Í dag eru júst 100 dagar síðani Helle Thorning Schmidt, tók við sum forsætisráðharri í Danmark. Tá er vanligt at gera status og meta um, hvussu nýggi leiðarin av statinum hevur staðið seg og tað verður eisini gjørt í donskum miðlum í dag.
Viðvíkjandi Helle Thorning Schmidt er talan um eina hampiliga greiða uppgávu, tá metast skal um hennara avrik, tí áðrenn valið gav hon í samrøðu við blaðið Politiken 12 ítøkilig lyfti, sum skuldu vera uppfylgt hennara fyrstu 100 stjórnardagar.
Av hesum 12 lyftum hava Helle Thorning Schmidt og stjórn hennara einans hildið fimm, og sostatt brotið sjey lyfti. Hetta fær danskar miðlar til at staðfesta, at Helle Thorning Schmidt hevur dumpað fyri 100 dagarnar sum stjórnarleiðari.
Tá Anders Fogh Rasmussen fyri smáum 10 árum síðani, í mars 2002, hevði sitið tíggju ár sum stjórnarleiðari í Danmark, staðfesti hann, at hansara stjórn hevði hildið alt til punkt og prikkar, sum tey høvdu lovað. Tískil metti hann eisini, at hann og hansara stjórn høvdu uppiborið eitt 11-tal, um tey skuldu hava ein karakter fyri avrikið fyrstu 100 dagarnar.
Sjálv ynskir Helle Thorning Schmidt ikki at áseta nakran karakter fyri sítt egna avrik, men sambært andstøðupolitikkaranum Ellen Trane Nørby, sum er politiskt framsøgufólk hjá Venstre, fær Helle Thorning Schmidt avgjørt ikki toppkarakter frá danska fólkinum.