at Frank Skytte, sum júst um tað mundið fór niður til Danmarkar, eftir at hann varð uppsagdur av B68, skuldi venja HB komandi kappingarár. Ta ferðina vórðu tíðindini avsannað av leiðsluni í HB, sum segði [...] men vit eru komnir ásamt um treytirnar, og fríggjadagin kemur Frank so til Føroya, so undirskriftin kann fáast í rættlag. Hóast hann ikki vil viðganga, at HB og Skytte langt síðani hava givið hvørjum øðrum [...] einki avklárað venjaraspurninginum viðvíkjandi. Keldur nær HB hildu tó fast um, at har var eingin ivi, og týskvøldið varð veruleikin so staðfestur, tá leiðslan í HB sendi út tíðindaskriv, har boðað varð frá
2000 leikti hann við íslendska Valur, og í 2001 var hann við á liðnum hjá B36, sum vann greipuna. Í fjør var hann partur av NSÍ liðnum, sum við Løgmanssteypinum og silvurmerkinum í landskappingini vann [...] Arnbjørn Danielsen (7/0) og Klæmint Matras (1/0). Altso ein samlaður hópur á níggju mans við 254 landsdystum og 11 landsliðsmálum. B36 hevði aðalfund eftir evstamark okkara týsdagin, og væntandi skuldi okkurt [...] tey í B36 ikki vóru nøgd um fimta plássið, sum besta manslið teirra vann sær í landskappingini í ár. Og líkt er eisini til, at leiðslan í felagnum hevur gjørt av, at komandi ár skal gerast betri. Og teir
NSÍ skipar í døgunum 7. og 8. desember fyri stóru sølustevnuni Marko ?02, har 25 básar hava alt millum himmal og jørð at sýna fram, umframt at mótasýningar og undirhald eisini er á skránni. Leygardagin [...] luktilsi og mangt, mangt annað. Tey vitjandi kunnu so spáka millum básarnar og síggja alt hetta, sum framsýnararnir hava at bjóða, men eisini ber til at seta seg niður og fáa sær ein drekkamunn og okkurt [...] síggja, og eisini verður undirhald fyri bæði tey yngru og tey eldru. Flestu básarnir eru mannaðir, men enn er onkur hendinga básur eftir. Áhugað kunnu seta seg í samband við samskiparan hjá NSÍ, Ian Højgaard
framsýnarar verða við, og hetta eru handlar og fyritøkur, sum umboða nógvar ymiskar vørur og tænastur. - Her verður alt frá flogferðaseðlum, sjónvørpum og seymimaskinum til snellur og klædnavørur. Nevnast [...] kr. Sunnudagin letur sølustevnan upp kl. 15, og hon endar kl. 21.45. Setan og undirhald Tað er fótbóltsfelagið NSÍ, sum skipar fyri stevnuni, Marko 2002, og Ian Højgaard er maðurin, sum hevur tikið sær [...] Christiansen. Ian sigur, at Angela og Hannibal verða á pallinum sunnudagin kl. 16 ella 16.30, og beint eftir verður aftur mótaframsýning. Jens Marni og Kim syngja kl. 19, og kl. 20 verður aftur mótaframsýning
nakað ókent navn í B68, har hann eisini var venjari í 1994 og 1995. Hjálparvenjarar hjá Peturi verða Ingolf Petersen og Aksel Højgaard, og fara teir tríggir at taka sær av mansliðunum í 1. og 2. deild, umframt [...] næsta ár, og tí er Aksel Højgaard komin í staðin.At samstarva um venjing er ikki fremmant fyri Petur Mohr og Ingolf Petersen, tí teir báðir vóru ávikavist venjari og hjálparvenjari hjá NSÍ í fjør. [...] sami, sum hann hevur verið síðstu fýra árini, tí seinnapartin í morgin fara formaðurin í B68, Niclas Davidsen, og stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, at skriva undir nýggjan stuðulssáttmála. Samstundis
verður um B36-málverjan, Trónd Vatnhamar. Tróndur vardi málið, tá B36 gjørdust meistarar í 2001, men í ár hevur spælitíðin verið lítil. Ikki minst eftir at hann í dysti móti júst B68 varð skaddur, og tá avloysari [...] somikið væl, vann hann ikki plássið á besta liðnum aftur. Formaðurin í B68, váttar eisini fyri Sosialinum, at samband hevur verið millum B68 og Trónda Vatnhamar, men hóskvøldið segði hann tað framvegis vera ov [...] - Har er so eingin avtala komin upp á pláss enn, og fyrr enn tað er greitt, kann eg ikki svara nøkrum, var einasta viðmerkingin, sum vit fingu frá B68-formanninum.
