Vit skapa sjálv útjaðaran

Útjaðarin er so langt burtur ella so nær, sum vit sjálv gera tað til, varð hildið fram á fundi um økismenning, sum hildin varð í Skopun mánakvøldið

 

Økismenning

Skopun:


-Tað er neyðugt, at vit hava politikarar, sum tora at taka avgerðir, um lív skal vera lagað teimum, sum virka skulu í útjaðaraøkjunum.

Hendan var niðurstøðan, stjórin á Sandoy Seafood, Egil Olsen, kom til, tá hann endaði fundin um økismenning, sum hildin varð á Sandoy Seafood í Skopun mánakvøldið.

Í samráð við Granskingadepilin fri økismenning skipaði Sandoyar Sýslu Vinnuráð fyri kunnandi fundi um økismenning í matarhøllini á Sandoy Seafood í Skopun mánakvøldið. Eini 40-50 fólkt vóru á fundi.

Granskararnir Dennis holm og Ólavur Waag Høgnesen frá Granskingardeplinum fyri økismenning løgdu fram nøkur sjónarmið um hugtakið økismenning. Sjálvt tiltakið mánakvøldið nevndu teir:

»Hvat gerst á bygd?«

Ólavur Waag Høgnesen segði millum annað í sínum innleggi, at eitt av gandaorðunum í øllum tí, sum skal bera til, er marknaðarbúskapur. Hann skal líkasum tryggja, at vit fáa pengar og vinning burtur úr tí, vit fara í holt við.

Men tað er ikki altíð, at marknaðarbúskapur kann brúkast, segði Ólavur Waag Høgnesen. Og tá talan er um økismenning, helt hann ikki, at marknaðarbúskapur júst var tað besta.

Hann segði, at marknaðarbúskapur vil altíð hava miðsavning við sær. Tí er neyðugt, at politiskar avgerðir verða tiknar, sum gera, at hann ikki altíð verður galdandi púra frítt í eitt nú útjaðaraøkjunum.

Alt, sum skal bera seg og geva profitt, verður miðsavnað. Tað verið seg bankar ella skipafeløg, fyri at taka nøkur dømi. Allir teir almennu stovnarnir á bygdunum til dømis, eru bara avgreiðslustøð fyri miðfyrisitingina, segði Ólavur Waag Høgnesen. Eitt dømi eru bankarnir, segði hann. Bankadeildirnar hava stutt sagt ongan rætt at taka nakrar avgerðir longri enn til eitt vist. Er talan um størri má, skal altíð spyrjast í høvuðsdeildini fyrst, segði hann.


Fólkaflyting

Dennis Holm hevði í sínum innleggi eitt meira søguligt yvirlit yvir, hvussu fólk støðaðist í teimum ymsu økjunum í Føroyum.

Hann tosaði um fólkaflyting, sum verið hevur seinastu 15 árini ella so. Serliga úr útjaðaranum og til høvuðsstaðin ella teir størru býirnar.

Men hetta er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi. Hetta síggja vit um allan heimin, segði Dennis Holm.

Í Føroyum eru tað serliga Suðuroyggin og Sandoyggin, sum hava verið raktar av hesum trupulleikanum. Hinvegin eru Klaksvík og Tórshavn betri fyri. Hetta gevur ávísar trupulleikar í longdini, segði Dennis Holm.

Hann vísti við talvum, hvussu gongdin hevði verið við fólkaflyting síðan 1985. Tað vísti seg, at Norðoyggjar hava í grundini havt tann størsta vøksturin, umframt Havnina.

Men grundin var tann, segði Dennis Holm, at Norðoyggjarnar náddu botninum í 1985, og tær broytingar, sum síðan hava verið har, hava so at siga mest verið positivar.

Suðuroyggin og Sandoyggin eru framvegis í minking í mun til restina av fólkatalinum í Føroyum.

Ein grund er, at tað verða fødd nógv færri børn í hesum økjunum, umframt at fólk flyta frá.

