100 børn standa á bíðilista til fyrsta flokk i fólkaskúlanum í Havn!

Ein slík yvirskrift hevði verið óhugsandi, tí eingin hevði góðtikið slíkt. Eitt fólkaskúlapláss er ein sjálvfylgja, og tað sama burdi eitt ansingarpláss verið.

Um kommunurnar ikki makta at skipa fyri nøktandi barnaansing, so er tað ein trupulleiki fyri arbeiðsmarknaðin og samfelagið, sum heild og gerst tað harvið ein landspolitiskur trupulleiki.

Á sama hátt, sum fólkaskúlapláss verða tilpassaði støddina av árgangum, so má tað sama gerast fyri barnaansing. Barnaansing er kostnaðarmikið fyri kommunurnar, men er hetta ein veruliki,íð man má venja seg við nú bæði foreldur mugu arbeiða fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Raðfestingin má gerast øðrvísi og eiga boðini frá landi til kommunur at verða, at ansingargaranti má gevast til borgarnar innan eitt stutt áramál. Hetta mugu land og kommunur seta seg saman fyri at loysa í komandi tingsetu og um neyðugt má lóggevast um hettar.

Málið má verða: Skúlar og barnaansing fyrst, og so kann man síggja, hvussu nógv verður eftir til ítrottarhallir, fóbóltstadion og annað.