Sig Frændur, og nærum allir føroyingar kunnu svara við navninum á onkrum sangi, teir syngja.
Føroyar, Mítt land, Eros, Hundurin brúni, 80?ini, Til tey stressaðu, Lívsmynd, Á um vit. Tað er veruligur vandi fyri at missa luftina, tá hittini hjá teimum trimum klaksvíking-unum ? Steintóri Rasmussen, Eyðuni og Rana Nolsøe - skulu reksast upp.
Teir hava gjørt sangir, sum hava hildið. Sangir, sum við eitt vekk eru vorðnir landaplágur. Og sangir, sum hóast teir hava úti við 20 ár á baki, verða gjøgnumtugdir á hvørjari veitslu í landinum tann dag í dag.
Frændur er bæði spontanitetur og gjøgnumtonktur musikalitetur. Frændur er markleysur fosturlandskærleiki og tuktandi fremstifingur. Frændur er eitt blað í føroysku tónleikasøguni, sum ikki eigur sín líka.
Goyggini frá hundinum brúna ekkóaðu í fleiri ár, eftir at fyrsta útgávan hjá Frændum kom í 1984. Og seinni í 80?unum var støðan hjá tónleikabólkinum staðfest, tá teir spurdu ?hvar eru tey, ið lovaðu at lekja tíni sár?, og prædikan um at ?hóast rákið er til høgru, eru hjørtini til vinstru? var fylgd upp av eini røð av kærleikssangum, har Afrodite eisini slapp upp í part.
Síðani 1984 er tað blivið til fimm Frændafløgur, og í hesum døgum verða poppsangirnir hjá Klaksvíksbólkinum til ljómandi mentan í Havn. Turriklæðaprýddi uppreistrarandin verður til uppsnollað konserttiltak í norðurlendska mentanardeplinum í Føroyum.
Við Føroya Symfoniorkestri sum nýggjum manni á liðnum, skal Frændur í vikuskiftinum royna at endurskapa størstu sigrarnar seinastu 15 árini.
Hanus gav professarum skolu
Við ársbyrjan í 1984 var Frændur á fyrsta sinni í upptøkuhølunum. Tá høvdu teir, eftir ætlanir í longri tíð, avgjørt, at dreymurin skuldi gerast veruleiki. Teir skuldu taka eina plátu upp, sum skuldi koma út tað summarið.
- Tað var ótrúliga spennandi at koma í studio hjá Milson Zachariasen fyrstu ferð. Tað var eitt dreymaland. Har hingu tamburinir og gittarar á vegginum, í kontrollrúminum var ein stórur mixpultur, og rútur var inn til upptøkuhølini. Vit høvdu ongantíð upplivað slíkt áður, so tað var ómetaliga spennandi at fara í gongd, greiðir Eyðun Nolsøe frá.
Tað hoyrist aftur á plátuni, at upptøkurnar vóru gjørdar í einum serligum anda. Lagið var gott, spontaniteturin var eyðkendur, og tað hevði týdning, at stemningar komu við á upptøkurnar.
Á fyrstu plátuni vóru nógv fólk við í studio. Teir tríggir, sum í dag verða mettir sum kjarnin í Frændum, vóru bert ein partur av einum stórum bólki. Hanus G. Johansen var ein av stóru profilunum, og hann hevði stóran týdning fyri fyrstu plátuna.
- Hanus var fullkomiliga óimponeraður, tá vit fóru í studio. Honum dámdi væl at hugna um í studionum, og hann var eisini nógv tann besti sangarin av okkum, heldur Eyðun Nolsøe.
Og tá Frændur var úti og spældi, var Hanus eisini ein rættiligur skansi á pallinum. Í 1984, meðan upptøkurnar til Saman við tær vóru í gongd, spældu Steintór, Hanus og Eyðun til eina veitslu á Fróðskaparsetrinum. Teir høvdu einki ljóðannlegg, og tí var trupult at fáa tónleikin at hoyrast, tí veitslugestirnir prátaðu óført og klirrini frá gløsunum gjørdu tað ikki lættari at spæla.
Tá gjørdi Hanus bart. Hann steðgaði framførsluni, og gav professarum og øðrum góðum fólki eina skolu.
- Um tit ikki tíma at lurta, ja, so tími eg heldur ikki at spæla, vóru greiðu boðini frá Hanusi. Tað bleiv pinnastill í veitsluhølunum, og eftir tað var munandi lættari hjá teimum trimum frændunum at spæla sín tónleik.
Fyrsta plátan hjá Frændur kom út á summri í 1984, og hon var alt fyri eitt at hoyra allastaðni. Fólk tóku veruliga sangirnar á Saman við tær til sín, og framvegis liva sangir sum Minnist tú gildið, Hundurin brúni, Lívsmynd og Sangur til frælsi í øllum góðum.
