Tað kann í ringasta føri enda við, at frumsýningin í Føroyum verður avlýst, um privat feløg fara at nýta tiltakið til handilslýsingar, sigur leiðslan í Ferðaráði Føroya.
Hetta verður sagt í samband við, at Mærsk Air bjóðar til samkomu í samband við stjóraskifti, har frumsýningin av Barbaru samstundis verður tvinnað uppí.
»Hatta man leiðslan í Ferðaráðnum hava misskilt,« sigur umboðið hjá Mærsk Air í Føroym, Uni Danielsen.
Úrslitið av mótmæli Ferðaráðsins er, at Mærsk Air hevur avlýst alt tiltakið, talan var um.
Mærsk Air ætlar eftir øllum at døma at gera reklamu burtur úr Barbaru.
Felagið hevur sent innbjóðing út, har tað sær út sum, at tað er Mærsk, sum stendur fyri frumframførsluni í Føroyum.
Boðið verður til døgurða, har høvið verður at heilsa upp á fráfarandi og komandi stjóra felagsins, samstundis sum boðið verður til framførsluna í Norðurlandahúsinum.
Viðmerkt er, at av tí, at atgongumerkini til Barbaru er avmarkað, er neyðugt at siga frá innan 10. september.
Ongi atgongumerki
Men Mærsk Air eigur als ongi atgongumerki at bjóða út.
Tað er Ferðaráð Føroya, sum stendur fyri tiltakinum, sum verða skal í Norðurlandahúsinum, og Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í mentamálum, er vertur fyri øllum tiltakinum. Eisini tey hava fingið innbjóðing frá Mærsk Air at koma til frumframførslu.
Søgan er tann, at ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við møguleikunum fyri at flyta teir útlendsku gestirnar, sum skulu koma til frumframførsluna, til Føroya. Í hesum bólki hevur Mærsk Air luttikið saman við Atlantic Airways og Ferðaráði Føroya.
Marita Petersen, tíðindastjóri, sigur tó, at teimum kunnugt, hevur Mærsk ikki luttikið í nøkrum arbeiðsbólki, sum hevur fyrireikað nakað sum helst, soleiðis sum Ferðaráð Føroya vil vera við.
»Der har ingen fra Mærsk Air i København deltaget i nogen arbejdsgruppe,« sigur hon.
Hetta er lutvíst rætt, men Mærsk umboðið í Føroyum, Uni Danielsen, hevur sitið í arbeiðsbólkinum.
Síðan er tað hent, at avtalað er, at Mærsk skuldi finna fram til nøkur donsk tíðindafólk, sum ætlandi kundu hugsast at hava áhuga fyri tiltakinum. Tey skuldu so boða Ferðaráðnum frá, um tey høvdu hug at luttaka. Síðan skuldi Ferðaráðið senda teimum atgongumerki.
Hetta er sambært Una Danielsen, umboð hjá Mærsk Air, eftir avtalu við formannin í Ferðaráð Føroya, Petur Oliver í Hoyvík.
Petur Oliver í Hoyvík váttar, at teir hava tosað um hetta. Men hann sigur, at hetta, við at lata Mærsk Air savna fólk til framførsluna, kom rættiliga seint í. Tá var longu plásstrot frammanundan, sigur Petur Oliver í Hoyvík.
Men av tí, at tað frættist, at fleiri av teimum stóru donsku bløðunum fegin vildu sleppa við, varð roynt at fáa lagað tað soleiðis, at tey eisini sluppu.
Tað ræður jú um at fáa alla reklamu fyri Føroyum, sigur formaðurin í Ferðaráðnum.
Hann heldur annars, at øllum hesum málinum kundi verið sloppið undan, um bara Mærsk Air hevði viðmerkt, at tað var Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sum beyð til frumsýning.
Tí, sum innbjóðingin er orðað, er lætt at skilja tað soleiðis, at tað er Mærsk Air, sum stendur fyri tiltakinum, og bjóðar til frumframførslu í Norðurlandahúsinum. Og ikki bara dønum, men eisini føroyskari pressu og sum sagt sjálvum vertinum.
Á Ferðaráðnum verður sagt, at Nils Malmros, leikstjóri, hevur fyrr lagt eina við, at hann setir sum treyt fyri, at frumsýningin verður í Føroyum, at tað er Barbara, sum er miðdepulin.
Tí er tað ógvuliga ósmæðið av Mærsk Air at koma við hesi innbjóðingini, ið ætlað er sum reklama fyri felagið.
