njóta annars lívið. Og so er tað sjálvandi fótbólturin í Gundadali, sigur Annika, sum er aktiv á fremsta kvinnuliðnum hjá HB, umframt at hon er virkin í felagnum. - Ja, tað var jú í HB at hon fann meg, argar [...] Lat sum um, at eg ikki akkurát mintist, hvar henda ella handa adressan var, og fekk hann at forklára. Sannheitin er, at eg sat í mínum taxabili og ánaði ikki, hvar eg skuldi koyra, sigur Birgir Enghamar [...] saman í niðaru høll í Gundadali. Av givnum orsøkum hevur útskifting verið í hópinum hesi gott 30 árini, gomlu HB’arnir hava spælt saman. Sterk bond eru knýtt hesi árini, og umframt fótbóltin er fyrsta
fáa vøruna í land. Alt var í 200 pund sekkjum tá, og onnur vøra var í stórum kassum. Men tað var so fólk á landi at taka ímóti. Andrias í Horni fekk altíð 200 punds sekkir av mjøli. Harald í Syðradali bar [...] Miðlahúsið er nú, kallaðist Vektarbúðin. Uppi á loftinum varð millum annað ull og fjøður goymd. Eg var nokk so langa tíð í Vágsbotni. Fiskur varð tikin ímóti í Steinpakkhúsinum. Tað er har, Jóan Jakku [...] Salt varð goymt í einum pakkhúsi, sum varð kallað Gamla Brúgv. Leiðarin í Vágsbotni var Rudolf Andersen, sum var systirsonur gamla Restorff. Hann búði á Skálatrøð í hvítu húsunum ovast í Konradsbrekku
Fútarættur er eitt øki, sum er vaksið sera nógv. Hann viðvíkir nógv av teimum mongu húsagangunum, sum hava verið í Føroyum. Eisini er tað ofta uppgávan at royna semju millum fólk. Tað er jú eitt kent [...] verið pensioneraður í 20 ár, og eg royni at vera virkin. Eg havi eisini seyð, sum er eitt gott ítriv. Eisini havi eg verið virkin í Lions í Suðuroy. Børnini eru Heidi f. 1952, sum doyði í jan 1990, Anni f [...] bygdi pápi ein verkstað fast í hjallin. Frá Abbatrøð rann í mínum ungu árum ein lítil á undir verkstaðið og oman í Eystaru vág. Tá tað ikki var turkur, var nóg mikið av vatni í hesi á til neytini. Hetta var
var t.d. í Íslandi í fleiri ár og róði út og var millum teir raskastu. Hann byrjaði sum heilt ungur at rógva út. Tað er um eitt bjargingarbragd Mikkjals eg vildi sagt frá: Tað var ein morgin í 1880-unum [...] Mikkjal til alt í einum, og tað eydnast. Hann kemur í bátin til bróðurin og hinar, sum ikki vistu hvat tað var. Komin í bátin roynir Mikkjal at fáa vent bátinum inn frá boðanum, sum eydnaðist í síðstu stund [...] og Nólsoy úr Havn hvurvu við 43 monnum. - - - Bragdið hjá Mikkjal á Høvda Tað hevur ofta staðið á við opnum bátum. Sum dømi um hetta kann endurgevast henda grein, sum stóð í Dimmalætting í 1941, undirskrivað
ólík tíðin var fyri ein drong, sum hevði sín uppvøkstur í Kollafirði, í mun til í dag. Her hugsi eg ikki minst um tey mongu tól, sum vóru púra ókend í mínari tíð, men sum hvør drongur brúkar nú og stuttleikar [...] og hvat ið var í henni.Mamma hevði seymað mína tasku. Hon hevði honk og skuldi berast í hondunum. Hvat var so í henni? Tað var ABC bókin, ein lítil roknibók, ein talva og penalhús. Í tí var ein griffil [...] Johan hevur búð meginpartin av lívinum í Danmark, har hann hevur verið trúboðari hjá heimamissiónini. Hesin partin av hansara virksemi kemur seinast í hesi røð. Tað er einastandandi, at ein nærum 95 ára
hvørjari veitslu í landinum tann dag í dag. Frændur er bæði spontanitetur og gjøgnumtonktur musikalitetur. Frændur er markleysur fosturlandskærleiki og tuktandi fremstifingur. Frændur er eitt blað í føroysku [...] Symfoniorkestri verða í dag og í morgin. Størsta konsertin nakrantíð Síðani 1992 er eingin verulig nýggj útgáva komin við Frændum, hóast nógv er útkomið frá limunum í bólkinum. Í 1997 gav Eyðun Nolsøe [...] eind, so eingin er í iva um, at tað heldur. Um Frændur so fara í klædning, ella Føroya Symfoniorkestur í turriklæð, ja, tað sæst ivaleyst í kvøld. Men ikki í SvF!
