Kinna Poulsen
Bókin er ovurhonds stórfingin og prýðilig og í vavi størsta listabók, ið enn er útkomin á føroyskum. Og hóast tørvurin á Mikines-bókmentum ikki tykist beinleiðis bráfeingis á bókahillini í mun til mong onnur av teimum føroysku listafólkunum, sum lítið og einki eru viðgjørd, eru vit sjálvandi púra samd við løgmanni Jóannesi Eidesgaard, sum í eini viðurkenning fremst í bókini vegna Føroya fólk takkar íslendska forlagnum, Nesútgáfan, ið tók stig til glæsiligu útgávuna.
Vøkur bók
Bókin er innbundin, svørt, monumental og serstakliga vøkur í stórum kvadratiskum formati. Valið av fremstu kápumyndini, sum er ein av teimum friðsælu og ljósu myndunum av Mykinesbygd frá 1950, er heldur óvæntað og gevur ábendingar um, at bókin kanska ikki er júst soleiðis, sum ímyndað. Myndaúrvalið er stórt og rættiliga breitt og umboðar ikki einans tær góðu myndirnar, men eisini minni góðar myndir sum t.d. tær heldur naivu, stirvnu myndirnar, hann málaði í tjúgunum. Umframt hesum útivið 248 væleydnaðu endurprentunum í litum av verkum Mikines´, eru eisini einar 50 svarthvítar fotomyndir av málaranum og hansara lívi at síggja í bókini, ið sum heild tykist rættiliga ævisøguliga hugað.
Tveir smærri tekstir
Umframt myndirnar inniheldur bókin tveir smærri, men áhugaverdar tekstir, sum ávikavíst Bent Irve og Bárður Jákupsson hava skrivað. Tann fyrri snýr seg um Mikines og Danmark og hóast ávirkanin sum danska kunstakademiið og danska listaumhvørvið hevði á Mikines ikki skal undirmetast, tykist tað sum um, at Irve ger nakað nógv av, tá hann umvegis Ríkisfelagsskapin Danmark og Føroya millum metir Mikines vera bæði danskan og føroyskan málara. Fortreytirnar vóru nú einaferð sum tær vóru, tá Mikines fór at útbúgva seg í 1928, men lítið er at ivast í, at Mikines sum tann evnaríki og kensluborni listamaðurin, hann var, hevði fingið væl burtur úr eini listarligari útbúgving, eisini uttan fyri Danmark. Teksturin hjá Bárði er eitt gott og nýtiligt ævisøguligt yvirlit yvir lív listamansins.
Høvuðsteksturin
Høvuðstekstin eftir Aðalsteinn Ingólfsson, havi eg glett meg at lesa, síðani tað av fyrstan tíð hoyrdist graml um Mikinesbókina og at ein íslendskur listfrøðingur skuldi skriva hana. Samstarv við og kunnleiki til aðrar tekstir hjá Aðalsteinn hava stuðlað upp undir góðu vónirnar til hesar tveyhundrað síðurnar um Mikines, sum er nógv tann gjølligasta viðgerðin av málaranum higartil. Men longu formælið gevur eina ófrættakenda kenslu av vónbroti, sum tíverri stendur við gjøgnum meginpartin av tekstinum, ið sum heild er nógv meira ævisøguligur enn væntað.
Konstruerað sjálvsævisøga
Formælið byrjar skaldsliga in medias res, mitt í eini tilburðargongd: “Skoraður upp ímóti skottinum í tronga stýrhúsinum á postbátinum kundi Sámal so dánt hóma systrina á dekkinum...”. Umrøddi tilburðurin er, tá Mikines við familju fylgir deyða pápanum til heimbygdina. Uppliving Mikines´ av hesum tilburði hevur hann sjálvur lýst sum eina týdningarmikla listarliga uppliving og soleiðis skilt er hetta kanska ikki býttasta stað at byrja frágreiðingina um listamannin Mikines. Men eitt er at vera ævisøguliga hugaður og eitt annað er at konstruera eina sjálvsævisøgu, har lesarin er staddur í tonkum málarans umvegis eitt alvitandi frásøgufólk: “Sámal kundi ikki fáa skil á øllum teimum tonkum, ið bylgdust í honum. Eyðvitað saknaði hann faðir..... Fór deyði faðirsins nú at gera tað, at hesi herðindi fóru at koma aftur? Hetta var uppi í ræðsluni, ið fekk magan at knýta seg saman”. Seinastu viðmerkingarnar sipa til psoriasis-sjúkuna, sum Mikines var so ringur av. Tað skulu ivaleyst vera fleiri, ið halda dramatiska skriviháttin vera góðan og spennandi og tað heldur yvirritaði eisini, tá hann kemur fyri í eini skaldsøgu, men í listasøguligum høpi býður hann ímóti. Fyri tað fyrsta tykist tað óálítandi, tá ein rithøvundur í eini listabók greiðir frá tonkum listamansins á henda hátt. Hann kann ómøguliga vita júst hvussu Samuel Elias Joensen-Mikines kendi og hugsaði, tá hann fylgdi pápa sínum. Í øðrum lagi hevur skrivihátturin ein óviljaðan komiskan dám, ið kemst av samanrenningini av hátíðarligum drama og patos og so undirskilta og intima tónalagnum og støðuga brúkinum av fornavnsháttinum Sámal.
