Ull fyri allar pengarnar

Um vikuskiftið var ein stór sølustevna í ítróttarhøllini í Runavík. Talan er um Marko 02 sølustevnuna, og vóru tað alskyns handlar av øllum slagi, sum luttóku á sølustevnuni.
Nógv ymiskt var á skránni í høllini í Runavík um vikuskiftið. Sangur og tónleikur, undirhald til børnini, mótasýningar og nógv annað kundu tey nógvu fólkini, sum høvdu leitað sær í høllina fáa við.
Angela og Hannibal høvdu eisini lagt sær leiðina til Runavíkar, har tey undirhildu børnunum.
28 básar sýndu fram, og har var alt frá snellum til tupperware at fáa.

Mótasýning

Leygardagin vóru tvær mótasýningar. Ein var seinnapartin um fimm tíðina, meðan hin var um kvøldið klokkan 19. Har fingu luttakandi klædnahandlar møguleika at sýna fram teirra klæðir.
Afturgangandi var ullin. Klæðir snikkað til úr føroyskari ull. Har var Snældan, Tøting, Sirri og PAU, sum øll virkað klæðir úr ull. Tað verið seg bæði bundin og annað. Ógvuliga fáir handlar vóru, sum vístu fram »vanlig« klæðir.
Klæðini vóru bæði til vaksin og børn, ung sum gomul.
Aftaná mótasýningina sang Magni Christiansen nakrar sangir.
Mitt í høllini vóru stólar og borð sett um, har høvið var at sessast og fáa sær ein bita at eta. Smyrjibreyð og rís a la mande vóru til tey svongu, meðan okkurt lætt, søtt var til tey, sum bara høvdu hug til ein drekkamunn.
Millum 2000 og 3000 plaga at vitja sølustevnuna, sum er afturvendandi tiltak tá stundar móti jólum. Tølini fyri sølustevnuna hesuferð, hava vit tíverri ikki fingið uppspurt.
Tað er NSÍ, sum skipar fyri sølustevnuni.