Kristian Djurhuus: Kollvelting at fáa vatn

Kristian Djurhuus upplivdi so at siga alla menning av samfelagnum. Hann upplivdi tað stóra framstig, at vatnpostar vórðu settir upp og at húsini í Havn seinni fingu vatn innlagt. Og so kundi eisini keypast torv frá rituvíkingum

9. partur

Torv úr Rituvík
Vit skóru sjálvi torv eins og mong onnur havnarfólk. Men eg minnist eisini søkkladnar bátar koma úr Rituvík og Æðuvík við torvi. Hesir menn, sum komu rógvandi til Havn­ar, vóru vanliga slíkir, sum vóru givnir at fara til skips. Hetta vóru pápar til teir menn, sum fisk­aðu undir Íslandi. Nakrir menn máttu jú vera eftir í bygdini fyri at gera tað tyngsta arbeiðið. Men kvinn­ur­nar høvdu eisini nógv um at vera, teirra partur lá so sanniliga ikki eftir.
Eg minnist væl hesar »torv­menn«. Prúðir stórlimaðir menn í myrkabláum troyggjum og stuttum buksum. Teir vóru í morreyðum hosum og húðarskóm. Allir høvdu væl røkt fullskegg. Andlitini vóru merkt av nógvum arbeiði. Við hvørjum báti vóru vanliga tveir menn, sum sótu og róðu millum stakkarnar av torvi bæði framman og aftan í bátinum.
Alla ta ljósu summarnáttina høvdu menninir arbeitt við at bera torvið úr haganum oman í bátin, sum var bundin í ein beran klett. Teir høvdu ein turran bita við sær og góvu sær ikki stundir at fara til hús at fáa eina heita máltíð. Tá ið báturin var fullur, varð róð beinan­vegin til Havnar.
Tá ið komið varð til Havnar, varð báturin bundin so lagt inni á Eystaru Vág sum gjørligt. Menninir byrjaðu beinanvegin at tøma bátin, tí um veðrið helt sær, kundi vera møguleiki fyri at koma við eini last afturat í sama samdøgri.
Menninir høvdu leypar við sær, sum stóð á toftubekki, meðan fylt var í teir. Síðan var torvið borið inn á Kongabrúnna. Teir menn, sum lótu torv til handilsmannin Evensen, fingu altíð mat frá honum, men hvussu tað var við øðrum keyparaum, sum til dømis embætis­monnum, veit eg ikki.
Menninir høvdu tó altíð mat við sær so sum skerpikjøt, drýl, turr­an fisk og spik umframt ein dunk av mjólk. Høvdu menninir eisini handilsørindi í Havn, og hetta kundi taka tíð, vórðu bátarnir drignir uppá land.
Sum kunnugt halda børn ofta, at fremmandur matur smakkar best. Vit kundu standa uppi yvir monn­unum og munga, og tað var held­ur ikki so sjáldan, at vit fingu ein bita, sum vit hildu smakkaði nógv betur enn maturin heima. Men hetta var sjálvandi bert innbilningar.

Køstar
Sum vanligt var tá, hevði hvørt hús sín køst. Hesir køstar vóru opnir míni fyrstu barnaár. Men so komu boð frá heilsunevndini um at lok skuldu leggjast á køstarnar. Hetta var eisini gjørt, hóast nakað av brumman um tær stóru óneyðugu útreiðslur, sum stóðust av hesum. Hildið varð eisini, at tøðini minkaðu í styrki í køstum við loki.
Men mammu dámdi hetta sera væl. Hon hevði kanska ein annan hugburð um hetta enn fólk flest. Men annars var tað so, at tað vóru bert hús, sum høvdu neyt, sum høvdu køst. Onnur blakaðu bert avfallið á sjógv.
Av teimum kúgvaleysu húsu­n­um við Eystaru Vág var tað bert prentarin Long sum hevði køst. Hann slapp undan kravinum um lok, tí hann segði seg bert koyra øsku í køstin.
Men tað var ivasamt, um tað var so. Míni foreldur hildu, at hann koyrdi eisini kasseraðar blýstavir frá prentsmiðjuni í køstin. Hetta gav okkum dreingjum hugskotið at fara at geva út eina avís fyri dreingir, og til hetta kundu vit nýta hesar blýstavir.
Men tað kom ongantíð so vítt. Stavirnir hjá Long vóru nevniliga ójavnt slitnir. Tað restaðu eisini altíð nakrir bókstavir, og stórir vóru als ikki til at finna.
Seinni, meðan eg gekk í skúla, var eg við til at útgeva eitt blað, sum tó einki eintak finst av í dag. Tað var skrivað við hond í tveimum eintøkum, og so gekk tað frá hond til hond.

