Stór sølustevna í Runavík

Frá fríggjadegnum 3. til sunnudagin 5. mei verður ein sølustevna Hús og Innbúgv í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er fyrstu ferð, at ein tílík sølustevna verður í Føroyum

Sølustevna

Í døgunum 3. til 5. mei verður stór sølustevna í Runavík. Sølustevnan, ið verður hildin í ítróttarhøllini er tann fyrsta av sínum slag. Heitið á henni er Hús og Innbúgv. Tað er Hans Petur Ellingsgaard, sum skipar fyri. Hann sigur seg hava sera góðar vónir um at sølustevnan verður væl vitjað, hóast talan er um eitt nýtt fyribrigdið í Føroyum.
Sølustevnan roynir at venda sær til eitt so breitt úrval av handlum sum gjørligt. Burturúr rúgvuni kunnu nevnast Timburhandlar, Arkitektar, Hvitvøruumboð og onnur. Stutt sagt vendir sølustevnan sær til øll, ið fáast við hús og innbúgv.
?Øll hesi hava brúk fyri nøkulunda somu ella líknandi tænastum, so tí er upplagt at savna allar viðkomandi fyritøkur á einum stað, so fólk fáa høvi at kunna seg um, hvat er at finna á førosyka marknaðinum, tá talan er um sethús og alt tað, ið fæst til sethús, sigur Hans Petur Ellingsgaard.
?Tað gerst harumframt alt meira vanligt, at fólk vilja broyta og umbyggja hús síni, og summi vilja kanska bara broyta okkurt rúmið ella gera okkurt annað, ið kann geva húsinum ein nýggjan dám, sigur Hans Petur Ellingsgaard, tá ið tosar um, hvør kundi havt áhuga fyri Sølustevnuni.
Seinasta freist at melda til sølustevnuna er 1. mars 2002. Fleiri upplýsingar verða sendir út, men fólk kunnu venda sær til Hans Petur Ellingsgaard á 222 982.