Terji kravdi at syngja sín sang
Tvey ár seinni var Frændur klárir við næstu plátuni, og hon stílaði hægri, enn tann fyrsta plátan gjørdi reint tónleikaliga. Klaksvíksbólkurin hevði sligið seg saman við tí lovandi tónleikaranum og produsaranum Óla Poulsen, og hesum kom eitt gott úrslit burtur úr.
Frændur 2 livdi til fulnar upp til lovandi tónarnar av fyrstu plátuni, og serliga tónleikurin var nógv betraður. Tónleikin løgdu teir í Frændum til rættis saman við Óla Poulsen, sum longu tá var farin at vísa tey evni, sum seinni skuldu gera hann til ein tann best umtókta produsaran í Danmark.
Og framvegis var Frændur ein stórur bólkur, har nógv fólk høvdu sínar smærri og størri leiklutir. Terji Rasmussen var ein av teimum, sum nú var komin við í bólkin, og hann sang sangin, sum saman við sanginum Føroyar, gjørdist størsta landaplágan av Frændur 2.
Terji Rasmussen búði um tað mundið saman við Eyðuni Nolsøe, og teir báðir spældu og sungu nógv saman. Tá Frændur fekk hug at brúka Eros á síni útgávu, kravdi Terji Rasmussen, at hann skuldi syngja sín sang. Yrkingin varð gjørd liðug saman við Steintóri Rasmussen, og so slapp Terji at syngja. Tað kom hann so væl frá, at Eros man verða ein av teimum mest slóðbrótandi føroysku kærleikssangunum í nýggjari tíð.
Umframt Terja Rasmussen vóru eisini aðrir sangarar afturat teimum trimum, sum vanliga sungu. Birgir Krossteig, Hanus G. Johansen og Astrid McDonald sungu øll við á Frændur 2.
- Tá Frændur fór í studio var ikki avgjørt, hvør skuldi syngja hvat. Hugburðurin var, at ?tað finna vit út av?, og tað helt eg vera irriterandi. Tá vit tóku 80?ini upp, var nógv betri skil í tí, sigur Terji Rasmussen.
Hóast alt ikki var lagt neyvt til rættis frammanundan, spurdust nakrir frálíkir og væl skipaðir sangir burtur úr arbeiðnum í upptøkuhølunum, hesaferð LT-studio í Havn. Tónleikurin varð ljóðblandaður í Danmark, og tað gav gott ljóð. Hvítar flykrur, sum Astrid McDonald sang, umboðaði vøkru kærleikssangirnar, sum tað fóru at koma fleiri av seinni, og sangir sum Á um vit, Nýggjur vetur og Friðarsangur gjørdu upp við heimspolitisku støðuna, har hugtøk sum vápnadubbing og atomvetur vóru afturvendandi.
Hundurin brúni hamskiftur
Tá Frændur fór í donsk upptøkuhøli fyri at taka 80?ini upp, fekk bólkurin tann profilin, sum síðani hevur eyðmerkt hann. Teir mongu gestasangararnir ruku út, og Steintór, Eyðun og Rani myndaðu saman við Terja bólkin. Afturat sær høvdu teir danskar studiotónleikarar at gera plátuna. Óli Poulsen var produsari
Ein av teimum, sum ikki var biðin aftur at syngja, var Astrid McDonald.
- Eg kom spakuliga og eitt sindur tilvildarliga við í Frændur, og eg gleið líka so spakuliga útaftur. Tað var ongantíð nakar, sum segði við meg, at nú var eg ikki við meira. Tað bleiv bara soleiðis, sigur hon.
- Nú eri eg sera glað um, at eg slapp at syngja Hvítar flykrur, sum er ein sera vakur sangur. Tað var stuttligt og spennandi at verða í studio, og eg minnist tað sum eitt stórt upplivilsi.
80?ini gjørdist ein varði í føroysku tónleikasøguni. Útgávan var tann fyrsta føroyska, sum kom á fløgu, og ljóðgóðskan var í topp. Sangirnir vóru frálíkir, og innspælingarnar, sum Óli Poulsen stýrdi, vóru framúr frá byrjan til enda. Eyðun Nolsøe hevði ein sentralan leiklut á hesi útgávuni. Hann skrivaði nógv av løgunum, og hann sang nógvar av sangunum.
Leikluturin hjá Steintór Rasmussen, sum stóð fyri so at siga øllum sangunum á Saman við tær, var minni eyðsýndur, tá 80?ini var upptikin, og árið eftir hevði hetta helst við sær, at hann gav út sína fyrru solofløgu undir navninum Millum Frændur. Eisini Terji Rasmussen, sum ongantíð kendi seg sum rættiligan part av Frændum, hóast hann var nógv við, gav sína egnu fløgu út árið eftir.
Tað var nógv gjørt burtur úr, tá 80?ini var givin út á summri í 1988, og sangir sum Dupultsong, 80?ini og Til tey stressaðu rungaðu um geilar og horn, tá ólavsøkan var stutt eftir. Frændur hevði enn einaferð rakt seymin á høvdið, og tónleikaliga var talan um bestu útgávuna hjá bólkinum.
