Í 1919 var eg aftur við Marshall. Hannus hjá Demmusi førdi hana. Um heystið fóru vit niður til Leith við fiskinum. Vit vóru sjey sum fóru niður við. Johannes í Funningsstovu kom sjálvur við sum kendur maður. Tað var av besta veðri.
Eg var eisini við Marshall í 1920 á Suðurlandinum. Hetta ár gjørdist eitt feigdarár. Ikki færri enn 60 fiskimenn mistu lívið á sjónum.
Dias á Heyggi, sum var fiskikongur um hesa tíðina, hevði selt sítt skip Kristina til Kjølbro. Hon bleiv burtur við allari manningini. Onnur skip vóru Helena við 20 monnum og Karin við 13 monnum.
Eg bleiv so sjúkur. Á heimreisuni fór eg at spýta blóð. Eg mátti so fara beint til lækna. Tá var tað lungahindubruni. Heerup var lækni tá. Eg bleiv tríggjar ferðir tappaður frá síðuni av materiu. Hann óttaðist fyri tuberklum, sum tá gingu so illa. Einasta viðgerð, eg fekk, var eitt stórt umslag um allan kroppin. Eg lá heima, tí pláss var ikki á tí gamla hospitalinum. Teir vóru byrjaðir at byggja eitt nýtt hospital. Eg gekk leingi sjúkur og fór nógv aftur.
Fór at arbeiða hjá Restorff
Eg gekk eitt heilt ár fyri einki, áðrenn eg slapp at arbeiða aftur. Eg var nýgiftur. Vit giftust, áðrenn eg fór á Suðurlandið tað árið 12. februar. Eingin hjálp var heldur at heinta. Tað var ikki stuttligt. Ein morgunin, eg var so frægur aftur, fór eg oman í Vágsbotn. Har vóru fleiri, sum vildu hava arbeiði. Tá kemur Poul Johannes hjá Polla Vilhelm til mín. Hann var arbeiðsformaður hjá Restorff fyri alt uttan fiskaturking. Hann sigur: “Tú Albert, tú hevur ligið so leingi sjúkur. Heldur tú teg til at koma til arbeiðis?” Jú, tað helt eg, og tað árið kom eg at arbeiða hjá Restorff.
Arbeiði var fyri ein part lossing. Teir høvdu tveir seglbátar, sum lossað varð við. Tá var jú eingin kei í Havn. Skipini lógu úti á redini, og seglbátarnir sigldu til lands við vøruni. Annar báturin æt Velið, og hin æt Drotningin. Teir sum sigldu við Velinum vóru Hendrik hjá Mouritsi, Kia á Dunga og Kristian Martin. Við Drotningini vóru Nele og Jens Kristian hjá Korneliussi og eg. Viðhvørt var stilli, men tá høvdu vit hesar forferdiliga tungu árarnar at rógva við, ein ár var í hvørjum borði.
Bóru 200 punds sekkir
Vit byrjaðu so tíðliga sum smádreingir at sigla. Heinesen átti tveir bátar. Tann størri æt William, og hin æt Fram. Hesar bátar plagdu vit læna onkran sunnudag, tá tað var gott veður. Vit plagdu at sigla heim undir Argir og norður aftur. Vit koma at kenna hetta við seglum.
Vit løgdu so at teimum brúgvum, sum vóru og máttu so sjálvir fáa vøruna í land. Alt var í 200 pund sekkjum tá, og onnur vøra var í stórum kassum. Men tað var so fólk á landi at taka ímóti.
Andrias í Horni fekk altíð 200 punds sekkir av mjøli. Harald í Syðradali bar hesar sekkir í fetli heilt niðan í mjølstovuna hjá Andrias. Hetta var ein fittur teinur at ganga, og so skuldi eisini upp gjøgnum trappur. Tað vóru knotur í honum.
Teir seldu eisini timbur. Tað varð goymt, har sum reinsaríið hjá meiarínum var. Har sum Miðlahúsið er nú, kallaðist Vektarbúðin. Uppi á loftinum varð millum annað ull og fjøður goymd. Eg var nokk so langa tíð í Vágsbotni.
Fiskur varð tikin ímóti í Steinpakkhúsinum. Tað er har, Jóan Jakku seinni fekk skógvaforrætning. Salt varð goymt í einum pakkhúsi, sum varð kallað Gamla Brúgv.
Leiðarin í Vágsbotni var Rudolf Andersen, sum var systirsonur gamla Restorff. Hann búði á Skálatrøð í hvítu húsunum ovast í Konradsbrekku. Har búði eisini gamli Frans, sonur gamla Restorff. Hann var ein breiður og tjúkkur maður. Hann mundi viga eini 250 pund. Hann átti tveir hestar at ríða á. Mourits hjá Rubekki plagdi at hjálpa við at passa teir og at saðla teir. Frants verður seinni umrødduri í røðini Hendur ið sleptu.
Tá í tíðini handlaði Heinesen heima í Bringsnagøtu í húsunum sum seinni gjørdist handilin hjá Katrinu Christiansen.
Breyt beinið við enskum trolara
Eg fór sjálvur at byggja hús uppi í Bø. Kommunan seldi mær grundstykki fyri 600 kr. Tað var dýrt tá. Sjálvur gjørdi eg tað byggiklárt. Jákup í Mattalág stoypti grundina upp. Mads á Reyni gjørdi tað omaná.
Tá húsini vóru liðug kostaðu tey 8.500 kr. Tað var nógv tá.
Mær dámdi væl at vera á sjónum. Tá kemur ein Hull trolari á Havnina og vil hava átta flekjarar umborð.
Eg fór við. Hann kom bert tann eina túrin. So kom ein Grimsbytrolari árið eftir, hetta var í 1924. Hann skuldi eisini hava átta mans, og eg gjørdist ein teirra. Hesir bretsku trolarar fóru í saltfisk, og tað var tí, teir vildu hava føroyskar flekjarar. Lønin var 200 kr fyri túrin, sum vanliga vardi 30-34 dagar. Teir tóku um 120 tons. Eg var tríggjar túrar við hesum trolara, sum kallaðist Sea King. Tá vit vóru komnir í helvt við seinasta túrinum, hendi eitt óhapp ta einu náttina, vit gjørdu reint. Hann trolaði, og tað var tungur sjógvur. Trolið kom fast í botn. Teir loraðu ikki út av trumluni, sum tað plagar at verða gjørt í slíkari støðu. Annar veirurin knekkaði, og rakti beinið á mær. Eg fekk eitt opið brot, og øll høgra lið var illa løstað. Teir kundu ikki koyra meg í lugarið, tað var ov trongt. So eg varð lagdur á eitt flekiborð frammi undir bakkanum. Sjógvur gekk á. Skiparin skonkti mær ein whisky á flekiborðinum. Tað gjørdi gott. Hann visti ikki ordiliga, hvar hann var staddur. Tað var so tjúkt, og tað var einki at miða seg eftir uttan ein kumpass. Tað vardi leingi, áðenn hann kendi landið ordiliga. Tað tók 17 tímar, áðrenn eg kom til lækna. Vit komu so á Faskisfjørðin. Læknin og ein annar maður kom umborð. Hann hugdi at mær og risti við høvdinum. Hann kundi einki gera. Vit máttu so avstað aftur og komu so á Eskifjørðin. Har kom eg á hospital og lá har í meira enn 3 mánaðir.
Næstu ferð
Hetta gjørdist eitt vanlukkuligt óhapp. Albert misti inntøku í fleiri ár. Hann misti eisini húsini. Men hann fótaði sær aftur