andi galið við javnstøðuni í dag. Javnstøðan er snøgt sagt ov eliter« So avgjørdur var samfelagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen í greinarøð um javnstøðu her í blaðnum í farnu viku við yvirskriftini [...] forkvinnan í felagnum. Hon vísir hinvegin á, at felagið hevur avmarkaða orku og tí má savna seg um ávís evni í senn, um nakað skal fáast á skaftið. Og tá júst spurningurin um vantandi kvinnuliga umboðan í politikki [...] ein nevndarsess í vinnulívinum.” Heldur ikki í Føroyum verður tosað um hetta, hóast tøl vísa, at í fólkaskúlanum her heima eru nógv fleiri dreingir enn gentur, sum hava trupulleikar í skúlanum, staðfestir
eru framvegis í minking í mun til restina av fólkatalinum í Føroyum. Ein grund er, at tað verða fødd nógv færri børn í hesum økjunum, umframt at fólk flyta frá. Ein av trupulleikunum í Sandoynni er, at [...] skal altíð spyrjast í høvuðsdeildini fyrst, segði hann. Fólkaflyting Dennis Holm hevði í sínum innleggi eitt meira søguligt yvirlit yvir, hvussu fólk støðaðist í teimum ymsu økjunum í Føroyum. Hann tosaði [...] kemur vestur í Vágar. Tað er bara skilagott, um vit fáa ein flogvøll í Sandoynni, sum kann taka nógv størri flogfør, enn vit kunnu í dag, segði Eyðun viderø, løgtngsmaður á Sandi á fundi í Skopun mánakvøldið
frumsýndur í Havnar Bio mikukvøldið 11. apríl. Í hesum sambandi hevur Teitur skrivað hesar hugleiðingar um høvuðspersónin, Zacharias í Uttarstovu og sent hetta í tiðindaskrivi til miðlarnar í morgun. "Tær [...] líkasum í klæðini, so kundi tú líka so væl spara tær sporini alla ta longu leið oman í víkina, tí tá broyttist flogið, og tú fórt ikki at røkka nøkrum lunda. Har ráddi um at finna júst ta røttu løtuna í størri [...] langan dag í Urðini Miklu norðanvert á Fugloynni, og allir vóru komnir í bátin aftur, brádliga mistu skrúvuna á leysamotorinum. Við einum metalliskt hvínandi ljóði reyk hon til botns, í tí vit togaðu í startsnørið
men eisini í fleiri ymsum feløgum kring Føroyar. Sum nevndarlimur og formaður í Hondbóltssambandinum og í Kyndli og HB. Sum ein av drúgvastu, mest nærløgdu og eisini hvassastu ítróttarskrivarum í Føroyum [...] myndað føroyskan ítróttarpolitikk í eitt heilt ættarlið. Og við bókaútgávum um fótbóltslandsliðið og um ítrótt, sum ikki eru tiknar í dygd. Altíð frælsur í tínum virksemi og í tíni skriving. Við stórum hjarta [...] klár av tær, tá ið tú spældi í grønari blusu – altíð uttaná buksunum – og í hálvhosum. Tá ið HB spælir í Gundadali, hoyra vit tínar viðmerkingar frá beinkinum ovast uppi í bakkanum millum “elstaráðið”
at útbúgva okkara listafólk herheima, ella er tað júst ein vinningur, at koma burtur í onnur lond? Í kvøldskúlanum í Havn er góð undirvísing í løtuni í grafikki. Ein føroyskur listaskúli átti at verið á [...] søgumaður og ikki kønur í søguvísindum, men áhugin fyri søgu er sera stórur. Í 16 ár starvaðist eg á Føroya Fornminnissavni og ritstjornaði tíðarritinum Mondli, skrivaði eisini mangar greinir í blaðnum, so eg kann [...] tilfar í mong ár. Hvat hevur verið grundsjónarmiðið? Grundsjónarmiðið er, at listasøgan er ein táttur ímillum aðrar í Føroya søgu. Myndlistin kemur til Føroya um aldamótið sum landslagslist. Í sambandi
