Sosialurin, Hull: 39.000 tons av blýfríum bensini hevði helst sæst aftur í føroyska húsarhaldinum undir verkfallinum herfyri. 39.000 tons er mongdin sum millum annað John Mørkøre, skipari úr Klaksvík og Jens Christian Simonsen, yvirstýrimaður av Grømma á Viðareiði, skulu føra yvir um Atlantshavið í hesi vikuni. Tá tit lesa hetta hava teir longu loyst, eftir ætlanin skuldu teir avstað mánakvøldið klokkan sjey.
Sosialurin er við hjálparmanninum á Føroysku Sjómanskirkjuni í Hull, Henrik Olsen, á skipavitjan í Immingham, har Torm Gertrud liggur og lastar bensin. Tað lá ikki fyri hjá prestinum Hjørdis Kjærsgaard í dag, hon skuldi umboða kirkjuna til ein móttøku hja The Mayor, borg-meistaranum í Hull. Tríggir havnabýir við munnan á stóru Humber ánni. Norðan fyri liggur Hull, sunnan fyri nakað yvir av Hull liggur Immingham, og ytst á syðra munnanum liggur Grimsby, einaferð størsta fiskivinnuhavn í heiminum. Vit síggja vitan í innsiglingini til Grimsby, her vit standa á veg út til Torm Gertrud. Áðrenn vit koma til inn-koyringina til oljuhavnina vísir Henrik mær, hvat teir føroysku flakatrolararnir, Sundaberg, Enniberg og Vesturvón plaga at liggja. Teir eru eisini stór skip, sætt í mun til sleipibátarnar vit koyra framvið, men jollur í mun til stóru skipini hjá DFDS, sum liggja skamt í frá. Alt er jú relativt. Henrik er júst blivin prestvígdur og hann skal halda gudstænastuna í morgin. Hann er meira tigandi enn vanligt, tað er nokk prædikan, sum melir í høvdinum á honum.
Strangt eftirlit
IOT, Immingham Oil Terminal eitur havnin, sum vit skulu vitja, og teir eru strangari í portrinum í dag enn vanligt. Undirritaði sleppir ikki at taka fototól við, líka mikið hvussu stóran ómak eg geri at yvirtala vaktarmannin. Vísi honum pressukortið, men uttan úrslit. Jú pressukortið hjálpir eitt sindur, tí tað fær hann til at ringja til onkran, sum er yvir honum, men úrslitið er tað sama, telefon og fototól má vera eftir hjá vaktarmanninum, skulu vit umborð. Nú datt líka sum hugskotið við hesi skipavitjanini burtur fyri mítt viðkomandi, eri ikki longur í starvi sum hjálparmaður hjá presti úti í heimi og fór hálvgum súrur umborð. Heimurin er ikki tann sami aftaná 11. september, tá sæð við yvirgangseygum, tann mest væleydnaða yvirgangsatsóknin nakrantíð varð framd í New York. Sjómenn merkja hana allastaðni og í USA í serdeilisheit.
Ein oljuhavn er ein oljuhavn, og tær eru eins keðiligar allastaðni tú kemur í heiminum. Har er einki annað at tað, sum tænir til at flyta oljuúrdráttir úr skipum og í skip. Vaktarmenninir síggja eisini eins linir út, sum teir gera í Singapore og í Hamborg, har eg eri kendur. Í Imminghavn er so væl skipað fyri, at tú kann koyra heilt til skipið, soleiðis er ikki allastaðni. Í eini líknandi havn í Singapore skuldi tú ganga langt og tað í steikjandi hita. Men í Immingham koma vit til skipið í øllum góðum. Niðri á bryggjuni liggja nakrir trossar. Teir eru spildurnýggir, sverir og flættaðir saman. Kranin á keiini er ov lítið til at hiva teir umborð, og manningin á Torm Gertrud sleppur ikki at brúka sínar egnu hivigrejir, fyrr teir eru lidnir at lasta skipið, tað ovasta av tangunum fylt við løgið, sum má vera lættari enn bensin og lokið væl skrúvað á. Tað eru trygdarreglurnar, og eg hugsi, at gott er, at teir eru fyrivarnir. Hugsið tykkum um eldur hevði komið í 39000 tons av bensini, enntá blýfríum, tað hevði verið eitt ordans bál, tað er kalt niður eftir rygginum, tá eg hugsi so. Hvat um tað hendi beint nú, meðan eg eri her?
Viðingur tekur í móti
Ein viðingur, tekur í móti, tá vit koma inn í eftirlitsrúmið umborð á Torm Gertrud. Vit kennast ikki, men hann er blíður og týður. Hann eitur Jens Cristian Simonsen, er av Grømma og omma hansara, Hanna, er ættað av Bakka í heimbygd míni Oyndarfirði. Vit hava beinanvegin nakað til felags at tosa um, um ymiskar eginleikar hjá ymiskum familjum og soleiðis gongur ein løta, til tann fyrsta eitt sindur flovisliga fremmandheitin hevur lagt seg.
