Tann nýggja skaldsøgan hjá Gunnari Hoydal ”Í havsins hjarta” er sera væl skrivað, serliga teir partarnir av bókini, sum fyri tað mesta eru um eldri tíð. Har eru livandi persónar í einum spennandi møti millum tey framburðshugaðu prestahjúnini Jørgen og Marie og gudsóttandi, konservativar bygdarmenn við tøttum sambandi við náttúrumagn. Litfagrar, inniligar myndir av bygdum og Havnini um aldarskiftið, men eisini frásagnir um ósemjur bæði hjúnanna millum og á samfelagspallinum, m.a. um tað byrjandi málstríðið, sum skuldi fáa so stóran týdning 100 ár fram í tíðina. Sum tíðin líður , og vit nærkast okkara egnu tíð, verður nertiræðslan meiri eyðsýnd. Setningarnir gerast styttri og meiri varnir, teksturin verður meiri skrásetandi og minni metandi og njótandi og skapandi. Persónslýsingarnar kámari og meiri undirskiltar. Speisemi sum verja ímóti nútíðini og egnum kenslum er eisini sjónskari í teimum pørtum av bókini, sum er um okkum sjálvi. Skrásetingin av av okkara nýggjastu søgu, bankamáli og skipapakkum er uppramsandi, rættiliga keðilig – t.d kapitlið Á dunganum. Har eru heldur eingir livandi persónar við, sum seta tulkingina av veruleikanum í gongd fyri lesaran. Alt mansins vit er ikki í høvdinum. Harafturímóti er eitt kapittul sum Eystanfyri um eina ferð, prestahjúnini fara til Skálavíkar, ein sonn perla. Lyriskar náttúrulýsingar og persónar, sum veruliga liva. Hin gamli Jógvan, abbi smádrongin Dánjal, hevur lívsvísdóm, og hann og Marie skilja hvørt annað, eisini hin tiltikna Sára Malena úr Skúgvoy er við í bókini, og pátrúgv og demonisering verða sett í perspektiv. Jógvan og Sára Malena umboða vitið, sum er ikki í høvdinum, hjartans og trúar klókskapur skula til, tá ið Marie í svárari neyð skal hava hjálp. So við og við fata vit, at okkurt ósagt er millum tey bæði í Todnesi, okkurt, sum ger bókina næstan til eina detektivsøgu. Tá ið ”Undir suðurstjørnum” kom út í 1991, fingu vit fyrstu ferð at síggja hesa serstøku kompositión við nógvum paralellum søgum í eini, eisini í teirri bókini nýtir Gunnar sjálvsævisøguligt tilfar til sína skaldsøgu. ”Í havsins hjarta” hevur nógvar træðrir, sum verða vovnir saman, sum bókin líður. Frásøgukarmurin er myndaalbummið hjá mammuni og skaldsøgurnar, sum mamman vil hava frásøgumanning at lesa fyri sær. Myndirnar eru kámar, og minnini líkaso. Og skaldsøgan, sum mamman vil hoyra, við tí lærandi og smikursøta tónanum er als ikki eftir frásøgumansins høvdi. Vit hoyra nú ikki nógv av ”Eydnulandinum”, men enn betur: vit sleppa sjálvi at síggja og uppliva tann gamla prestin, sum skrivaði bókina. Endar burturferðin ongantíð ? Tey fara heim til Føroyar í 1889, í 1945 og so umleið 1972, í øllum trimum søgunum er ein maður, sum vil gera verk landinum at gagni og ein kona, sum fer úr sínum egna heimlandi við manninum, tí at tey hoyra saman, also konan og maðurin, ja og landið og maðurin. Tónin er eitt sindur dapur í støðum, enntá beiskur. Yvirskriftin á hesum reglubroti lýsir eitt tema, sum liggur krógvað undir temanum ”heim”. Tí at heim er ikki so einfalt, øll eru ikki samd um, hvar heim er. Allarfyrst í bókini verður lisið úr bókini ”Eydnulandið”, og mammu frásøgumansins leingist heim. Hon er gomul, og lesarin hugsar, hevur henni altíð longst heim, endaði hennara burturferð ongantíð. Kapitlið Heim er eitt tað besta í allari bókini, har er tað smádrongurin, sum fylgir við øllum rundan um seg, og hevur hesar stuttligu eygleiðingarnar, tilsipingar til skaldskap bæði hjá Gunnari sjálvum og hjá øðrum t.d. Steinbjørn B. Jacobsen, dansurin á dekkinum og ballið umborð, alt ótrúliga væl skrivað. Ein høvuðspersónur er Marie, prestafrúan á Sandi. Hennara søga verður rættiliga nágreiniliga søgd, og hennara tankar og ynski verða løgd fram. Hennara lív á Sandi er fjart frá tí lívi, hon hevur ætlað sær og ynskt sær, tá ið hon tók studentsprógv og saman við øðrum kvinnum skuldi trína inn á pallar, sum fyrr høvdu verið einans til menn. Men hon er ein persónligheit, og hennara lutur liggur ikki eftir í arbeiðinum á Sandi. Eisini omma frásøgumansins verður søgd at liva sum flóttafólk í stórbýnum, og mamma frásøgumansins, sum eitur eftir Marie, roynir at eggja