ar. Tað er góðskan í menniskjum. Tað er vínið, tað er dansurin, tað er láturin, tað eru tær ljósu summarnæturnar í Føroyum. Tað er alt hetta, sum ólavsøkan snýr seg um. Hvussu umráðandi tað er at stuttleika [...] Hann var í 1936 settur í starv sum serlækni í tuberklasjúkum á Dronning Alexandrines Sjúkrahúsi í Havn og sanatoriinum í Hoydølum. Saman við sínum trúgvu hjálparfólkum ferðaðist hann ótrýttiligur í fleiri [...] okkum vera, so er vaksandi talið á ungum, sum hava ilt í sálini, helst dømi um ólag í okkara sjálvsfatan. Vandi er í hvørjari vælferð. Hava vit ov stóran skund? Eru vit vorðin ov kravmikil? Er strembanin eftir
líðandi, og í dag er bygdin upp í teimum ruddiligu bygdunum í Føroyum. Tað seinasta arbeiði, ið eg stóð fyri, var at gera vegin niðan fyri bygdina. Í dag verður hesin vegur nevndur »Davidstræti«. Í fyrstani [...] at lastin er full í sjógvi. Róp kom í, alt varð kannað uppi á dekkinum, og tá síggja teir, at skarndekkið er loysnað í bæði borð. Stevnið var eisini gloppið frá, og nú vóru allir menn bidnir í hast at fara [...] um miðjuna á honum. Í lugarinum vóru tveir eldri menn og tveir blaðungir, ið vóru fyrsta túrin til sjós. Annar av hesum, Hendrik Hansen úr Tjørnuvík, býr í dag í Havn og er múrari. Í kahúttani vóru fýra
frá kostskúlalívi í Danmark. Í ein strangan høsnagarð. Skúlagongd bæði í Føroyum og í Danmark er pínufult, ikki tí at tað er pínufult at læra, men tí at skúlin er so fongdur við snævurskygni og happing og [...] úr Skúgvoy er við í bókini, og pátrúgv og demonisering verða sett í perspektiv. Jógvan og Sára Malena umboða vitið, sum er ikki í høvdinum, hjartans og trúar klókskapur skula til, tá ið Marie í svárari neyð [...] temað ella tann politiski boðskapurin í bókini er eisini knýttur at heimtemanum. ”Landið” er ein av leikarunum í bókini og ”hitt landið” er ein mótleikari, tað er eitt sindur troyttandi, at lesa landið
Føroyar í 1943. Var fyrst í Sørvági og síðan 9 mánaðir í Havn. Vanliga vóru vit sendir 18 mánaðir í sama stað, og soleiðis var tað eisini í hesum førinum. Men eg var í Frankaríki tíðliga undir krígnum í 1940 [...] sjálvboðin fór í herin í 1940. Stutt um heimsbardagan Ein fortreyt fyri, at Hanna og Harry funnu saman er 2. heimsbardagi, sum annars er ein tann størsra vanlukkan, sum hevur rakt heimin. Byrjanin er í stuttum [...] kemur frá eini arbeiðaraklassa umhvørvi. Hann er føddur og uppvaksin í býnum Bury norðanfyri Manchester í Lancashire, har tað varð sagt at ”bummull er kongur”. Bæði foreldrini arbeiddu á verksmiðju