Ein av trupulleikunum í Sandoynni er, at tað er unga fólkið, serliga nógvar ungar kvinnur, sum flytir burtur. Sostatt sigur tað seg sjálvt, at burðatalið lækkar. Og avleiðingarnar eru øgiligar. Meðalaldurin hækkar samsvarandi, og tað krevur aftur, at størri og størri partur av inntøkunum, sum koma, skulu til eldrarøkt. Størri parturin av fólkinum er yvir 50 ár, segði Dennis Holm.

Tó vísa framrokningar, at fólkatalið aftur kann økjast, um ávís tiltøk verða sett í verk, segði hann.

Og tað eru serliga trý ting, sum kunnu ávirka tað. Tað fyrsta er vinnan. Annað er infrastruktururin. Og tað triðja eru trivnaðarfyritreytir. Karmar, sum skulu vera í lagi, so fólk kunnu verða verðandi. Barnaansing, frítíðarumstøður og eldrarøkt fyri at nevna nøkur. Og ikki minst skulu læknaviðurskifti og tílíkt vera í lagi, so fólk kenna seg trygg.

Í Sandoynni tykist hetta vera rímiliga væl skipað. Og infrastruktururin er góður í Sandoynni. Og nú Teistin kemur, verður helst bara heilt gott. Tó eftirlýsti hann eini ítróttarhøll.

Í Sandoyunni er arbeiðsloysið sambært tølum frá Hagstovuni tað sama sum í eitt nú Suðurstreymoy.

Men tað passar ikki, segði Dennis Holm. Og tí hava teir valt at rokna tað øðrvísi út enn Hagstovan. Teir hava roknað út, hvussu nógv fólk er í vinnu heldur enn hvussu nógv eru meldað arbeiðsleys.


Tey lærdu flyta

Tað vísir seg ofta, at tað er fólkið við ongari útbúgving, sum verður eftir í útjaðaraøkjunum.

Ein av trupulleikunum er, at fólk, sum flutt eru burtur, serliga tey við útbúgving, hava einki at koma aftur til. Tey fáa stutt sagt ikki brúkt sína útbúgving.

Og av øðrum er ikki nógv, sum dregur tey aftur. Eru eingir møguleikar at brúka ein útbúgving, tíma tey ikki aftur. Og nógvastaðni stendur einki til fíggjarliga heldur í dag.

Sandoyggin er eitt dømi um, hvussu ymiskar fyrtreytirnar eru hjá fólki at koma aftur. Kommunuskuldin er summa staðni stór, og tí kann ikki væntast, at skatturin fer at lækka. Tað stuðlar ikki fólki til at koma aftur. Hinvegin er húsaprísurin lágur, og ansingarmøguleikarnir til børnini eru góðir. Og tað kundi so kanska drigið eitt sindur aftur tann vegin.

Men tað endar ofta við, at okkurt líknandi arbeiði, tey kundu fingið í útjaðaranum, kunnu tey eisini fáa í miðstaðarøkinum, og har er lættari at ferðast til og frá. Og júst samferðlumøguleikarnir hava mangan víst seg at telja rættiliga nógv, tá fólk seta búgv.

Dennis Holm vísir á, at tað er sera umráðandi, at fólk eru sum longst á staðnum, áðrenn tey flyta burtur til útbúgvingar. Har eru miðnámsskúlarnir sera týdningarmiklir. Tí tey trý árini eru sera avgerandi fyri, um fólk koma aftur, tá tey hava fingið eina útbúgving.

Í hesum sambandi vísti Ólavur Waag Høgnesen á, at í Klaksvík var líkt til, at tey fólkini, sum høvdu tikið eitt nú HF útbúgving í Klaksvík, høvdu lættari við at koma aftur, enn onnur, sum fóru tey árini fyrr aðrastaðni at ganga í skúla.

Tað bendi so aftur á, at longri fólk eru á einum stað, nærri kenna tey seg knýtt at staðnum.

Tí eigur ein av uppgávunum við økismenningini júst at vera at fáa skipað miðnámsskúlar á økjunum, helt hann.