Kollvelting at fáa vatn
Vit høvdu eisini hjall. Seinni bygdi pápi ein verkstað fast í hjallin. Frá Abbatrøð rann í mínum ungu árum ein lítil á undir verkstaðið og oman í Eystaru vág. Tá tað ikki var turkur, var nóg mikið av vatni í hesi á til neytini.
Hetta var ein stórur lætti, tí annars skuldi farast eftir vatninum úr Havnará uppi við tinghúsið, har vatnið var reint. Niðanfyri ting­hús­brúnna vaskaðu konurnar klæði. Tað var ikki lætt, at farast skuldi so langan veg, tá brúk var fyri vatni.
Alt drekkivatn varð heintað úr Havnará, har áin krossaði Ting­hús­vegin. Har var ein hylur, har tað var lutfalsliga lætt at fáa vatnbytturnar fyltar. Hesar vóru hongdar í oki um akslarnar, so hvør persónur kundi bera tvær byttur í senn. Tað skuldi berast nógvar byttur, og tað serliga til tey hús, sum høvdu neyt.
Eitt sindur longur niðri í ánni var eitt vaskistað, har kvinnurnar kundu fara eftir eini trappu oman til ánna at vaska teirra klæði.
Her stóðu konurnar við sínum bankitrøum og bankaðu klæðini rein. Tey hava verið kókað heima, og tað var skolingin, sum gekk fyri seg á hendan hátt.
Tí var tað eitt stórt framstig, tá tað kom vatnleiðingur. Vit sum búðu á Kák, fingu ein vatnpost, har sum áin rann oman frá verk­staðnum hjá pápa. Seinni kom so vatnið inn í húsini, og tað var enn eitt framstig.

------


Ejler Djurhuus:
Eingin dømdur fyri skotið móti sýslumanshúsinum

Í seinasta parti greiddi Ejler frá, tá ið tað í 1955 varð skotið inn í sýslumanshúsini. Nógv og væl varð kannað, men eingin varð dømdur

Meðan eg saman við politistunum leita eftir sporum frá skotunum, rennir hundurin seg niður í seks ella sjey patrónhylstur. Hann hevur so vitað, hvat hann hevur leitað eftir. Tað var skjótt, at funnið varð fram til, at hetta var lóður til eina Stengun. Hetta var ein 9x10 mm maskinbyrsa. Hesar vóru nógv brúktar av mótstøðurørslunum í Dan­mark og Noregi undir týsku hersetingini 1940-45.
Øll vikan fór við at avhoyra vitni, og tey mundu vera eini 150 í tali. Men einki kom burtur úr hesum avhoyringum.
So var farið at kanna, hvat ið var hent fyrr av sama slag, og hvat ið fólk høvdu hoyrt. Viðurskiftini eru jú smá, so fólk fóru at tosa um, hvør ið átti slíkt vápn og hvør, ið ikki átti.
Slóðin gekk meira og meira út í Froðba. Har skuldi vera ein maður, sum átti slíka pistól.
Patrónhylstrini vórðu send til ríkispolitiið. Tann, sum var leiðari á viðkomandi deild, var kendur um allan heimin sum serkønur í skotvápnum.
Eina ferð fortaldi ein maður, at hann mintist, at ein maður í Froðba lýsti í Dimmalætting eina maskin­byrsu til sølu. Tá fóru vit at avhoyra fólk, sum búðu har úti. Tá fortaldi eitt vitni, at hann hevði verið við til at skjóta við eini maskinbyrsu, sum viðkomandi átti. Teir høvdu skotið kettlingar í einum hyli niðri við sjóvarmálan.
Tá hann er farin helt kriminal­politisturin, at vit skuldu farið at leita, um vit funnu nakað hylstur. Eg ivaðist. Tað vóru so mong ár farin, og økið lá undir í brimi um veturin. Men teir hildu, at tað var líka mikið, hvussu lítil kjansurin var, tað mátti roynast. Vit fóru so út hagar, og viðkomandi vitni vísti okkum, hvar hetta hevði gingið fyri seg, at hann hevði skotið hesar neyðars kettlingar. Vit leitaðu og funnu einki. So sigur annar danin, at hann, sum kann finna eitt hylst­ur ella projektil, hann skuldu fáa eina fløsku av snaps. Tá hendi tað, at hann sum hevði fortalt um hetta, vendi einum steini, og har lá eitt hylstur.
Hetta varð eitt virðismikið prógv, um tað kundi setast í samband við skotini.
Hylstrið varð sent á politi­støð­ina í Keypmannahavn, og tað varð staðfest við 100% vissu, at hetta var sama byrsa, sum skotið varð við. Kúlan samsvaraði við tómu patrón­hylstrini. Maðurin, sum átti byrsuna varð sjálvandi av­­­hoyrdur, og hann segði, at hann hevði søkt byrsuna eitt hálvt ár frammanundan.
Maðurin varð eisini rættarsøktur, men hann varð fríkendur »på bevis­ets stilling.« Tað bar ikki til at prógva, at tað var júst hesin maður, sum hevði skotið.
Maðurin fór seinni til Grønlands, og har hevði hann reypað av hesum. Tað er ikki longur síðan enn seinasta heyst, tá ringdi Marner á Kák, mín gamli starvsfelagi. Hann var eina tíð í Grønlandi, har hann arbeiddi hjá fútanum. Hann fortaldi, at hann hevði hitt ein mann, sum var av Tvøroyri, og hann hevði sagt, at hann hevði skotið. Men tá vóru aftur so mong ár liðin.
Endin á málinum ergraði hesar donsku kriminalløgreglumenn. Teir høvdu brúkt so nógva tíð uppá hetta. Og tá tað var prógvað, hvat vápn tað var, og tað eisini var prógv­að, hvør ið hevði átt vápnið, at so einki kom burturúr. Men tað bar bert ikki til at mótprógva, at maður­in segði seg ikki hava verið har.