- Hundurin brúni hamskiftur, vildi eitt av føroysku bløðunum verða við, og tað var í grundini nakað um tað. Politisku sangirnir vóru ikki longur so bítandi, sum teir høvdu verið, og tónleikurin var nú vælpoleraður popptónleikur, sum einki stóð aftanfyri tað, sum floymdi til landið úr útheiminum. Men hóast nógvar broytingar, helt Frændur fast um tað, sum hevði eyðkent bólkin frá byrjan. Teir skrivaðu sínar frálíku yrkingar á føroyskum, og teir høvdu nakað at bera fram.
Fingu høllirnar at kóka
Fjórða útgávan í røðini kom fýra ár seinni, í 1992, tá kreppan veruliga var farin at gera um seg, og alt sá so vónleyst út. Frændur hevði tó dirvi til at taka enn eina fløgu upp, og hesaferð var Johannus á Rógvu Joensen produsari.
Uppgávan at lata løg og yrkingar til fløguna var aftur býtt meira javnt millum teir tríggjar høvuðsmenninar í bólkinum, og teir vístu, at teir átta ár eftir fyrstu útgávuna framvegis kundu seta saman sangir, sum fólk tóku væl ímóti.
Stóra hittið á hesi útgávuni gjørdist sangurin, sum fløgan varð uppkallað eftir, Mítt land. Hetta var enn ein fosturlandsyrking, sum tók tráðin upp eftir sangin Føroyar, men tað vóru eisini aðrir sangir, sum sluppu fram at. Gerandislag var ein vøkur yrking full av stemningum og við einum frálíkum lagi. Europa var ein stórfingin sangur um nýggju tíðirnar í vesturheiminum, sum stutt frammanundan hevði sæð múrin falla. Og við Uttanumtos setti Frændur ljós á ymisk viðurskifti her á landi.
Áðrenn og eftir útgávuna Mítt land var Frændur rættiliga farin at gera vart við seg á konsertum kring landið og uttanlands. Bólkurin hevði stóran part av 80?unum verið ein miðalgóður konsertbólkur, men eftir, at teir høvdu spælt á Midtfyns Festivalinum í 1989, kom rættilig gongd á konsertirnar.
Frændur spældi ferð eftir ferð fyri fullum høllum kring landið, og teir vóru í langt tíðarskeið størsta konsertnavnið í Føroyum. Í mars mánaði í 1992 spældu teir eina framúr góða konsert fyri 1200 fólkum á Hálsi, og í juli mánaða sama ár høvdu teir enn eina fram úr konsert, tá KÍ-høllin í Klaksvík veruliga kom upp á kók.
Øll 90?ini hevur Frændur verið væl umtóktur konsertbólkur. Í 1997 skuldu teir í sama mánaði kappast við stóru útlendsku bólkarnar Blur og Status Quo, sum spældu í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Men hóast Frændur kom síðst í røðini, kláraðu teir at savna 1200 fólk til sína konsert ? tað kláraði hvørgin av teimum útlendsku bólkunum.
Framvegis klára Frændur at savna nógv fólk, og tað verður fult hús, tá stóru konsertirnar við Føroya Symfoniorkestri verða í dag og í morgin.
Størsta konsertin nakrantíð
Síðani 1992 er eingin verulig nýggj útgáva komin við Frændum, hóast nógv er útkomið frá limunum í bólkinum.
Í 1997 gav Eyðun Nolsøe sína fyrstu solofløgu út, sum hann eisini kallaði Solo. Hesa fløgu tók hann upp saman við teimum tónleikarunum, sum hann hevði spælt nógv saman við í Eyðun Nolsøe Band. Á fløguni var sangurin Dansa stóra hittið.
Seinni sama árið kom ein tvífløga við Frændum. Fløgan, sum var rópt Svart gull, var ein savnsfløga við teimum best umtóktu sangunum hjá bólkinum. Á fløguni vóru eisini tríggir nýggir sangir ? ein frá hvørjum av teimum trimum limunum í bólkinum ? og av teimum er tað helst Brot og Vandasker hjá Eyðuni Nolsøe, sum hevur verið mest at hoyra. Frændur endurinnspældi eisini fýra av gomlu sangunum hjá sær til fløguna.
Svart gull var mesta selda fløgan í 1997, og hon var ein staðfesting av, at Frændur framvegis kundi selja fløgur. Nú eru Frændur klárir til helst størsta konserttiltakið hjá sær nakrantíð. Norðurlandahúsið verður pallurin, tá poppbólkurin saman við Føroya Symfoniorksetri fer at framføra nakrar av sínum kendu sangum, hesaferð í nýggjum búna.
Tað verður stórfingið og mentað, tað verður ein blanding av vælumtóktum føroyskum popptónleiki, hvínandi gittarljóði og klassiskum ljóðførðum, og tað skal setast saman í eina eind, so eingin er í iva um, at tað heldur.
Um Frændur so fara í klædning, ella Føroya Symfoniorkestur í turriklæð, ja, tað sæst ivaleyst í kvøld.
Men ikki í SvF!