Villleiðandi frágreiðing frá Fiskimálaráðnum

Frágreiðingin frá Fiskimálaráðnum um “Tilfeingisgjøld á fiskivinnuna” er í besta føri villleiðandi og kann als ikki virka sum grundarlag undir einum skilagóðum kjaki um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald

Fiskimálaráðið hevur almannakunngjørt eina frágreiðing um “Tilfeingisgjøld á fiskivinnuna”, har hugtøk sum tilfeingisrenta og tilfeingisgjøld verða viðgjørd. Tað er at frøast um, at hetta mál, sum bleiv sett á politiska dagsskrá við Várfrágreiðing 2000 hjá Búskaparráðnum, endiliga er komið heilt inn í Fiskimálaráðið. Tíverri er frágreiðingin so illa gjørd og heft við so stórum feilum, at hon ikki kann brúkast sum partur av grundarlagnum undir einum skilagóðum kjaki um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald í føroyskari fiskivinnu. Eg fari her at viðgera tríggjar grundleggjandi feilir burtur úr rúgvuni av feilum í frágreiðingini.


Tilfeingisgjald skal skapa effektivitet
Fyrst er tó neyðugt at staðfesta, hvat hetta málið um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld snýr seg um. Málið snýr seg grundleggjandi um manglandi effektivitet í føroyska fiskiflotanum sæð undir einum. Hetta skyldast skeiva stødd og samanseting av fiskiflotanum. Fyri føroyska samfelagsbúskapin hevði tað besta verið, um tann dugnaligasti reiðarin í Føroyum fekk atgongd til so nógv fiskatilfeingið, sum hann kláraði at fiska, tann næstbesti eisini, og so framvegis inntil júst so nógvir av teimum dugnaligastu reiðarunum í landinum sluppu at fiska, at hesir kláraðu at fiska ta nøgd, sum ráðiligt er at fiska burtur úr fiskastovnunum hvørt ár. Hetta hevði gjørt, at samlaði kostnaðurin hjá fiskiflotanum til rentur og avdráttir upp á skip, olju, proviant, lønir osfr. av at fiska ráðiligu nøgdina hevði verið so lítil sum gjørligt.

Orsakað av, at tað eru politisk og administrativ atlit sum stýra, hvør sleppur at fiska hvussu nógv av fiskatilfeinginum, er hetta tíverri ikki støðan í dag. Verandi politiskt-administrativa skipan er ikki brúkilig til at finna teir dugnaligastu reiðararnar fram um teir minni dugnaligu og heldur ikki til at áseta, hvussu nógvir reiðarar skulu sleppa framat fiskatilfeinginum. Um fiskiskapur varð skipaður á marknaðargrundarlag, soleiðis at reiðararnir kappaðust um atgongdina til tilfeingið á einum vælskipaðum marknaði (uppboðssølu), so hevði tað nokk heldur ikki verið heilt ideelt, men vit høvdu verið nógv nærri tí ideellu støðuni, enn vit eru undir verandi skipan. Við hesum í huga ber til at síggja nakrar av teimum álvarsligastu feilunum í frágreiðingini hjá Fiskimálaráðnum.


Skeiv definitión av tilfeingisrentu
Fyrsti stóri feilur í frágreiðingini er, at hon definerar tilfeingisrentu sum avreiðingarvirðið frádrigið kostnaðir (olja, amboð, lønir, rentur, avdráttir osfr.) og “vanligt” avlop. Útfrá hesum kemur frágreiðingin til eina niðurstøðu um, at “arbeiðsbólkurin er ikki vísur í, at tað innan allar fiskabólkar finst ein tilfeingisrenta í dag.”