manninum til at taka arbeiði í øðrum landi, so tey kunna flyta burtur, tað er einsligt at vera endað sum húshjálp hjá einum traðarmanni, sum eisini arbeiðir dag og nátt fyri ”landið”. Ferðing og heimkoma er so vanligt tema í okkara bókmentum, at vit høvdu saknað tað , um tað var ikki við. Vit fáa eina nýggja versión av ferðini hjá frásøgumanninum til Suðuramerika og ferðini heim aftur úr Suðuramerika, og frásøgn er frá kostskúlalívi í Danmark. Í ein strangan høsnagarð. Skúlagongd bæði í Føroyum og í Danmark er pínufult, ikki tí at tað er pínufult at læra, men tí at skúlin er so fongdur við snævurskygni og happing og longsli. Á kostskúlanum verður nógv gjørt burtur úr ítrótti , men okkara frásøgumaður hevur betri hug at sita á bókasavninum og skriva, og her kemur hansara hegni rættiliga til sín rætt. Lýsingin av kostskúlaumhvørvinum er áhugaverd í føroyskum høpi, nógvar lýsingar eru á t.d. enskum av hesum serstaka afturlatna gátuføra umhvørvi við sínum strongu reglum og siðum, men bara Gunnar hevur lýst hetta á føroyskum. Tað politiska temað ella tann politiski boðskapurin í bókini er eisini knýttur at heimtemanum. ”Landið” er ein av leikarunum í bókini og ”hitt landið” er ein mótleikari, tað er eitt sindur troyttandi, at lesa landið og hitt landið alla tíðina og so sjálv seta Føroyar og Danmark inn, eitt sindur sum um tú verður hildin fyri gjøldur. Sjálvandi kann boðskapurin í hesum vera, at tað kundi verið onnur lond, t.d. í Suðuramerika, ella aðrastaðni í heiminum, har eitt land heldur seg eiga eitt annað land, og lesarin má eisini virða, at hetta er ein skaldsøga, sum tað stendur á tittulblaðnum og ikki ein søgubók. Her er heimastýrislógin, Mjørkadalur, býráðið í Havn, tess útbyggingar og korruptión, og røddin er atfinningarsom. ”rættiligar bókmentir” Gunnar hevur granskað nógv, áðrenn henda søgan kundi festast á blað. Eitt nú hevur hann brúkt myndir, og tað er hugtakandi at síggja, hvussu hann gandar søgur burtur úr gomlum avísklippum. Teldan verður eitt gandatól, ein tíðarmaskina, men gandakallurin er sjálvandi Gunnar. Hann kann highlighta eitt andlit og deleta eitt annað, tað ber til at seta eitt andlit av eini nýggjari mynd inn í eina gamla og so framvegis, tilsipingar eru til hesa skrivitilgongd í fleiri støðum, t.d. sigur mamma hansara frá, at nú er sonurin farin at savna tilfar um tey síðstu hundrað árini í Føroyum, og hann brúkar brøv og myndir, hon er eriin og sigur, at hann skrivar rættiligar bókmentir. Ein onnur frásøgusnild er, at lesa burtur úr bók eftir Jørgen, prest fyri mammu síni, so fáa vit einstakar viðmerkingar frá mammuni, tó at hon situr mest og svevur. T.d. lesur frásøgumaðurin eina fyrstapersóns frásøgn um, tá ið prestur fór í ódnarveðri út til Dímunar, og sama hending verður søgd í roykstovuni á Sandi, og tað frásøgufólkið hevur eina heilt aðra søgu um somu hending. Mangar ferðir meðan eg las, rann mær í huga Barbaru, bókina h já Jørgen Frantz Jacobsen um tann nýggja prestin, sum kemur til Føroya, sum kemur inn til fólk úti á bygd og sum skal vitja kirkjufólkið á fjarskotnari oyggj. Nógvar av hesum somu hendingum eru Jørgen og Marie fyri. Bókin hevur undirheitið skaldsøga. Hvat slag av skaldsøgu er hetta so? Ivaleyst lýkur hon treytirnar fyri at vera ein lyklaskaldsøga. Ein lyklaskaldsøga er ein skaldsøga, har ein ella fleiri persónar kennast aftur úr veruleikanum, hóast kanska summi eyðkenni eru broytt. Samstundis er bókin sjálvsævisøgulig, tí at Gunnar Hoydal hevur sum høvuðspersónar langabba sín á Sandi, abba sín Dánjal, pápa sín og seg sjálvan og øll í familjuni. Rasmus Effersøe og Jóannes Patursson, høvuðspersónar í søgu og bókmentasøgu, eru eisini við í søguni, sum fer fram uml. 1889 til 1995. Sum lesarin kanska longu hevur gitt, so er henda skaldsøgan eins og ”Undir suðurstjørnum” skrivað í fleiri fláum ella tíðum. Tað er undrunarvert, so væl Gunnar dugir at skriva fleiri søgur í senn og fáa tær at hanga saman . Træðrir verða flættaðir og brýr bygdar, so at lesarin fær eina heildarfatan av menningini í føroyska samfelagnu, ella kanska eina fatan av, hví so lítil menning hevur verið, hví ”landið ikki vil vera land” nú í 2007.