Annika Olsen, Landsstýriskvinna í almannamálum
-----------
Tikið verður til, at leingi er tað, ið væl skal vera. Í politisku skipanini hevur tað tey seinastu 20 árini verið tosað um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tað hevur verið nógv tos, og tað hevur verið nógv kjak, óteljandi politiskir pallborðsfundir og kjak í útvarps- og sjónvarpsstovum. Álit eru skrivað upp í leypar um hetta mál umframt, at arbeiðsbólkar hava sitið í hópatali og viðgjørt spurningin um, hvussu eldraøkið skal skipast. Nevnast kunnu úr rúgvuni t.d. :
• Grøna álitið frá 1996
• Tilmæli frá arbeiðsbólki varð handað landsstýrinum 2002
• Álitið “Kommunur, eindir og uppgávur” varð handað landsstýrinum í 2009
• Tilmæli um eldrapolitikk varð handað í 2012
Tað, sum øll hesi álit og tilmæli hava til felags er, at tey mæla til, at greiða má fáast á fløkta myndugleikabýtinum millum land og kommunur, og at vald og gjald skal fylgjast at til tess at tryggja fakliga dygd og trygd, soleiðis at borgarin fær so góða tænastu sum gjørligt.
Fortreytin fyri einum skynsamum rakstri og menning kann bert fáast, um ógreiðan á myndugleikabýtinum verður greidd, og at vald og gjald veruliga fylgist at.
Hvat viðvíkur setanarviðurskiftunum hjá starvsfólkunum, so eru hesi somuleiðis ógreið, har nøkur starvsfólk hava starvsstað hjá landinum, nøkur hjá kommununum og nøkur eru starvsett á sjálvsognarstovnum. Úrslitið av hesum er, at starvsfólkaorkan ikki verður gagnnýtt optimalt, og harvið fer faklig vitan og kunnleiki til spillis. Einasti taparin eru okkara eldru.
Eldraøkið – ein kommunal ella landsuppgáva?
At tað er umráðandi at savna eldraøkið undir ein myndugleika, er tað valla nakar, sum er ósamdur/ósamd í. Men semja hevur ikki verið um, hvørt tað skal vera ein landsuppgáva ella ein kommunal uppgáva burturav. Men ístaðin fyri at taka eina politiska avgerð og fáa greiðu á viðurskiftunum, so hevur bara verið tosað um trupulleikan tey seinastu 20 árini. Hendan samgongan hevur nú tikið ta avgerð at fáa skipað viðurskiftini hjá okkara eldru borgarum við at leggja økið fult og heilt til kommunurnar at umsita tann 1. januar 2015, tí vit meta, at hetta fer at gagna okkara eldru borgarum. Grundgevingarnar fyri hesum eru m.a. at:
• Kommunurnar hava víst eldhuga fyri økinum, og hava sýnt fyritakssemi til tess at útbyggja eldraøkið við eitt nú ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum (treyðugt so við stuðli úr landskassanum)
• Kommunurnur hava borg-aran tættari inn at sær og síggja tann dagliga tørvin hjá borgaranum.
• Politisk ábyrgd verður lættari at staðfesta, tí við ógreiðu viðurskiftunum í dag, er tað ikki altíð greitt fyri øllum borgarum, hvør ið hevur veruliga ábyrgd av hvørjum.
• Tað er skjótari frá tanka til gerð. T.d. at seta eitt dagtilboð á stovn ella eitt nú at fáa telefonlinju til familjur, ið verða raktar av eitt nú demenssjúku. Hetta kann í ringasta føri taka fleiri mánaðir at fáa avgreitt í løgtinginum orsakað av tungum politiskum mannagongdum, meðan hesi somu viðurskifti kunnu avgreiðast eftir fáum døgum undir kommunalum myndugleika.
• Kommunurnar hava víst í verki, at tær megna at yvirtaka tung og týdningarmikil mál t.d barnaansingarøkið.
• Vit hava álit á, at kommunurnar eru førar fyri at lyfta hesa uppgávu til fulnar. Hava vit ikki hetta álit, so er spurningurin, hví vit yvirhøvur skulu hava kommunur.
Eg kann leggja afturat, at kommunurnar eiga stórt rós uppiborið fyri tað fyritakssemi, tær longu nú hava víst í sambandi við at yvirtaka eldraøkið - hetta við at seta ymsar arbeiðsbólkar at koma við uppskotum og hugskotum til, hvussu tænastan kann gerast enn betur undir kommunalum myndugleika.
Fyrsta føroyska eldralógin
Í Føroyum hava vit onga eldralóg. Tænastustøðið er sera ymiskt kring landið í dag, vantandi gjøgnumskygni valdar, og okkara eldru hava onga veruliga lógartryggjaða rættartrygd. Vit hava alskyns lógir á øllum økjum, men viðurskiftini hjá okkara eldru eru ongantíð samlað í lóggávu. Tað ber altíð til at finnast at hesum og hasum, men eg fegnist veruliga um hetta stóra stigið í føroyskum lóggávusmíði, sum nú er borið løgtinginum til viðgerðar, og sum fer at tryggja okkara eldru borgarum eina betri tænastu. Ynskilistin hevur, gamaní, verið langur í sambandi við hetta arbeiði, bæði hjá fakfólkum, áhugafeløgum og kommunum. Mítt arbeiðið hevur verið at finna eina javnvág millum hesi.