Trupulleikin her er, at definitiónin í frágreiðingini av tilfeingisrentu er skeiv. Av tí sama gerast greiningarnar og niðurstøðurnar, sum byggja á hesa definitión, skeivar. Rætta definitiónin av tilfeingisrentu er avreiðingarvirðið frádrigið “vanligt” avlop og kostnaðir, sum ein optimalt rikin fiskifloti (fiskifloti rikin undir fríum marknaðartreytum) hevur av at heinta hetta avreiðingarvirðið heim. Tað ber ikki til at meta um, hvussu stór tilfeingisrentan er, við at hyggja at avkastinum í verandi fiskiflota, sum er ein politiskt samansettur fiskifloti heldur enn samansettur út frá treytunum á einum fríum marknaði. Men í frágreiðingini verður júst roknað við teimum kostnaðum sum verandi vinna hevur av at heinta avreiðingarvirðið inn. Tí er niðurstøðan í frágreiðingini um, at tað er ivasamt, um nøkur tilfeingisrenta er, skeiv. Rætta niðurstøðan burtur úr staðfestingini í frágreiðingini av, “at tað ikki í sjálvum rakstrinum er realiserað nøkur tilfeingisrenta hesi seinastu 14 árini” er, at øll tilfeingisrentan, sum burdi farið í felagskassan hjá føroyingum fyri søluna av tilfeinginum í staðin endar sum óneyðugar útreiðslur til ein ov stóran og skeivt samansettan fiskiflota.

Fyri at gera eina rætta meting av, hvussu stór tilfeingisrentan er, er neyðugt at meta um, hvussu stórar samlaðu útreiðslurnar hjá fiskiflotanum høvdu verið, um fiskiflotin varð rikin optimalt undir marknaðartreytum, har frí kapping var um avmarkaðu nøgdina av fiskatilfeingi í sjónum. Slíkar metingar eru altíð óvissar, men tann einasta kanningin, sum eg veit um, metti, at tilfeingisrentan í fiskiskapi hjá partrolarum var 84 milliónir krónur í meðal um ári frá 2001 til 2003. Um metingin er á eini leið ella ikki, ber bara til at finna útav við at selja atgongdina til tilfeingið á einum fríum marknaði, og so síggja hvussu nógv tilfeingisrenta kemur í kassan sum fylgja av søluni.


Tilfeingisgjald er ikki skattur
Annar stóri feilur í frágreiðingini er, at hon viðgerð tilfeingisrentu út frá einum sjónarhorni um skattainntøkur til landskassan. Hetta viðførir tvær skeivar niðurstøður. Í fyrra lagi gevur hetta eina fatan av, at tilfeingisgjald er ein skattur ella avgjald, sum verður lagt á fiskiskap, sum ikki verður lagt á aðrar vinnur. Frágreiðingin sigur eisini beinleiðis, at “uppboðssøla er...ein skatting av vinnuni”. Men hetta er ikki rætt. Gjald fyri atgongd til tilfeingi, sum tú ikki eigur, er ikki avgjald/skattur. Gjald fyri atgongd til fiskatilfeingi í sjónum er keyp av rávøru, eins og allar aðrar fyritøkur í landinum gjalda, tá tær vilja hava atgongd til tilfeingi, sum tær skulu brúka í síni framleiðslu.

Í seinna lagi snýr hetta málið seg, sum sagt omanfyri, ikki primert um inntøkur til landskassan. Málið snýr seg um at fáa broytt samansetingina av fiskiflotanum soleiðis, at bara teir reiðarar, sum klára at fáa sína fyritøku at bera seg á vinnuligum grundarlag vera verandi í vinnuni, meðan teir, sum ikki klára tað, verða trýstir út av teimum dugnaligu reiðarunum. Hetta skal gerast við at broyta “spælireglurnar” fyri fiskiskap frá at vera ein skipan, har tað eru politikkarar og embætismenn, sum avgera, hvør sleppur at fiska hvussu nógv, til at vera ein skipan, har tað eru aktørarnir í vinnuni sjálvir, sum gjøgnum ein opnan marknað fyri atgongd til tilfeingið avgera, hvør sleppur at fiska hvussu nógv. Kappingin á hesum marknaðinum vil á henda hátt føra til, at samlaðu kostnaðirnir í fiskiflotanum av at fáa samlaða avreiðingarvirðið til høldar gerast so lágir sum gjørligt. Hetta merkir aftur, at so nógv av tilfeingisrentuni sum gjørligt vera realiserað sum inntøka hjá eigaranum av tilfeinginum, nevniliga “Føroya fólk”, heldur enn at tilfeingisrentan endar sum útreiðslur til yvirkapasitet í fiskiflotanum, sum er støðan undir verandi skipan.