Fjølbroyttar uppgávur hjá sýslumanni
Uppgávan hjá einum sýslumanni spennir nokk so vítt. Fyrst og fremst er hann ovasti politimyndugleiki í sýsluni. Av øðrum uppgávum kann nevnast »landvesinkommissiónin«. Her byrja allar útskiftingar, sum ofta eru sera arbeiðskrevjandi.
Tað kundi eisini vera nakað sum kallast sýslupolitirættur. Hetta kundi umfata brot á veiði­lóg­ina. Sýslumaðurin skuldi skipa fyri grannastevnum. Hann var eisini tollmyndugleiki. So var tað fúta­rættur og skiftirættur. Fúta­rættur er eitt øki, sum er vaksið sera nógv. Hann viðvíkir nógv av teimum mongu húsagangunum, sum hava verið í Føroyum.
Eisini er tað ofta uppgávan at royna semju millum fólk. Tað er jú eitt kent fyribrigdi at »melda« hvønn annan til sýslumannin. Hetta varð eisini javnan brúkt sum ein hóttan manna millum. Men slíkir trupulleika kundu ofta greiðast við at tosa partarnar til rættis, tá ið teir vóru kølnaðir aftur. Kanska var hetta meira í pápasa tíð.
Gudmund Effersøe var fyrst settur sýslumaður í Hvalba, men flutti seinni til Tvøroyri, har hann bygdi í Heiðunum, sum tað verður kallað. Tað er beint á markinum millum Trongisvág og Tvøroyri uttanfyri har, Keypssamtøkan er.
Hetta hevur vist verið í 1890-unum. Hann sat so sum sýslumaður til aldaskiftið. Tá tók Olivur, sonur hansara, við. Hann gjørdist eisini ein kendur politikari sum formaður í Sambandsflokkinum og sum limur í løgtinginum og fólkatinginum.
Oliver var so nógv burtur, at eitt skifti mátti ein Mortensen loysa hann av.
Eina tíð var Suðuroyggin býtt í tvær sýslur, men nú er hon aftur ein. Í Vági varð upprunaliga settur ein »sóknarfúti«. Gunnar Dahl Olsen, sum var vágbingur, var eina tíð sóknarfúti, til hann gjørdist sýslumaður í Vestmanna.
Tað var sum avloysari fyri sókn­ar­fútan, at Suðuroyggin varð býtt sund­ur sum sýsla, og tá varð hvørgin sýslu­maðurin ordiliga løntur.

Fluttu inn við Rangá
Vit fluttu inn her 31. okt. 1989 at búgva fast. Hetta var ein ring byrj­an. Dagin eftir skuldu vit suður til Vágs til Smyril at heinta dóttrina Heidi, sum var illa sjúk. Hon kom suður í sjúkrabili, og hon doyðu 13. januar, tveir mánaðir seinni.
Dagar við talinum 1 og 3 hevur verið eitt merkiligt óeydnistal hjá okkum. Beiggi mín Erling doyði í januar 1986, og hann fór til gravar 13. Johan beiggi mín doyði 13. januar, kona mín Sigga doyði 13. januar. Hans Andreas tann næstelsti av okkum beiggjunum doyði 31. januar, t.v.s. tað øvugta av 13. So januar hevur verið ein nokk so tungur mánaði.
Eg havi nú verið pensioneraður í 20 ár, og eg royni at vera virkin. Eg havi eisini seyð, sum er eitt gott ítriv. Eisini havi eg verið virkin í Lions í Suðuroy.
Børnini eru Heidi f. 1952, sum doyði í jan 1990, Anni f. 1953, Bogi  f. 1955, Kári f. 1957 og Randi f. 1959
Abbabørnini eru níggju, Svanna, Rúni, Annika, Marin, Lávus, Egi, Hjalti, Sára, Heidi
Langabbabørnini eru fýra, Bjarta, Marita, Bastian, Anna Sofía.
Tøkk til Ejler
Nú er so komið til endan av hesi frásøgn hjá Ejler á hesum sinni. Hans­ara íkast til hesa greinarøð hevur verið sera áhugavert. Her skal bert skoytast uppí, at Marna Joen­sen av Eiði, f. Nolsøe, ættað av Tvøroyri, hevur greitt frá, at hon passaði Siggu upp, tá ið hon átti tey fyrstu trý av teirra børnum. Marna letur sera væl at, hvussu góð tey vóru at vera hjá. Sigga og Ejler vóru bæði stásfólk.


Komandi partar verða bert frásøgn hjá Kristian Djurhuus.
Í komandi parti greiðir m.a. frá prentaranum Georg Long og um lesiklubba hjá konum í Havn