ikki verið altíð. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat hevur Hull við skip at gera í dag. Havnin er tóm, og restirnar bera ikki boð um at skip nakrantíð hava verið her sum so. Tó var tað ein tíð og hon er slett [...] Hjørdis Kjærsgaard. Ein gøtuskuri í Gool Vit eru á veg á eina skipavitjan, presturin og undirritaði. Eitt farmaskip úr Gøtu, Skurin, hjá partafelagnum Hera Thomsen, liggur í Gool. Tað er ein veit langt inni [...] og heldur á fram, eisini um ein ikki sæst og rennir á dyrnar dagliga. Men skiparin var ikki umborð, tá vit komu. Hann var, saman við hinari manningini, farin niðan til ein Argus handil, sum lá í nánd at
fyrireikað uppihaldið hjá teimum sera væl. Hetta var ein liður í okkara VPG-skeiði. VPG stendur fyri voksen peda-gogisk grundkursus, og hetta var ein sera góður háttur at royna at undirvísa og leggja til [...] talu - og skrivifrælsi var ein av grundarsteinunum undir einum demokratiskum samfelag, og at fjølmiðlar altíð eiga at vera kritiskir og objektivir. Her var heilt avgjørt ein stórur munur á journalistisku [...] skuldu vísa teimum býin, hildu vit at ein sera týdningarmikil partur var at vitja Fólkatingið. Tey hildu tað vera sera flott og áhugavert, men hetta kom eisini at vera ein sera stuttlig vitjan. Tá vit vóru
Tað er ein stór avbjóðing. Tað er nakað um tað, at tann politiska skipanin er ein av stóru óvissunum fyri vinnuna. Og her kann ongin flokkur snúgva sær undan ábyrgd. Fiskivinnan er í dag ein kastibløðka [...] okkara landgrunni árliga. Vit vita, at ein lítil stovnur veksur seint. Harafturímóti vita vit eisini, at ein stórur stovnur veksur skjótt. So í dag standa vit við ein krossveg. Vit kunnu velja at gera, sum [...] tons av toski, og tá var gýtingarstovnurin mettur til góð 15.000 tons. Altso ein niðurgongd av gýtingarstovninum á 87% og ein niðurgongd av veiðuni av toski á áleið 84% samanborið við 1976. Høvdu vit fiskað
tiltakinum. Eisini tey hava fingið innbjóðing frá Mærsk Air at koma til frumframførslu. Søgan er tann, at ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við møguleikunum fyri at flyta teir útlendsku gestirnar, sum skulu koma [...] Ferðaráðnum verður sagt, at Nils Malmros, leikstjóri, hevur fyrr lagt eina við, at hann setir sum treyt fyri, at frumsýningin verður í Føroyum, at tað er Barbara, sum er miðdepulin. Tí er tað ógvuliga ósmæðið
fyrigygla sær, at hetta er ein einføld og løtt uppgáva, er tað neyvan nakar, sum ger. Í løtuni liggja 3 lógir í tinginum, ein um samstarvsøki, ein um røkt og tænastu og ein um tey umleið 1000 starvsfólkini [...] til spillis. Einasti taparin eru okkara eldru. Eldraøkið – ein kommunal ella landsuppgáva? At tað er umráðandi at savna eldraøkið undir ein myndugleika, er tað valla nakar, sum er ósamdur/ósamd í. [...] Men semja hevur ikki verið um, hvørt tað skal vera ein landsuppgáva ella ein kommunal uppgáva burturav. Men ístaðin fyri at taka eina politiska avgerð og fáa greiðu á viðurskiftunum, so hevur bara verið
vóru óførir at skipa fyri ymiskum undirhaldandi fyri gestirnar um dagarnar, og ein dagin tók ein av teimum, Sami, okkum við á ein sonevndan Medicin-walk. Vit gingu ymsa staðni runt oynna, og á vegnum greiddi [...] fekk John ein stóran á, og tað vísti seg at vera ein hávur sum var uml. 1,5 m. Hann var eisini tann einasti, sum fangaði nakað, og hávurin smakkaði bara væl til døgurða um kvøldið. Tíðliga ein morgunin [...] oyggin við pálmum. Tað var ein ótrúliga vøkur sjón. Ongin var ímoti okkum á »flogvøllinum«, sum í veruleikanum ikki var annað enn eitt gott bussskýli her hjá okkum. Vit fingu so ein smádrong at fylgja okkum
eitt próvtal verið ein neyv mynd av, hvat næmingurin dugir. Men skúlaverðin er hvørki fullkomin ella lýtaleys. Helmke minnir okkum á, at ein lærari er ikki bara ein lærari. Ein lærari er eitt menniskja [...] ákærar, ið tráspurdu og bíðaðu eftir, at teir skuldu snáva. Tá ið ein hoyrir ungfólk kæra sína neyð um ársmet og próvtøl, kann ein spyrja seg sjálvan: Hava tey ungu rætt í tí, tey siga? Eru teirra [...] skúlaárið ávirka bæði ársmetið og próvmetið. T.d. kann ein arbeiðssamur næmingur, fáa eitt hægri met, enn hann hevur uppiborið. Og ein næmingur, ið hevur verið trupul at fáast við gjøgnum árið
ber á mál við hesum uppískoytinum. Tann endurnýggjan, sum er at hóma, er ein endurnýggjan, sum kemur til okkum uttanífrá. Ein endurnýggjan, sum t.d. í Danmark byrjaði fyri 30 árum síðani. At endurnýggja [...] skal heldur fatast, sum nevndin eisini tekur til í formælinum: “eitt íkast frá okkara egnu tíð og ein ábending um, hvussu sálmasangurin kann verða endurnýggjaður.” Eitt uppískoyti eigur ikki ikki at verða [...] enn í einari veruligari sálmabók. Og tí skal hetta nýggja uppískoyti eisini metast út frá hesi treyt. Sálmasangurin Hetta at syngja saman hev¬ur í øldir verið partur av felags¬lívi hjá teimum, sum í
sturin er tann seinasti, áðrenn ein er komin á mál í starsvstiganum umborð, og tá ein er staddur her á ovasta trininum, áðrenn ein er útnevndur til kaptain, so skal ein eisini kunna alt sum kemur fyri [...] varð framd í New York. Sjómenn merkja hana allastaðni og í USA í serdeilisheit. Ein oljuhavn er ein oljuhavn, og tær eru eins keðiligar allastaðni tú kemur í heiminum. Har er einki annað at tað, sum tænir [...] hann. Vit eru nú ikki á skiparakamarinum, sum er sum ein stór stova til støddar. Og tá eg skrivi stór, so meini eg stór. Á skrivstovuborðinum stendur ein fín gáva útstillað, eg kann ikki siga hvør hon er
fleiri øldir, men nú hevur tú eina støðu, ein McCarthyistandi vinstravong, ið letur hjúnabandið upp á víðan vegg hjá statinum at definera tað av nýggjum—og fyri ein liberalistsum meg, er hetta at fara kilometrar [...] er altso, sum er, í góðum hondum, og er jú eksklusivt á tann hátt, at ein og hvør kann giftast samtíðis við, at tað ikki er fyri ein og hvønn. Annars er tað ikki “eksklusivt”—DOH! Og einasti felagsnevnari [...] pliktan at gera, andliga sum praktiskt. Eg góðtaki, at staturin altíð hevur gjørt sær dælt av og verið ein meklari av hjúnabandinum. Hann hevur ansað eftir tí. Hann hevur brúkt og broytt tað. Summatíðir til