Ein grundleggjandi fortreyt fyri útleggingini av eldraøkinum var at fáa til vega eina eldralóg, eina rammulóg, sum kann regulera viðurskiftini á økinum. Tað fyrsta stigið í hesari tilgongdini var at orða ein eldrapolitikk, sum skuldi vera virðisgrundarlagið undir eldralógini. Ein breitt umboðandi arbeiðsbólkur handaði mær í 2012 eitt tilmæli til eldrapolitikk – trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska. Ein av aðalhugsjónunum í politikkinum er at virða sjálvsavgerðarrættin hjá okkara eldru. Somuleiðis er fyribyrging og menning eisini ein aðaltáttur, soleiðis at okkara eldru kunnu búleikast sum longst í egnum heimi, og atlit skulu takast til heilsu og trivnað hjá okkara eldri borgarum. Hesi virði síggjast aftur nú í endamálsorðingini § 1 í uppskotinum til lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., har eisini sjálvsavgerðarrætturin er staðfestur.
Rættartrygd, ávirkan og opinleiki
Atfinningarsamar røddir hava brúkt nógva orku uppá at tekna ræðumyndir um fyrstu eldralóg okkara. Orð sum manglandi rættartrygd, onki minstamark, onki tænastustøði v.m. hevur rungað í almennu miðlunum hesa seinastu tíðina, men er hetta veruligi sannleikin um hetta drúgva lógarverk ? Sjálvsagt ikki ! Eldralógin er eitt valaverk, sum embætisfólk í almannamálaráðnum eiga stórt rós uppiborið fyri. Okkara eldru borgarar fáa t.d. fyri fyrstu ferð ein lógartryggjaðan rætt, at tey skulu hoyrast í øllum týðandi broytingum, sum henda innan eldraøkið og víðari kann nevnast, at lógin tryggjar:
• At sjálvsavgerðarrætturin hjá okkara eldru er lógarásettur.
• Tilboð til heimavitjanir til øll, ið eru fylt 75 ár.
• Fráboðanarskyldu hjá starvsfólki og læknum um hesi fáa kunnleika um viðurskifti, ið geva gruna um, at tørvur er á persónligari hjálp, røkt ella stuðli, ella tá borgarin á annan hátt livir undir ónøktandi korum.
• At kommunurnar skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina.
• Trygd fyri, at borgari við størsta tørvi fær í boði eitt samskipað heildartilboð.
• At allar avgerðir skulu takast út frá einari fakligari tørvsmeting.
• At borgarar skulu í størst møguligan mun verða hoyrdir í týðandi umskipanum og bygnaðarbroytingum, sum hava ávirkan á tænastuna í økinum.
• Eldraráð kunnu setast á stovn – hetta eisini til tess at geva teimum eldri so stóra ávirkan og leiklut sum gjørligt.
• Samstarvsráð skal veljast á hvørjum einstakum røktarheimi við umboðum frá m.a. búfólkum, avvarðandi og starvsfólkum. Hetta fyri at bøta um samskifti og kunnleikan um ymisk viðurskifti á heiminum partarnar millum.
• Kommunurnar skulu kunna um, hvørji tilboð og tænastur hesar veita (almenn kunngerð av tænastustøðinum).
• Kommunurnar skulu savna hagtøl um tænastur og lata øðrum mynguleika hesi.
• Eftirlit við økinum fyri fyrstu ferð verður ásett í lóg.
• Okkara eldri borgarum kærumøguleikar um ónøktandi viðurskifti.
Lógin tryggjar sostatt í nógv størri mun ein opinleika um tænastur, rættartrygd hjá okkara eldru at verða kunnaði og hoyrd og at vera við, har avgerðir skulu takast, og ikki minst at okkara eldru fáa eina betri rættartrygd og harvið trygd fyri einari betri tænastu enn í dag.
Føroya størsta nýskipan krevur enn drúgt arbeiði
At leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita er Føroya størsta nýskipan, og at fyrigygla sær, at hetta er ein einføld og løtt uppgáva, er tað neyvan nakar, sum ger. Í løtuni liggja 3 lógir í tinginum, ein um samstarvsøki, ein um røkt og tænastu og ein um tey umleið 1000 starvsfólkini, sum skulu flytast undir annan myndugleika at arbeiða, umframt at lóggáva um tey fíggjarligi viðurskiftini er ávegis. Enn er langt á mál, til vit kunnu siga, at alt eldraøkið er leyst og liðugt og liggur í tryggari legu. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu greinast og viðgerast í tøttum samstarvi við kommunurnar hetta árið, og nógvir arbeiðsbólkar eru settir til tess at viðgera hesi og koma ásamt um markamót, kunngerðir, skipanir og ognir av ymsum slag, soleiðis at okkara eldru kunna kenna seg í tryggum og góðum hondum undir kommunalum myndugleika eftir 1. januar 2015. Vegurin er langur niðan á sýnina - niðan á fjallatoppin, og hóast varðagøturnar eru greiðar, kann leiðin gerast tung og snávingarsteinarnir nógvir. Urðargrót og brattlendi kunnu gera, at neyðugt verður at fáa sær hvíld ella at finna aðrar leiðir niðaná. Men tað týdningarmesta er, at vit í dag kenna kósina, vit vita hvønn veg, vit skulu ganga til tess at røkka niðan á fjallatoppin og njóta útsýnið.