Tá tú møtir honum, tykist onki øðrvísi við hesum dronginum. Hann er meinlíkur javnaldrunum. Gongur í mótaklæðum og tykist glaður. Innan undir klæðunum er veruleikin tó ein annar. Yvirarmarnir eru til dømis sum hjá einum tvey ára gomlum barni. Ella sum hann sjálvur sigur: “Mínir armar líkjast teimum hjá anorekisu-modellum”.
19 ár og vøddasvinn
Hanus Samró er 19 ára gamal, hann er ættaður úr Hoyvík men búðsitandi í Hollandi, har foreldrini, Óli og Turið Samró, eisini búgva.
Í 2002 fekk Hanus staðfest sjúkuna vøddasvinn, sum í hansara føri ber í sær, at vøddarnir í yvirørmum, herðrum, bringu og niðara parti av rygginum at kalla eru svunnir burtur í einki.
Sjúkan tyngir gerandisdagin hjá Hanusi og ger lívið trupult. “Bara at fara í eina blusu ella vaska hár er ein avbjóðing hjá mær, tí eg fái ikki armarnar upp um herðarnar”, sigur Hanus Samró.
Lívið var ítróttur
Smádreingjaárini fylti ítrótturin nógv mest í gerandisdegnum hjá Hanusi.
Hondbóltur, fótbóltur og judo vóru hansara ítróttagreinar, og eitt skifti var hann á landsliðunum bæði í fótbólti og judo.
“Mær dámdi væl tað sosiala við ítróttinum, og so hevur mær altíð dámað væl at kappast”, sigur 19 ára gamli drongurin, sum í dag als ikki er førur fyri at íðkað ítrótt.
Hanus var í rættiliga góðari kroppsligari venjing, tá hann 13 ára gamal gjørdist varugur við, at okkurt var púra galið. Megin í høgra armi var ikki, sum hon átti at vera, og tað merktist serliga, tá hann skuldi gera armboyggingar. Fyrr var tað eitt spæl, men brádliga gjørdist tungt og seinni ógjørligt at lyfta seg upp frá gólvinum.
“Eg segði, sum var, við pápa mín, og hann sendi meg til ein fysoterapeut. Boðini haðani vóru, at eg mundi hava vant galið, og fysoterapeuturin gav mær nakrar øðrvísi venjingar, sum eg skuldi gera”, sigur Hanus.
Tær serligu venjingarnar hjálptu ikki, og armurin versnaði. At enda fekk Hanus ikki armin upp um høvd.
“Hetta frustreraði. Eg kundi ikki longur íðka ítrótt á sama hátt sum bert fáar mánaðir frammanundan”.
Hildu tað var krabbamein
“Ein vinkona hjá foreldrum mínum er fysoterapeutur, og tá tey einaferð hittust, greiddu tey henni frá støðuni. Hon hevði hug at hyggja nærri at mær”, greiðir Hanus Samró frá. Eftir at hava kannað hann gjølla kom fyssoterapeuturin til ta niðurstøðu, at her var ikki talan um skeiva venjing. Okkurt álvarsligari var áfatt.
Hanus var til nógvar kanningar, millum annað til MRI-skanning av heilanum.
Læknarnir kendust ikki við støðuna hjá Hanusi.
“Hetta var ikki so løgið, tí hetta slagið av vøddasvinni rakar bert ein út av einari millión persónum. Eg veit bert um eina aðra familju í Føroyum, har tey eisini stríðast við vøddasvinn”, sigur hann.
Sumir læknar hildu tí, at talan møguliga var um krabbasjúku.
“Tosið um krabbamein rakti meg ikki so meint, tí eg var sjálvur vísur í, at tað ikki var krabbi. Eg var ungur, og fyri meg var tankin um krabbamein langt burturi.
Var eg eldri, hevði læknaligi spádómurin helst rakt meinari”, sigur Hanus.
