10.000 fara doyggja í juli

Fáa tey neyðstøddu flóttafólkini í Darfur ikki hjálp alt fyri eitt, kunnu 10.000 doyggja av kolera og øðrum sjúkum í hesum mánaðinum

Hjálparfólk, sum hava verið í flóttafólkalegunum í sudanska landspartinum Darfur, siga, at vandi er fyri, at ein kolerasótt kann fara at gera um seg í legunum, nú regntíðin er byrjað.

David Nabarro hjá heimsheilsustovninum WHO sigur við tíðindastovuna Reuters, at sjúkan kann raka ímillum 200.000 og 300.000 flóttafólk.

-Vit vænta, at 10.000 fólk fara at doyggja í hesum mánaðinum, verður einki gjørt fyri at hjálpa teimum, sigur David Nabarro. Hann sigur, at eydnast tað at útvega teimum ringast støddu hjálp, fara munandi færri at doyggja, men kortini roknar hann við, at eini 3.000 fólk fara at doyggja av kolera og øðrum sjúmum.

ST og fleiri hjálparfelagsskapir læra seg um, at tað gongur ov striltið at útvega flóttafólkunum í Darfur hjálp. Fleiri felagsskapir leggja ta sudansku stjórnina undir at forða hjálpararbeiðinum, og tí hevur USA biðið ST seta tiltøk í verk ímóti Sudan.