Fótbóltur
Eftir meistaraheitið í 2001 var tað helst eingin loyna, at tey í B36 ikki vóru nøgd um fimta plássið, sum besta manslið teirra vann sær í landskappingini í ár. Og líkt er eisini til, at leiðslan í felagnum hevur gjørt av, at komandi ár skal gerast betri. Og teir hava so eisini gjørt nakað við málið.
Enn hevur ikki verið gjørligt at fáa tíðindini váttað frá hvørki leikarunum sjálvum ella leiðsluni í B36, men sambært keldum okkara er eingin ivi. B36 fær tríggjar nýggjar leikarar í landsliðsflokki í hópin til komandi kappingarár.
Nýggir og tó
»Nýggir« er kanska dekan ov nógv sagt, tí talan er í øllum trimum førum um leikarar, sum áður hava roynt seg í B36.
Allan Mørkøre byrjaði kappingarárið, 1994, í árstalsfelagnum, men steðgurin ta ferðina gjørdist ikki so drúgvir. Umstøðurnar kring arbeiði og venjing gjørdu, at hann longu eftir summarsteðgin var aftur at síggja í Klaksvík, og síðani hevur hann sum kunnugt roynt seg í HB og íslendska ÍBV, áðrenn hann í fjør aftur var at síggja í KÍ. Seinasta árið hevur Allan Mørkøre ikki verið partur av føroyska landsiðshópinum, men við 54 landsdystum og einum landsliðsmálið telist hann millum mest royndu føroysku landsliðsleikararnar yvirhøvur. Sostatt eru tað bert Óli Johannesen (59 dystir) og Jens Martin Knudsen (56), sum kunnuu breggja sær av at eiga fleiri landsdystir á kontini.
Pól Thorsteinsson hevur síðani 1997 verið fastur fúsur á føroyska A-landsliðnum, tá hann hevur verið tøkur, og tó at venjari og spælskipan eru broytt, tykist hann framvegis eiga sín fasta sess á vøllinum. Eftir at hann øll síni fyrstu fótbóltsár hevði leikt í VB, skifti hann í 1998 til B36, har hann spældi í tvey ár. Í 2000 leikti hann við íslendska Valur, og í 2001 var hann við á liðnum hjá B36, sum vann greipuna. Í fjør var hann partur av NSÍ liðnum, sum við Løgmanssteypinum og silvurmerkinum í landskappingini vann sítt besta úrslit nakrantíð. Og í ár gongur leiðin so eftir øllum at døma til B36. Í alt hevur Pól verið 25 ferðir á føroyska landsliðnum.
Og so er eisini líkt til, at Heðin á Lakjuni verður í hvíta búnanum komandi kappingarár. Hann var eisini við í 2001, tá hann skeyt málið móti HB, sum tryggjaði B36 greipuna, men annars hevur hann øll fótbóltsárinin verið í KÍ. Gjøgnumbrotið á landsliðnum hevur hann enn ikki fingið, men seinnu árini hevur hann verið fastur í hópinum, og í alt er talan blivin um níggju dystir í føroyska landsliðsbúnanum
Stjørnuhópur
Sum sagt, so er talan framvegis um óváttað tíðindi, men eru hesi sonn ? og tað bendir alt á at tey eru ? so verður talan um eina sanna stjørnuparadu í B36-leguni komandi kappingarár.
Treytað av, at talan ikki verður um frágongd av nøkrum av avgjørdu lyklaleikarunum, so verður talan um níggju leikarar, sum eru ella hava verið partur av føroyska landsliðshópinum, og tað man vera sjáldan ? um nakran tíð - at ein venjari kemur at hava slíka breidd í hópinum, sum Ion Geolgau eftur øllum at døma fer at hava komandi kappingarár.
Teir níggju leikararnir, sum sipað verður til, eru Allan Mørkøre (54 dystir/1 mál), Julian Johnsson (47/2), Jens Kristian Hansen (44/3), John Petersen 43/5), Pól Thorseinsson (25/0), Jákup á Borg (24/0), Heðin á Lakjuni (9/0), Arnbjørn Danielsen (7/0) og Klæmint Matras (1/0). Altso ein samlaður hópur á níggju mans við 254 landsdystum og 11 landsliðsmálum.
B36 hevði aðalfund eftir evstamark okkara týsdagin, og væntandi skuldi okkurt nýtt verið at hoyrt um hetta til ta tíð.