Yvirstýrimenn eru teir, sum hava mest at gera umborð á skipunum í handilsflotanum, í hvussu er tá skipið er í havn, og tað er kanska náttúriligt, tí yvirstýrimansposturin er tann seinasti, áðrenn ein er komin á mál í starsvstiganum umborð, og tá ein er staddur her á ovasta trininum, áðrenn ein er útnevndur til kaptain, so skal ein eisini kunna alt sum kemur fyri umborð á skipi.
Jens Christian er 38 ára gamal í dag, og leiðin hjá honum á sjónum er longu drúgv. Akkurát nú, meðan hesar reglur verða skrivaðar, hevur hann sett kós móti Flemmish Cap á veg yvir til Montreal og Quebec og har var hann eisini í sjeytiárunum. Tá var tað bara við einum munandi minni skipi, Sigurfari, sum millum unglingar og dreingir norðanfyri varð hildið at vera eitt stórt skip. Jens Christian engdi, var sárhentur og sá neyvan dagsins ljós í mánaðir, meðan hann kýtti seg umborð á yvirdekkaða Sigurfaranum, eitt stásskip tá í tíðini. Og síðan fór hann á laks við skipi, lá norðuri í oyðuni, langt frá bygdum, og tráaði eftir laksi, sum brúkarin vildi rinda nógv fyri, men sum var so herviliga sinnaður, at hann bara fekst í ódnarveðri. Laksafiskiskapinum rósar fáur, annað enn avrokningini. Og nú er alt hetta eisini søga.
Jens Christian gongur aftur og fram í kontrollrúminum, sum ikki sleppst uttanum, skal tú umborð at vitja størri handilsskip, tí ganga allir vegir ígjøgnum hetta rúmið. Hann hugsar um blýfrítt bensin í tíggjutúsundtonsatali, og at hann ikki sleppir í Settorvuna í ár. Og meðan hann skipar fyri, fortelir hann mær, at tað hevur einki at gera við førligheitina hjá einum manni, hvussu tungur hann er at draga upp úr berginum, heldur hvussu hann dugir at bera seg at í línuni. Hann skipar til skyldmannin hjá sær, morbróðurin, løgmaður, sum er tiltikin lættur at draga. Rópt verður allastaðni eftir Jens Christiani, meðan hann gongur tungt klyvjaður av ymiskum telefonum og so rópar hann á skiparan og fortelir, at gestir eru komnir umborð.
Mørkøre, men ikki av bakaraslagnum
John Mørkøre er 43 ára gamal klaksvíkingur. Hann er ættaður av Myrkjanoyri, sum onkur danskur prestur hevur forbronglað til Mørkøre. Hann er ikki nær í familju við teir kendu fótbóltsbrøðurnar úr Klaksvík, men heldur við Kjartan Mørkøre, emeritus, íð merkir leysliga prestur, sum hevur lagt frá sær vegna aldur.
John gongur í stuttum buksum í kaki, og vóru tað ikki tær fýra strípurnar á herðunum, sum skulu verða sjónligar, tá skipið er í havn, so sá tú slett ikki á honum, at hann var skipari. Umborð á Tormskipum hava teir ongantíð borið orð fyri at verið formligir og trivnaðurin er góður umborð, tí ikki er langt millum skipara og deksdrong. Hetta fortelja teir mær ikki umborð á Torm Gertrud, eg veit tað frá mongu skipavitjanunum í Singapore fyri nøkrum árum síðan.
- Eg havi verið skipari á hesum skipinum, síðan tað var bygt. Tað er ikki so gamalt, fór fyrsta túrin 26. november í fjør. Skipið er bygt í Korea og roynist væl. Rullar eitt sindur í ballast, men rørir seg ikki við last, sigur John Mørkøre og er eitt sindur errin av skútuni.
Hugsar tú ongantíð um vandan, um alt fer í luftina, tá tú siglir við 39.000 tonsum av bensini?
- Nei, um eg allatíðina hevði hugsað um vandan, so hevði eg ikki siglt. Vit gera tað sum forskriftirnar siga, og so er ikki meira at gera. Tann løgurin, sum liggur oman á bensininum, má ikki innihalda meira enn 8 prosent ilt, so skuldi ikki borið til, at eldur kom í, sigur John Mørkøre.
Hann hevur siglt 13 ár við Torm og tey seinastu fimm árini hevur hann verið skipari. Hann byrjaði sum 2. stýrimaður og fór so spakuliga niðan trappurnar. Hann er fegin um at kunna sigla saman við føroyingi, tað hevur nógv at siga fyri trivnaðin at kunna tosa føroyskt saman, men leggur hann afturat, tað gera vit bara, tá vit eru einsamallir.
- Eg og Jens Christian hava siglt saman fyrr, tá var eg yvirstýrimaður, tað var í 1994 við Torm Kristinu, men nú rokni eg ikki við, at eg sigli leingi saman við honum afturat. Hann fær skjótt sítt egna skip sum skipari, sigur John Mørkøre. Í 1994 var eisini Jógvan Horn á Sandi við sum 2. stýrimaður. Hann er skipsverkfrøðingur í dag.