Mikines-bókmentirnar
Sum áður nevnt eru Mikines-bókmentirnar lutfalsliga umfatandi í føroyskum listbókmentum sum heild. Nýggjasta Mikines-útgávan higartil við tekstum eftir Bent Irve og Bárð Jákupsson kom í 2003 í sambandi við eina Mikines-framsýning í m.a. Kastrupgårdsamlingen. Fleiri áhugaverdir tekstir finnast um málaran, sum m.o. William Heinesen, Preben Wilmann, Ole Jacobsen, Bent Irve og Bárður Jákupsson hava skrivað. Hesin seinasti skrivaði eisini tekstin í stóru Mikinesbókini, ið kom út í 1990, sum tó at hann í støðum er heldur stuttur og brotakendur, er sakligur og góður og heldur seg til listina hjá Mikines. 1973 kom bókin hjá Ernst Mentze, sum nógv er kjakast um og sum var nakað væl meira persónlig, enn vit hava verið von við í Føroyum. Bókin er ævisøgulig og sera undirhaldandi og forvitnislig at lesa, hóast lesarin av og á fær eina heldur ótespiliga kenslu av, at áhugin gerst meira privat nærgeingin enn listarliga grundaður. Óansæð hevur bókin stórt virði sum beinleiðis kelda vegna tey mongu brøvini frá brævaskifti Mikines´ við m.a. læraran, Ejnar Nielsen og familjuna og tær mongu samrøðurnar við málaran, ið alt verður endurgivið í bókini. Lítið er at ivast í, at tað er Mentze, sum er tann mest umráðandi keldan hjá Aðalsteinn Ingólfsson í áðurnevnda formæli, ið er grundað á frágreiðing hjá Mikines um deyða faðirins. Eisini í restini av tekstinum verður Mentze dúgliga nýtt sum kelda og tað er spell fyri ein lesara sum undirritaðu uttan tann stóra áhugan fyri privatlívi Mikines´.
Villur
Ikki er lætt at sleppa undan villum í so umfatandi verki sum hesum, men tíverri misprýða tær kanska í serligan mun júst í einum so prýðiligum verki og her eru veruliga ov nógvar. Villurnar eru í stóran mun slagvillur, vantandi bókstavir og líknandi smáputl, men tað ørkymlar og fær lesaran at steðga á í lestrinum. Málsliga er eisini okkurt, ið ørkymlar, t.d. ovurnýtslan av fyrra lýsingarhátti, vanliga nevndur nútíðarlýsingarháttur: “Men Anna Kathrina má eisini hava verið sálarsterk kona, ið skuldi bera stórar líðingar, missandi tvey børn og mannin í bestu árum, umframt at missa elsta sonin til kjøtgrýturnar í Keypmannahavn. Nakað sæst til hesa styrki í fotomynd av henni roytandi lunda...”. Hesin eitt sindur møsnuti skrivihátturin er tíanverri ráðandi í tekstinum, sum tykist grundaður á ein varhuga av alfevnandi týdninginum, sum privatlívið hevur fyri listina. Eg má siga akkurát sum er; drukktúrar, nervatablettir og húðsjúka kunnu gera mær tað sama. Tað er listin hjá Mikines, hansara verk og tær listarligu ávirkanirnar sum hava mín áhuga og eg havi ringt við at skilja, at tað symbolistiska og ekspressionistiska árinið verður so lítið viðgjørt sum tað verður í nýggju stóru Mikines-bókini. Onkrastaðni er teksturin ringur at skilja, m.a. vegna mótsagnir sum t.d. í kapitlinum um Parísferðina, har tað fyrst verður staðfest, at Mikines gjørdi lítið burtur úr teim mongu mentanartilboðum, sum býurin hevði at bjóða uppá og síðan verður lagt aftrat: “Tá ið hann ikki var inni á kamari sínum og málaði vatnlitamyndir úr Mykinesi, tykist Mikines hava savnað seg um tey stóru listasøvnini, serliga Louvre... Louvre gav Mikines nóg mikið til eitt heilt lív...”. Tað er eisini eitt sindur troyttandi í øllum førum fyrstu ferð, tú lesur tekstin, at Preben Wilmann ikki verður presenteraður fyrr enn 9. ferð hann er nevndur.
Dygdir
Ein so rúgvusmikil tekstur sum tann hjá Aðalsteinn Ingólfsson hevur sjálvandi eisini dygdir, treyðugt so. Tildømis tykist hann sera nærlagdur í síni viðgerð og hevur eitt nú funnið fram ymsar keldur, sum yvirritaða ikki áður visti um, eins og hann hevur spurt seg fyri hjá áhugaverdum og relevantum heimildarfólkum. Áhugavert er t.d. at lesa um ferðirnar hjá Mikines og um tey listafólk og verk, hann læt seg ávirka av og í so máta er eitt nú. kapitlið um grindadrápsmyndirnar sera upplýsandi og gott. Tað er eisini stuttligt at lesa, at Mikines dámdi tey eldru verkini hjá Niels Kruse og at hann sá Jack Kampmann sum ein kappingarneyta. Bókin er harumframt á tremur í áhugaverdum myndum, harav fleiri ikki áður eru sæddar á prenti. Kapitlið, ið snýr seg um tey seinnu árini, er serliga áhugavert og viðkomandi, serliga tá Ingólfsson ger upp við tað býttisligt lyndi, sum hevur verið í Mikines-bókmentum til at síggja orsøkina til listarligu afturgongdina í myndum Mikines´ frá miðskeiðis til seinast í 1960´unum í, at myndevnini hesa tíðina vóru donsk. Orsøkina metir Ingólfsson vera at finna í tí heldur skrambluta liviháttinum hjá Mikines hesi árini og vísir við hesum, at summir ævisøguligir upplýsingar kunnu brúkast á skynsaman hátt... við máta.