Breitt orðaskifti

Eftir framløgurnar varð orðið frítt ,og fleiri av fundarluttakarunum høvdu hug at leggja okkurt aftrat tí, sagt varð.

Borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen, segði, at hann fekk illa kabalina at ganga upp.

Tað nyttar lítið bara at rokna við almennum pengum til eitt nú infrastruktur, tá einki hendir kortini. Vit hava brúkt einar 400 milliónir til samferðslu til Sanoynna, segði hann. Tað helt hann var í fínasta lagi, men vísti samstundis á, at her er ov lítið annað.Tað eru eisini alt ov fá, sum brúka farleiðina til arbeiðis dagliga. Hann visti ikki nágreiniliga talið, men kundi tó gera eina meting. Hon gjørdist rættiliga neyv. Eini 26 fólk helt hann.

Hann heldur ikki, at tað ber til at siga bankarnar ringar fyri, at teir ikki fíggja fyritøkur í eitt nú Sandoynni, tí har er ov skjótt, at virðið minkar, og so fáa teir ikki sítt aftur, um tað endar galið.

Hann helt tað vera eitt sindur løgið, at vit brúka nógvar pengar til samferðslu, tá vit einki brúka upp á vinnufyritøkur í teimum økjunum, har nógvir pengar verða latnir til infrastruktur.

Hann dugir ikki at skilja, hvussu eitt nú Framtaksgrunnurin arbeiðir. Í hvussu er verður ikki serliga nógv trúð upp á útjaðaran, meðan tað hinvegin sær út til, at nógv ber til í miðstaðarøkinum.

Ofta verður ført fram, at landbúnaðurin eigur at gerast ein hvøuðstáttur í vinnuni á útjaðaraøkjunum. Men tað hevur einki roynst soleiðis.

-Vit skuldu hildið, at landbúnaðurin skuldi kunnað verið ein inntøka. Men tað er kortini beint øvugt. Til dømis í Sandoynni liggja stórir partar av jørðini fyri svarta einki. Beinleiðis hobby, segði Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík.

Eisini løgtingsmaðurin fyri Sandoynna, Eyðun Viderø, tók orðið á fundinum. Hann ásannaði, at trupulleikar hava verið av almennum fíggjarstovnum. Men hann heldur stutt og greitt, at har hevur onkuntíð verið misbrúkt, tí hevur tað gingið so illa.

Eyðun Viderø heldur ikki, at kommunurnar hava klárað nóg væl at skapt teir møguleikar, sum tær áttu at gjørt. Tað kemst fyrst og fremst av, at kommunurnar í Sandoynni eru so smáar og veikar, at tær stutt sagt orka ikki at skapa møguleikarnar, sum skulu liggja sum grund undir vinnulívinum í oynni.

Heldur ikki hann helt, at tað bar til at reka fyritøkur í útjaðarøkjunum eftir reinum marknaðarbúskaparligum fyritreytum.

-Hugsa vit bara rationelt, segði hann, ber einki til, uttan bara tað, sum liggur í miðstaðarøkinum.

Størsta framstig, hann sær fyri Sandoynna, er í samband við undirsjóvartunnlarnar, segði Eyðun Viderø. Hann sær fyri sær ein stóran flogvøll í Søltuvík, sum kann taka í móti øllum teimum stóru flogførunum, sum væntast kunnu, um vit fáa nýggjar vinnur til landið.

Og við teimum góðu royndum higartil eru av undirsjóvartunlum, verður tað eingin forðing fyri, at ein eisini verður gjørdur undir Skopunarfjørð um nøkur ár. Og so kann Sandoyggin fáa inntøkur av tí.

Hann metir ikki, at tað eru nóg nógvir fyrimunir at flyta flogvøllin úr Vágum á Glyvursnes, nú undirsjóvartunnilin kortini kemur vestur í Vágar. Tað er bara skilagott, um vit fáa ein flogvøll í Sandoynni, sum kann taka nógv størri flogfør, enn vit kunnu í dag, segði Eyðun viderø, løgtngsmaður á Sandi á fundi í Skopun mánakvøldið.