John hevur eisini verið fiskimaður. Hann byrjði sína karrieru við Sjúrðaberg í 1977, og tá átti Kjølbro framvegis skipið. Sjúrðarberg er til enn og eitur í dag Ljósafelli.
Fimm føroyskir skiparar
15 føroyingar sigla við Torm í løtuni og harav eru ikki færri enn fimm føroyskir skiparar. Teir eru Kristian Joensen ættaður úr Kollafirði, giftur í Fredericia, Mikkjal Poulsen úr Hvalba, Karl ímillum Garðarnar í Klaksvík, John Mørkøre úr Klaksvík og John Petersen úr Klaksvík.
- Eg haldi, at tilgongdin av føroyingum er minkað seinastu árini. Serliga síðan teir fóru undir aspirantút-búgvingina upp á sjey ár. Tað er ov long tíð at binda seg í sjey ár fyri føroyingar. Annars merkir Tormreiðaríið væl, hvussu gongur við fiskivinnuni í Føroyum. Gongst væl, so eru tað færri, sum søkja í handilsflotan og gongst illa, so eru tað fleiri, tað er kanska ein orsøk til, at teir ikki seta alt ov nógvar føroyingar í starv í senn, sigur John Mørkøre.
- Annars er hetta gott lív, vit eru tríggjar mánaðar umborð og tríggjar heima. Vit høvdu hugsað okkum at verið tíggju vikur úti og tíggju heima, so hevði tað passað við at vit vóru heima onnur hvørji jól. Sum nú er broyta vit útmynstringina eitt sindur fyri at fáa hetta til at passa. Teir fýra ovastu umborð hava fast skip. Og tað eru fyrimunir við hesum, tí so kenna vit eisini skipið til fullnar, sigur hann. Vit eru nú ikki á skiparakamarinum, sum er sum ein stór stova til støddar. Og tá eg skrivi stór, so meini eg stór. Á skrivstovuborðinum stendur ein fín gáva útstillað, eg kann ikki siga hvør hon er, men hon er til 9 ára gomlu dóttrina hjá skiparanum. Og størsta gleðin hjá foreldrum við gávum er ofta frá tí hon er keypt og til hon er givin.
- Jens Christian var í landi í gjar, og eg fekk hann at keypa hana, sigur John eitt sindur umberandi.
Norður um lágtrýstini
- Seinasta túr fóru vit gjøgnum Ermasund, men hendan túrin ætla vit okkum norður um Skotland. Hetta kemst av, at vit ætla at sleppa okkum norður um lágtrýstini ella at fáa tey við okkum. Lágtrýstini mala ímóti klokkuni, og tað hevur nógv at siga fyri veður hvørjumegin tú er, eisini um summarið. Vit skulu til Montreal og Quebec, men vit óttast ikki SARS. Vandar eru allastaðni í heiminum, sigur John Mørkøre.
Og meðan vit tosa um vandar, so vísir hann mær bjargingarbátin, sum hongur langt uppi í luftini afturi á reyv. Hetta er ein ordiligur bátur, sum kann sigla gjøgnum eld, og tað er ein ordans brestur, tá hann kemur niður í sjógvin. Bresturin er so harður, at menninir mugu sita í trygdarbelti umborð.
Hann letir lúkuna upp, og vit fara innar. Innan sær báturin út sum ein lítil flúgvari. Her er eitt setur til hvønn mannin og øll neyðug útgerð. Motorur er í bátinum og ein kumpass. Tað er yvirstýrimaðurin, sum skal stýra, hinir skulu bara sita til hjálp kemur, í hvussu er fyrstu tímarnar.
- Hetta er betryggjandi, serliga at hann kann sigla gjøgnum eld, tí søkkur eitt skip sum okkara við bensinlast, so er eldur í og eldur er kring alt skipið á sjónum. Tað er eldur í sjónum. Her duga ikki gummibjargingabátar. Vit venja ofta, og hvør maður veit akkurát, hvat hann skal, skuldi óhappið verið úti.
Skipasosialurin kemur væl við
Teir halda teldutøku útgavuna av Sosialinum, Skipssosialurin, og teir eru sera fegnir um, at hetta kann lata seg gera.
- Skipssosialurin fer avstað við nógvari av míni frítíð. Eg man brúka ein tíma hvønn dagin, hann kemur út at lesa tíðindir heima, og tað er ikki tað sama. Eg veit líka nógv, hvat hendir í Føroyum, sum tey har heima, sigur Jens Christian Simonsen og vísir mær hvussu riggar.
Og nú spyr lesarin kanska, hvar myndirnar til hesa grein eru frá. Vit smuglaðu einki kamera umborð, men føroyingurin er sjálvdan ráðaleysur, teir áttu eitt kamera umborð og vit fingu myndirnar á tann hátt.
Nú í hesi løtu skuldi Torm Gertrud ligið onkunstaðni sunnan fyri og vestan fyri Føroyar og havt undanvind í summarlýðkuni, meðan blýfría bensinið í lastini bíðar eftir at renna niður í stórar amerikanskar biltangar uppmált í gallons.