Eitt uppískoyti, men lítil endurnýggjan

Sigast kann, at tað er stórhending, tá nýggj sálmabók, ella sum í hesum førinum, Sálmabókauppískoyti verður givið út. Í formælinum sigur nevndin um verkætlanina, at uppískoytið einans er eitt “ávegis verk”, sum kan geva eina ábending um, hvussu sálmasongurin í Føroyum verður endurnýggjaður.

Leif Hansen

-----
Eitt uppískoyti
At savna, geva út og autorisera eina sálmabók er stórarbeiði og eigur at verða væl umhugsað og einans litið fólki upp í hendur, sum hevur skil fyri ymiskum tættum sálmasangi viðvíkjandi. Slíkt arbeiði verður ikki gjørt á hvørjum degi, og tí er uppískoytið at rokna sum fyrsta stig í arbeiðinum uppá at fáa til vega eina nýggja føroyska sálmabók. Eitt sálmabókaískoyti er nevniliga ikki nøkur nýggj sálmabók, men skal heldur fatast, sum nevndin eisini tekur til í formælinum: “eitt íkast frá okkara egnu tíð og ein ábending um, hvussu sálmasangurin kann verða endurnýggjaður.” Eitt uppískoyti eigur ikki ikki at verða fevnt av somu krøvum, sum vit seta til eina autoriseraða sálmabók. Úrvalið eig­ur at verða breiðari og heldur liberalari enn í einari veruligari sálma­bók. Og tí skal hetta nýggja uppí­skoyti eisini metast út frá hesi treyt.

Sálmasangurin
Hetta at syngja saman hev¬ur í øldir verið partur av felags¬lívi hjá teim­um, sum í Føroyum hava búð. Við sínari sjálvsøgdu savnandi og aktiver­andi natúr, umframt at verða íborin eina kensluborna og hug­burðsmyndandi kraft, er sálma­sangur berandi lutur í protestant­isku guðstænastuni. Sálmasangur kann í innihaldi vera sera ymiskur, men felagsnevnarin er, at her er tað kirkjuliðið, sum kemur til orð­anna og verður aktiverað. Sálma­bøkurnar skula navigera í einum sera ymiskt samansettum kirkju­liði og verður tí ofta eitt kompro­mis millum áhugabólkanar inn­an kirkjuna. Avgjørt liggur tí onk­ur sálmur í boðskapi ella kvali­teti á pínu­markinum hjá onkran kirkju­gangara. Kravið til nýggj­ar sálma­bøkur eigur til eina og hvørja tíð vera, sum danski sálma­gransk­ar­in Henrik Glahn tekur til: “Fra mange sider lyder samtidig ønsket – eller kravet! – om fornyelse og aktuali­sering af salmernes poetiske og musi­kalske udtryk, en fornyelse i pagt med tiden.”

Sálmabókin frá 1990
Longu tá núverandi sálmabók kom í nýtslu í 1990 var eyðsæð, at hon í mangar mátar ikki tal­aði til samtíðina, og at sálma­bóka­­nevndin handan bókina var nóg so konservativ í sínari redak­tión av bókini. Børnini og tey ungu vóru nærum gloymd og eyðsæð var at t.d. árstíðssálmanir, brúd­leyps­sálm­arnir og føstusálmanir ikki nøktaðu tann tørv, sum kirkjuliðið hevði á slík­um sálmum. Føroyskt er ikki gamalt sálma-mál, og tí avspeglar føroysk sálmayrking í sera stóran mun danska traditión. Danskur sálmaskaldskapur hevur eyðvitað myndað sálmasang í Føroyum í 400 ár, og tí var tað natúrligt, at tað er tann danska tratitiónin, sum eisini mann teljast millum heimsins bestu, sum føroyskir sálmayrkjarar funnu sítt kjølfesti í. Bróðurparturin av sálmunum í sálmabókunum frá 1960 og 1990 eru tí sostatt týðingar úr donskum.

Sálmaúrval
Ein málsetningur, sum nevndin hand­an uppískoytið ivaleyst hev­ur sett sær er, at fáa teir sálmar til vega, ið sjálvsagt áttu at verið í sálmabókini frá 1990. Uppískoytið kann tí í stóran mun fatast sum eina roynd at dagføra sálmasangin so, at hann í minsta lagið er á ein­um norðurlendskum 1990- støði. Sjálvur havi eg ofta undrast yvir, hvussu tað í sálmabók okkara bar til at umganga fleiri danskar kjarnu­sálmar hjá eitt nú Grundtvig m.a. “Tag det sorte kors fra graven”, “Giv mig Gud en salmetunge” og “Du, som går fra den levende Gud”. Hesir og fleiri aðrir kendir danskir sálmar fyriliggja nú á føroyskum og í høvuðsheitum í góðum týðingum. Nýggjari donsk traditión, sum í 1980’inum og 1990’inum varð intro­duserað í uppískoytum og endiliga kom í Den Danske Salmebog í 2002, er eisini at finna í bókini. Nevn­ast kunna “Du, som gir os liv og gør os glade” og “Du som har tændt milioner af stjerner”. Norski sálmayrkjarin Svein Elling­sen, hvørts sálmar eru blivnir kjarnu­sálm­ar bæði í heimlandinum, Ís­landi, Svøríki og Danmark, er við sínum átta sálmum á veg inn í før­oyskan sálmasang. Sera væl­umtókti dópssálmurin “Fyldt av glæde over livets under”, verður í týðingini hjá Hera Tróndheim ivaleyst framyvir fastur sálmur, tá dópur er. Týðingar eru eisini bulurin í bókini. Av teimum gott 150 sálmunum eru bara gott 40 uppruna føroyskir. Av føroyskum yrkjarum kunna nevnast Sólrun Michelsen sum eigur s