kappingarárinum høvuðsstuðul hjá B68. Fríggjadagin varð sáttmáli undirskrivaður á høvuðsskrivstovuni hjá Føroya Tele. Tað vóru stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, og formaðurin í B68, Niclas Davidsen, sum skrivaðu [...] nýggja eitt ára avtalan er gjørd ber tað við sær, at B68 og Føroya Tele í hvussu so er tilsaman fara at samstarva í fimm ár. Saman við formanninum í B68 og stjóranum í Føroya Tele vóru eisini onnur umboð hjástødd [...] r. Fyri B68 vóru nevndarlimirnir Martin Heinesen og Ólavur Jensen, og fyri Føroya Tele var Richard Mortensen, marknaðarleiðari, hjástaddur. Harafturat vóru tveir av landsliðsspælarunum hjá B68 hjástaddir
a, og vóru tað alskyns handlar av øllum slagi, sum luttóku á sølustevnuni. Nógv ymiskt var á skránni í høllini í Runavík um vikuskiftið. Sangur og tónleikur, undirhald til børnini, mótasýningar og nógv [...] Snældan, Tøting, Sirri og PAU, sum øll virkað klæðir úr ull. Tað verið seg bæði bundin og annað. Ógvuliga fáir handlar vóru, sum vístu fram »vanlig« klæðir. Klæðini vóru bæði til vaksin og børn, ung sum gomul [...] Magni Christiansen nakrar sangir. Mitt í høllini vóru stólar og borð sett um, har høvið var at sessast og fáa sær ein bita at eta. Smyrjibreyð og rís a la mande vóru til tey svongu, meðan okkurt lætt, søtt
at hava spælt í NSÍ og í Vejle, so hevur hann eitt nú verið í Næstved, Aarhus Fremad og í norska Tromsø. Horsens Folkablad tykist ikki vera so ógvuliga væl kunnað um føroyskan fótbólt og føroysk viðurskifti [...] av teimum fýra landskappingardystunum, sum hann var partur í, og hóast hann eisini skoraði í steypafinaluni ólavsøkudag, so vóru teir í NSÍ ikki so ógvuliga spentir at gera nýggjan sáttmála. Orsøkin var [...] Talan er um sama felag, sum Johan B. Hansen spælir í. Fyrrapartin av níti árunum vóru tveir aðrir føroyskir landsliðsspælarar í Horsens. Teir vóru Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen. Akkurát nú heldur
steðga dystinum. Fyrra ferðin var, tá ið B68 og B36 spældu landskappingardyst á Toftum, og dómarin metti veðurlíkindini vera ov vánalig. Seinna ferðin var, tá ið B71 og EB/Streymur spældu seinna dystin um eitt [...] Skálamenn vunnu og fluttu upp, og B71 flutti niður. Í ár var B71 næstbest í 2. deild. Í endaspælinum um pláss í 1. deild spældu teir ímóti EB/Streymi, sum var næstniðast í 1. deild. B71 tapti endaspælið [...] FÓTBÓLTUR Bæði síðsta og næstsíðsta kappingarár var B71 annar parturin av endaspælinum um pláss í bestu deildini. Í fjør vóru teir næstaftast í 1. deild og stríddust ímóti Skála, sum var næstbest í 2.