Eftir, at allar royndirnar vóru tiknar, var ein long bíðitíð eftir svørum.
Framløgan endaði við gráti
Meðan læknarnir kannaðu Hanus, hevði ein lækni havt á orði, at Hanus møguliga hevði vøddasvinn, og Hanus vildi vita meir um hesa sjúku. Hetta tíðarskeið gekk hann í 8. flokki og valdi vøddasvinn sum evni til eina skúlaverkætlan.
“Dagurin, tá læknin ringdi, er brendur fastur í minnið. Tað var ein fríggjamorgun í november. Tað løgna var, at boðini um vøddasvinnið komu sama morgunin, eg skuldi halda framløguna um vøddasvinn fyri flokkinum”.
Sjálvt um hann júst hevði fingið diagnosuna, valdi Hanus at halda framløguna. . Hetta var honum ein tung uppgáva, og tað eydnaðist ikki at føllføra hana.
Gráturin vann á honum.
“Tann løtan var ræðulig. Eg segði flokkinum sum var, at eg hevði fingið staðfest somu sjúku, ið eg júst hevði greitt teimum frá. Eg segði, at nú fór eg aldri at gera ítrótt aftur”.
Hanus greiðir frá, at flokksfelagar hansara vóru ómetaliga góður stuðul. Fleiri komu til hansara, tóku um hann og uggaðu hann.
Sjúkan breiðir seg
Sjálvt um Hanus Samró nú hevði fingið diagnosuna vøddasvinn, vildi hann ikki viðurkenna hana. Læknarnir søgdu, at hann mátti gevast við ítrótti, men hann gjørdi ímóti boðunum.
Høgri armur var viknaður heilt nógv, og tí var hann givin við judo, áðrenn hann fekk staðfest sjúkuna.
“Eg var til judo við bert einum brúkiligum armi. Tað riggaði onki serligt. Høgra herðablað stakk eisini so langt út úr rygginum, at eg fekk ilt, tá teir syftu meg.
Tað var endin á judokarrieruni”, sigur Hanus Samró.
Fótbóltin helt Hanus tó á við, eftir at hann var vorðin sjúkur. Drongurin við vøddasvinni var tí við á U-15 landsliðnum eitt skifti.
“Á landsliðnum royndi eg at gera alt fyri at kunna spæla, men eg orkaði illa.
Innkøst fekk eg ikki tikið, tí hendurnar fekk eg ikki upp um høvd”.
At enda bar ikki til hjá Hanusi at íðka ítrótt. Eftir stuttari tíð breiddi sjúkan seg.
“Sjúkan tók førleikan frá mær bita fyri bita. Fyrst armarnar, so herðarbløðini, bringuna og ryggin. Eg kendi tað, sum doyði eg spakuliga, tí so hvørt, sum sjúkan 3
tók seg fram, hvarv mín megi at gera tað, eg dugdi best og meira ella minni livdi fyri. Eg misti ítróttin”.
Sálarligur dystur
“Eg vildi ikki viðurkenna støðuna, og á vatnskorpuni læts eg, sum var alt í lagi. Lívið var ein stórur sjónleikur, og innast inni hugsaði eg, hví júst eg var raktur”. Hanus var deprimeraður og ørkymlaður, tí hann ikki kundi gera tað, ið javnaldrarnir gjørdu.
“Hetta kom serliga til sjóndar heima. Eg lat frustratiónirnar ganga út yvir familjuna”, sigur hann.
Toppkarakterurin vendi rákinum
Í langa tíð sá hann lítið positivt í tilveruni. Tó kom vend í, tá Hanus seytjan ára gamal, var til roynd í skúlanum.
“Tann dagin, royndin var, var eg illa sjúkur við nógvari píni í kroppinum. Kortini fór eg í skúla, og tá fór brádliga at reka við hjá mær.”.