atgongd til fiskatilfeingi í sjónum er keyp av rávøru, eins og allar aðrar fyritøkur í landinum gjalda, tá tær vilja hava atgongd til tilfeingi, sum tær skulu brúka í síni framleiðslu. Í seinna lagi snýr hetta [...] verandi skipan. Við hesum í huga ber til at síggja nakrar av teimum álvarsligastu feilunum í frágreiðingini hjá Fiskimálaráðnum. Skeiv definitión av tilfeingisrentu Fyrsti stóri feilur í frágreiðingini er, at [...] niðurstøðu um, at “arbeiðsbólkurin er ikki vísur í, at tað innan allar fiskabólkar finst ein tilfeingisrenta í dag.” Trupulleikin her er, at definitiónin í frágreiðingini av tilfeingisrentu er skeiv. Av
sleppa undan villum í so umfatandi verki sum hesum, men tíverri misprýða tær kanska í serligan mun júst í einum so prýðiligum verki og her eru veruliga ov nógvar. Villurnar eru í stóran mun slagvillur [...] a umfatandi í føroyskum listbókmentum sum heild. Nýggjasta Mikines-útgávan higartil við tekstum eftir Bent Irve og Bárð Jákupsson kom í 2003 í sambandi við eina Mikines-framsýning í m.a. Kastrupg [...] býttisligt lyndi, sum hevur verið í Mikines-bókmentum til at síggja orsøkina til listarligu afturgongdina í myndum Mikines´ frá miðskeiðis til seinast í 1960´unum í, at myndevnini hesa tíðina vóru donsk
Winkler&Dunnebier er hjartað í føroya einasta brævbjálvavirki. Familjufyritøkuni Tonito á Eiði, sum framleiðir 75 prosent av øllum brævbjálvum, sum verða brúktir í Føroyum í dag. Ein risi í føroyskum høpi. Men [...] ini hevur Winkler&Dunnebier verið í svingt síðani klokkan 8 í morgun. Í vestara endanum er ein stór pappírsrulla fest á maskinuna, haðani pappírið verður ført i inn í maskinaríið. Maskinan sker brævbjálvarnar [...] tú frá at ganga í oljuklæðum, sigur hann læandi, og stappar eitt bunti av brævbjálvum í pappeskjuna. -Eg havi nakað at fara upp til um morgunin. Eg fylti 80 í fjør, og hetta heldur lívið í mær, sigur hann
Olsen Í fagrasta veðri gjørdu tónleikarar, viðhaldsfólk, tøkningar, fyrireikarar, útvarps- og sjónvarpsfólk og onnur innrás í Vágsbygd leygarkvøldið. Og ikki sørt, at fólkatalið í Suðuroynni vaks í vikuskiftinum [...] at innrás var í oynna. Orsøkin var, at hóast Prix Føroyar hevur verið tríggjar ferðir áður, so var hetta fyrsta ferðin, at kappingin vitjaði Vág. Fyrsta undanumfar av kappingini í 2001 var í Vági leygarkvøldið [...] so klæddi tað Prix Føroyum at vera í Vági og hesum tóku áhoyrararnir ivaleysir undir við. Og so byrjaði skráin, sum í stóran mun var merkt av tungum tónum. Vágur stóð í tekini rocksins leygarkvøldið og við
úr Hoyvík men búðsitandi í Hollandi, har foreldrini, Óli og Turið Samró, eisini búgva. Í 2002 fekk Hanus staðfest sjúkuna vøddasvinn, sum í hansara føri ber í sær, at vøddarnir í yvirørmum, herðrum, bringu [...] vendi rákinum Í langa tíð sá hann lítið positivt í tilveruni. Tó kom vend í, tá Hanus seytjan ára gamal, var til roynd í skúlanum. “Tann dagin, royndin var, var eg illa sjúkur við nógvari píni í kroppinum [...] tingini í lívinum eru ikki nøkur sjálvfylgja. Alt hevur fingið størri virði, og tað er sjúkuni fyri at takka”. Vandamikið at taka synd í sær sjálvum Framtíðin hjá Hanusi Samró liggur í fyrsta umfari í les