Serliga tá hugsað verður um, at Mærsk Air als ongi atgongumerki hevur yvirhøvur.
Mærsk umboðið í Føroyum, Uni Danielsen, sigur, at hetta við at seta framsýningina í vanda, kennir hann einki til.
Niels Malmros hevur sagt, heldur Uni Danielsen uppá, at undir sjálvari frumsýningini vil hann fegin hava, at øll umtala snýr seg um filmin. Tá meinar hann við, at tað hevði verið gott, um ikki aðrar reklamur vóru at síggja, sum tóku áhugan frá sjálvum filminum. Men at tað skal liggja nakað forboð í hesum móti at lýsa við Barbaru í øðrum samanhangi, dugir Uni Danielsen ikki at skilja.
Hann heldur, at tað átti at verið líkamikið, hvussu, og við hvørjum, ferðafólk komu til Føroya. Tað, sum um ræður, er, at tey koma til Føroya.
Annars sigur Uni Danielsen, at Mærsk Air longu mikudagin vendi sær til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann í mentamálum, við eini umbering fyri, at hendan innbjóðingin var komin soleiðis fyri, og væntaði harvið, at sakin var úti av verðini.
Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, váttar, at hann hevur fingið hesa umbering frá Mærsk Air.
Stjóraskifti
Marita Petersen, tíðindastjóri hjá Mærsk Air, váttar, at tá hesar innbjóðingar vórðu sendar út, var sjálvsagt havt í huganum, at tær kanska kundu fá nøkur ferðafólk at flúgva við Mærsk Air.
Høvuðsendamálið, sigur Marita Petersen, var at kunna um stjóraskiftið í Mærsk Air, nú Bjarne Hansen, stjóri, fer í annað starv í A. P. Møller koncernini. Hann tekur við sum stjóri í Mærsk Contracters.
Nýggi stjórin í Mærsk Air eitur Flemming Knudsen, og hetta skuldi verða hansara fyrsta Føroyaferð.
At tað so fall saman við frumsýningin av Barbaru, varð hildið at vera eitt gott høvið til at siga frá stjóraskiftinum hjá Mærsk Air.
Men tá innbjóðingarnar fóru út, vórðu eisini Føroya Ferðaráð og Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, millum tey innbodnu.
Og hetta fekk leiðsluna í Ferðaráðnum at tala at háttinum, Mærsk Air brúkti til tess at marknaðarføra nýggja stjóran.
Hildið varð ikki, at tað var rætt at blanda Barbaru upp í eitt stjóraskifti í einum donskum flogfelag.
Hetta varð gjørt felagnum greitt, og úrslitið varð, at alt tiltakið varð avlýst.
Bjarne Hansen, stjóri í Mærsk Air hevur svarað Føroya Ferðaráði aftur, har hann sigur seg vera: »..uforstående og skuffet over reaktionen fra Ferðaráð Føroya.«
Hóast alt tiltakið, við ferð til Føroya, døgurða, rundvísing og mentunnartiltaki í Føroyum, umframt Barbarusýningina, er avlýst, sigur Marita Petersen, tíðindastjóri hjá Mærsk Air, at danska pressan fær møguleika at síggja filmin, hóast hetta ikki verður í Føroyum. Tað verður so í staðin í eini biohøll í København, har Mærsk Air fer at keypa teimum nøkur atgongumerki.
Statistarnir fáa boð
Annars er tað framleiðarin, Per Holst Film, sum hevur ábyrgdina av, hvør sleppur við til fyrstu sýningina í Norðurlandahúsinum. Men Ferðaráð Føroya samskipar og sendir atgongumerkini út.
Eini hálvtsættahundrað fólk fara helst at verða við. Tað eru sjónleikarar, sponsorar, statistar og slík, sum hava verið við til upptøkurnar.
Hesar innbjóðingarnar fara út fyrsta dagin.
Tað er soleiðis, at føroyingar hava verið statistar bæði í Føroyum og í upptøkum, sum gjørdar eru uttanlands. Og tað eru tey, sum hava verið við í Føroyum, sum sleppa í Norðurlandahúsið.
Hini, sum hava verið við uttanlands, verða boðin til frumsýningina í Danmark. Hon verður í Imperial tann 2. oktober, sigur Mogens Dester frá Per Holst Film.
Hann sigur samstundis, at tað gongur rætta vegin við filminum, sum verður liðugur til tíðina, undirstrikar hann.
Mogens Dester er ivaleysur í, at hann sjálvur verður til heimsfrumframførslu av Barbaru í »Nordens Hus i Thorshavn« tann 28 september.