5. Gerningsmaðurin er sloppin inn í handilin gjøgnum bakdyrnar. Hann hevur brotið rútin í [...] tilsamans. Heldur fram Bygningurin, har Litaval heldur til, hevur tríggjar hæddir. Tjóvurin heldur seg ikki hava fingið nóg mikið, og tí fer hann inn í miðhæddina at leita eftir peningi. Íbúðin stóð ólæst [...] eftir enn. Løgreglan hevur tikið nakrar lutir, sum tjóvurin kanska hevur nomið við, og kannar teir fyri fingramerki. Fleiri størri innbrot hava verið seinastu tíðina, har tjóvarnir eru slopnir avstað við
m er takksamur fyri, at bæði einstaklingar, samkomur og feløg í kommununi hava sagt seg vera til reiðar at taka hond í við ymisku tiltøkunum, eitt nú við at servera og til at skipa fyri, har eitt nú h [...] festivaløkinum. Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum, sigur, at tjaldið, sum felagið keypti fyri fáum árum síðan, upprunaliga var 30 metrar langt og 12 metrar breitt, men nú hevur felagið keypt 6 [...] hoppiborgirnar eru. Økt bátatal Høgni W. Høgnesen sigur, at tá felagið á fyrsta sinni skipaði fyri bátafestivali, var talið av bátum umleið 40. - Síðan eru fleiri og fleiri bátar komnir við so hvørt, sum
eygleiða tað, sum fór fram á pallinum. Tey smáu vóru eitt sindur bangin við hvørt, og ístaðin fyri at geva seg til kennist, sótu tey púra kúrr, til tað ógvusliga varð farið framvið. Barnaleikurin er ógvuliga [...] sum flyta inn í eina íbúð. Tey vita ikki av hvør øðrum, og hvørgin vil flyta út aftur, tí tey halda seg bæði hava eins góðan rætt at búgva í íbúðini. Í fyrstuni eru hesir persónar ógvuliga ymiskir, men sum
árgangum, so má tað sama gerast fyri barnaansing. Barnaansing er kostnaðarmikið fyri kommunurnar, men er hetta ein veruliki,íð man má venja seg við nú bæði foreldur mugu arbeiða fyri at fáa endarnar at røkka [...] Um kommunurnar ikki makta at skipa fyri nøktandi barnaansing, so er tað ein trupulleiki fyri arbeiðsmarknaðin og samfelagið, sum heild og gerst tað harvið ein landspolitiskur trupulleiki. Á sama hátt, [...] ansingargaranti má gevast til borgarnar innan eitt stutt áramál. Hetta mugu land og kommunur seta seg saman fyri at loysa í komandi tingsetu og um neyðugt má lóggevast um hettar. Málið má verða: Skúlar og
danskar miðlar til at staðfesta, at Helle Thorning Schmidt hevur dumpað fyri 100 dagarnar sum stjórnarleiðari. Tá Anders Fogh Rasmussen fyri smáum 10 árum síðani, í mars 2002, hevði sitið tíggju ár sum stjó [...] uppiborið eitt 11-tal, um tey skuldu hava ein karakter fyri avrikið fyrstu 100 dagarnar. Sjálv ynskir Helle Thorning Schmidt ikki at áseta nakran karakter fyri sítt egna avrik, men sambært andstøðupolitikkaranum [...] í Danmark. Tá er vanligt at gera status og meta um, hvussu nýggi leiðarin av statinum hevur staðið seg og tað verður eisini gjørt í donskum miðlum í dag. Viðvíkjandi Helle Thorning Schmidt er talan um eina