Í frágreiðingini hjá Fiskimálaráðnum verður hinvegin ”valt at síggja burtur frá møguleikanum, at gjald fyri luttøku í fiskivinnuni skal vera atferðsregulerandi.” og at ”tað eru tí aðrir hættir at regulera fiskivinnuna, sum skulu royna at optimera tað samlaða fíggjarliga avkastið hjá fiskivinnuni.” Útfrá hesum kemur frágreiðingin til eina niðurstøða um, at ein fyrimunur við ”yvirskotsskatting” er, at ”eitt skynsamst skattatrýst ávirkar ikki atferðina, tí skattingin verður av yvirskoti.” Trupulleikin við hesi niðurstøðu er sostatt, at hon byggir á eina greining, sum frá byrjan sær burtur frá tí, sum málið grundleggjandi snýr seg um, nevnliga at fáa broytt atferðina hjá aktørunum í fiskiskapi soleiðis, at samlaðu kostnaðirnar í vinnuni gerast lægri og realiseraða tilfeingisrentan tilsvarandi størri. Av tí sama gerst niðurstøðan skeiv og villleiðandi.


Skeiv viðger av uppboðssøluni sum amboð
Triðji stóri feilurin í frágreiðingini er í samband við viðgerðina av eini uppboðssøluskipan. Frágreiðingin nevnir fleiri “vansar” við eini uppboðssøluskipan, sum grundgeving fyri at høvundarnir halda, at “ein uppboðssøla ikki er besta loysnin”.

Frágreiðingin nevnir til dømis, at “íløgur í skip kunnu verða meira óvissar, tí tað er ikki vist, at man vinnur uppboðið” og at “tá ein reiðari bjóðar upp á rættin at fiska, ger hann tað við tí vitan, hann hevur, áðrenn hann fer út at fiska”. Men soleiðis eru viðurskiftini í øllum vanligum vinnuligum virksemi. Til dømis brúka entreprenørar nógvar pengar og nógva tíð uppá at gera tilboð uppá bygging av ymsum, sum verður bjóðað út. Tað gera teir, uttan at hava trygd fyri, at teirra tilboð vinnur. Klædnahandlar keypa klæðir inn fyri at selja tey víðari, uttan at teir vita, um teir kunnu selja tey víðari við vinningi og summir reiðarar keypa skip og fiskiloyvir frá øðrum reiðarum, uttan at vita, um tað fer at løna seg ella ikki.

Hesir “vansar” eru altso ikki vansar, og teir hava einki við eina uppboðssølu sum so at gera. Teir eru heldur vanligir vágar í sambandi við alt vinnuligt virksemi.
?Avbjóðingin við at vera vinnurekandi er í heila tikið, at man ofta verður noyddur at satsa upp á, at tær íløgur man ger áðrenn framleiðslan kann byrja, tað verið seg í arbeiðsorku, vørur, leigu av hølum ella fisk í sjónum, fara at løna seg. Summi vinnurekandi eru meira dugnalig og heppin enn onnur. Summi vinnurekandi klára seg á marknaðarligum grundarlag og vinna pening, sjálvt um tey rinda marknaðarprís fyri allar rávørur, tey brúka í síni framleiðslu, meðan onnur noyðast at gevast. Soleiðis er við flest øllum vinnuligum virksemi í Føroyum. Tað er upp á tíðina, at tað sama verður galdandi fyri atgongdina til rávøruna í sjónum.

Niðurstøða
Samlaða niðurstøðan um frágreiðingina hjá Fiskimálaráðnum er tí, at tá frágreiðingin staðfestir, at “tað eru fleiri orsøkir til, at uppboðssøla ikki er besta loysnin”, hóast uppboðssøla hevur teir fyrimunir fram um aðrar skipanir, at “mest effektivu reiðarí/fiskimenn kunnu fáa rættin at fiska” og at “um skipanin virkar optimalt, kann hon tryggja landskassanum alla tilfeingisrentuna”, so tykist tað sum um, at høvundarnir ikki hava skilt, hvat málið um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld snýr seg um.

Málið snýr seg júst um at skipa so fyri, at mest effektivu reiðararnir fáa rættin at fiska, soleiðis, at øll tilfeingisrentan endar í felagskassanum hjá eigarunum av tilfeinginum (Føroya fólk).

Til tað endamálið er stovnan av eini væl fyriskipaðari uppboðssølu besta amboðið. Hvussu ein væl skipað uppboðssøla sær út, tað ber sjálvandi til at kjakast um. Besta grundarlagið undir einum slíkum kjaki er framvegis uppskotið í Várfrágreiðing 2000 hjá Búskaparráðnum.