- Enn hava vit ikki talt fløskurnar, men eg meti at fløskurnar munnu vera umleið 10.000 í tali.
Meinhard Arge Jensen, formaður í kórinum Sound of Glory, er væl nøgdur. Seinasta leygardag gingu limirnir í kórinum hús úr húsi í høvuðsstaðnum og bankaðu á dyrnar hjá fólki fyri at spyrja eftir tómum fløskum. Ein leyslig meting hjá formanninum sigur so, at úrslitið var umleið 10.000 tómar fløskur frá havnafólki.
So nógv høvdu fólk at lata, at kórlimirnir langt frá komu í øll hús, og tí ætla tey sær avstað aftur at banka á dyrnar hjá fólki næsta leygardag.
Útvið 70 fólk eru í kórinum, og flestu teirra vóru við seinasta leygardag. Tey høvdu sett nakrar tímar av til endamálið seinasta leygardag, men hetta skuldi so vísa seg at vera alt ov stutt tíð at koma í øll hús, hóast tey vóru væl mannaði.
- Síðan leygardagin hava fleiri fólk vent sær til okkara og sagt, at tey høvdu savnað fløskur saman til okkara, men at vit síðan ikki komu eftir teimum. Men vit hava so gjørt av, at vit fara avstað aftur seinnapartin næsta leygardag, og tá ætla vit so at fara á gátt í øllum húsum í Havn, har vit ikki komu seinasta leygardag, sigur Meinhard Arge Jensen.
Ferð til Prag
Sound og Glory er eitt sonevnt Ten Sing kór, har luttakarar hittast fyri at syngja, men har dentur harumframt verður lagdur á at hava tað stuttligt og hugnaligt saman á kristnum grundarlag. Tey halda til í KFUM í Havn, har venjingarnar eisini fara fram.
Í summar ætla tey sær út um landoddarnar at ferðast, fyrst til Norra, og síðan til Prag, har tey skulu taka lut í stóra tiltakinum "YMCA Europe 2003" ið verður hildin dagarnar 3.-9.august. Á stevnuni hittast umleið 8000 ungdómar, ið hava sína gongd í KFUM-felagsskapum kring alt Evropa. Tiltakið fevnir um konsertir, drama, kjakløtur, bíbliutímar o.a.
Í samband við túrin til Prag ætla tey sær at hava fleiri tiltøk fyri at savna inn pengar. Fløskuinnsavnanin er fyrsta tiltakið, og sigast má, at tey hava fingið eina góða byrjan.