jey sálmar, P.J. Sigvardsen fýra og Mart­in Joen­­sen tríggj­ar. Millum hesar gott 40 upprunasálmar eru heilt víst nakrir, sum kirkju­liðini fara at taka til sín. Nýggi morgunsálmurin “Nú morgun­sólin fevnir fjøll” hjá Sólrún Michel­sen, hevur við sínum svenska summar­sálmadámi heilt víst potentiale til at gerast eitt sálmahitt, kanska serliga um hann verður sungin til okkurt av svensku løgunum, sum passa og hóska til.


Sálmaløg
Flestu sálm­arnir fylgja kendum vers­fótum og kunna tí syngjast til kend løg. Verður blaðað ígjøgnum bókina so sæst eisini, at tað í stóran mun verður víst til gomul og kend løg. Serliga beit eg merki í, at í seks av sjey sálmum hjá Sólrun Michelsen verður víst til gomul sálmaløg. Ein sjálvsagdur partur av einari endurnýggjan av sálmasanginum eigur at verða, at nýggj løg verða innsungin. At einans áleið 15 føroysk upprunaløg eru við í bókini er at undrast á. Eg skilji púrt einki av, at eitt nú Knút Olsen einans hevur tvey løg við í bókini. Serliga havandi í huga, at hann í 2012 lat úr hondum eitt savn við 65 sálmaløgum. Knút hevur t.d. nýtt lag til týðingina hjá P.J. Sigvardsen av íslendska “Slá Þu hjartans hørpu­strengi” í áðurnevnda lagsavni. Í Uppí­skoytinum verður ístaðin víst til “Jesus, tíni sár og pína” Genéve 1551. Nýtt í føroyskum sálma­bóka­út­gávum er, at nótar eru skrivaði til løgini. Hetta eru nógv uttan iva glað fyri. Tó harmist eg um, at hvørki becifring ella tekstur er settur við nótanar. Hetta er heilt einfalt ikki nóg gott, og eigur at verða fingið í rætt lag um nýtt upplag skal prent­ast.

Til børnini og tey ungu
Knappir 40 sálmar og sangir eru ætl­aðir børnunum og teimum ungu. Verður sæð burtur frá frálík­um sálmum sum “Máni og sól”, jóla­sang­unum og øðrum einstøkum sangum, so tykist ambitiónsstøðið hjá nevndini at verða út av lagi lágt, tá um henda týðandi tátt í sálma­sanginum viðvíkur. Kend­ir og ofta hjálparleysir sunnu­dags­­skúla­sangir mynda í alt ov stóran mun barnatilfarið. Slíkir sangir kunna sjálvandi brúkast til sunnu­dags­skúla­arbeiði, men hoyra ikki heima í einari guðstænastu. Krøv um poetiskan kvalitet eigur eisini at verða sett til barnasálmar og -sangir. Avspeglar Uppískoytið tað føroyska andaliga sangtilfarið fyri børn, so liggur eitt arbeiði fyri framman og bíðar eftir dugnaligum yrkjarum og sangskrivarum.

Lítil endurnýggjan
Eg loyvi mær at ivast í, hvørt mál­s­etningurin hjá nevndini at geva eina ábending um, hvussu før­oyskur sálmasangur kann verða endur­nýggjaður, ber á mál við hes­um uppískoytinum. Tann end­ur­nýggjan, sum er at hóma, er ein end­urnýggjan, sum kemur til okkum uttanífrá. Ein endurnýggjan, sum t.d. í Danmark byrjaði fyri 30 árum síðani. At endurnýggja sálmasangin hava føroyingar ongantíð sjálvir roynt, og tí skula vit ikki vænta at sálmayrking, lagasmíð og sálma­sangur við eitt skal fara nýggjar leiðir. At eitt so fáment land sum okk­ara hevur fyri neyðini at hyggja út um landoddanar eftir sálma­skaldskapi er heldur eingin ólukka. Dygdarsálmar verða sum kunn­ugt týddir til nógv ymisk mál, og hevur tað eisini verið siðvenja heilt frá Luther’sa døgum. Tó er av størsta týdningi, at leitað verður við ljós og lykt, so vit ikki koma út fyri, at onkur føroyskur dygdarsálmur liggur eftir, og at tað, sum verður útgivið, bara er næstbest. Hetta seinna er at hóma í uppískoytinum. Kirkjunnar myndugleiki eiga at miða fram móti, at føroyingar fáa eina nýggja føroyska sálmabók í 2020. Við Uppískoytinum er hendan til­gongdin byrjað. Men Uppískoytið vísir okkum eisini á, at nógv arbeiði er eftir at gera, áðrenn tað fer at bera til hjá bispi at autorisera eina nýggja sálmabók.