HB-venjarin
24. september skrivaðu vit á hesum síðum, at Frank Skytte, sum júst um tað mundið fór niður til Danmarkar, eftir at hann varð uppsagdur av B68, skuldi venja HB komandi kappingarár.
Ta ferðina vórðu tíðindini avsannað av leiðsluni í HB, sum segði, at felagið tosaði við fleiri venjarar, men at enn var einki avklárað venjaraspurninginum viðvíkjandi. Keldur nær HB hildu tó fast um, at har var eingin ivi, og týskvøldið varð veruleikin so staðfestur, tá leiðslan í HB sendi út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at Frank Skytte skal venja besta lið felagsins.
Afturat sær hevur Frank Skytte Oddbjørn Joensen, sum í fjør var hjálparvenjari hjá B36, men sum annars hevur hampuliga drúgvar royndir í eitt nú HB. Umframt teir báðar verður Kári Nielsen, sum í fjør endaði árið sum annar av høvuðsvenjarunum í felagnum, eisini knýttur at liðnum. Saman skulu hesir tríggir so taka sær av venjingini hjá teimum báðum fremstu manslðunum í felagnum umframt at teir eisini skulu venja unglingarnar.
Gamalt samband
Hóast tað sum nevnt er hálvur annar mánaður síðani, at søgurnar um nýggja venjaran fingu bein at ganga á, so heldur formaðurin í HB, Birgir Enghamar, fast um, at tað ikki er fyrr enn nú, at hetta er endaliga komið upp á pláss.
- Sáttmálin er ikki so mikið sum skrivaður undir enn, men vit eru komnir ásamt um treytirnar, og fríggjadagin kemur Frank so til Føroya, so undirskriftin kann fáast í rættlag.
Hóast hann ikki vil viðganga, at HB og Skytte langt síðani hava givið hvørjum øðrum sítt lyfti, so sigur Birgir Enghamar, at sambandið millum partarnar ikki er heilt nýtt.
- Frank var jú her uppi við Hvidovre fyri góðum ári síðani í sambandi við ólavsøkudyst. Ta ferðina prátaðu vit væl saman, men talan varð ikki um at seta hann sum venjara, tí vit høvdu jú Ion Geolgau. Tað var tó í tonkunum, at hetta kanska kundi verið ein møguleiki í framtíðini, og hóast tað ikki hevur verið talan um samráðingar, so hava vit alla tíðina hildið sambandið við líka, sigur formaðurin um hetta.