Toppkarakterurin sum Hanus fekk hendan dagin í hollenska skúla sínum, lat eyguni upp fyri ørðum og nýggjum virðum. Á bókligu leiðini var hann ikki avmarkaður av sjúku, og tí valdi hann at leggja seg eftir tí útbúgvingarliga.
“Okkurt broyttist innan í mær. Alt gjørdist eitt sindur ljósari, og eg sá, at eg saktans kundi hava eina góða framtíð, eisini uttan ítróttin. Tær nýttist ikki sterkar vøddar at nema tær eina útbúgving”, sigur Hanus Samró.
Hann er í løtuni í Føroyum og tekur nøkur fak, sum honum manglar. Við síðuna av undirvísir hann í fólkaskúlanum, men eftir summarfrítíðina fer hann aftur til Hollands at lesa altjóða búskap.
Sjúkan vend til tað góða
Í dag er Hanus Samró komin eitt fitt petti víðari í sínum lívi, hóast hann framvegis bert er 19 ára gamal. Stóri munurin er, at nú hevur hann lært at liva við teirri sannroynd, at hann hevur vøddasvinn, og – sum tað mest týðandi – at hann ongantíð gerst frískur aftur.
“Nú hvíli eg meira í mær sjálvum og dugi nógv betur at liva við sjúkuni í tí dagliga. Eg loyvi mær sjálvum at vera sjúkur og hvíli meg, tá møðin er har. Eg eri givin at trýsta meg sjálvan og likamið til tað, sum eg kundi og dugdi fyrr”, sigur Hanus.
Har, sum fokus hjá unga manninum fyrr bert var negativt, er sjúkan í dag eisini vend til tað góða.
“Hóast eg fegin var vøddasvinn fyri uttan, royni eg at venda hesum til tað positiva. Tey grundleggjandi viðurskiftini í lívinum hava fingið størri týdning, t.d. familja og vinir. Tey smáu tingini í lívinum eru ikki nøkur sjálvfylgja. Alt hevur fingið størri virði, og tað er sjúkuni fyri at takka”.
Vandamikið at taka synd í sær sjálvum
Framtíðin hjá Hanusi Samró liggur í fyrsta umfari í lestrarumhvørvinum í Hollandi og seinni kanska í vinnulívinum ella onkrum heilt øðrum. Alt stendur tó í skugganum av einari sera álvarsligari sjúku.
Spurdur, hvat ið tað ringasta er, sum kann henda, svarar Hanus: “Tað ringasta er ikki, at sjúkan gerst verri og breiðir seg til aðrar partar av kroppinum. Til dømis er vandi fyri, at beinini verða rakt av vøddasvinni. Tað ringasta er, um eg aftur fari at taka synd í mær sjálvum og spyrja, hví hetta skuldi henda mær. Stórsti vandin er, at høvdið verður fylt við ringum tonkum um mína støðu. Høvdið er mítt størsta aktiv, tí alt hitt er svikaligt. Tað skal brúkast til nakað skilagott – ikki til at gráta um tað, eg kortini ikki fái broytt”, sigur 19 ára gamli Hanus Samró.
Fakta
Faka um vøddasvinn
Vøddasvinn er ein sjúka, ið ávirkar samanspælið millum nervar og vøddar. Bæði børn
og vaksin kunn fáa sjúkuna.
Sjúkan ber í sær, at bæði einstakir vøddar og vøddabólkar hvørva stigvíst.
Næstan øll sløg av vøddasvinni stinga seg upp orsakað av breki í arvaanleggunum.
Sjúkan er tí arvalig, men arvagongdin er ymisk frá sjúku til arða.
Vøddasvinn kann ikki lekjast, men møguligt er í dag at minka um fylgjurnar av
sjúkuni.
Kelda: www.muskelsvindfonden.dk
Click to buy NOW!
PDFXCHANGE
www.docutrack.
com
Click to buy NOW!
PDFXCHANGE
www.docutrack.
com