Sunnumorgun Sjáldan eri eg ov tíðliga, ofta heldur seinur, men sjáldan ov seinur, tá ið bussur ella bátur skulu náast. Eitt undantak var tó ein sunnumorgun herfyri; tá var eg ein heilan tíma (!) ov tíðliga [...] aftanfyri diskin var fryntlig. Eg spurdi, um fólk ofta svóvu á Farstøðini. Jú, tað kom meira enn so fyri, men oftast sótu teir úti í gongini. "Har er so kalt, so eg plagi at biðja teir koma inn um at seta seg [...] 1500-árunum hoyra vit um, at sjórænarar eru farnir at gera alsamt meira um seg í Føroyum. Hetta fekk menn at seta í verk tiltøk fyri at verja Havnina, sum tá ikki var stórt meira enn Tinganes og økið fram
lýsingum í Føroyum tí er sera lágt. At tað er kostnaðarmikið at gera flottar lýsingar er eingin loyna, men vit eiga at minnast, at tað ikki altíð eru tær flottastu lýsingarnar, ið selja. Eitt nú hava útlendskar [...] roynir nýggjan útbjóð-ara beint sum hesin kemur fram. Man er skeptiskur mótvegis nýggjum fyri-tøkum, men serliga er tað tí man er trúgvur mótvegis gomlum fyritøkum. Tann nýggja fyritøkan hevur tó við lýsingum [...] síggja handilslýsingarnar sum orsøkina til, at almennu miðlarnir enn hava tað monopol teir hava. Men við at nokta føroyskum fyritøkum og lýsingarstovum at senda boðskapin/lýsingar gjøgnum tær kanalir
sum knýtt hevur verið at oljuvirkseminum. Men við væl og stuðuli frá fleiri síðum hevur eydnast stovninum ikki bert at fáa sett ein royndan kanningarstjóra men samstundis eitt fólk afturat, sum burturav [...] vit, at framsýningin ikki nýttist at avmarka seg til bert at lýsa tey jarðfrøðiligu viðurskiftini, men at tey kundu vera stuttlig og vónandi av áhuga fyri tey vitjandi at kunna seg eitt sindur inn í samlaða
var so at upplýsa um fyrimunirnar við bilbeltinum, men ikki fyrr enn tað við lóg var ásett, at bilbeltið skuldi verða nýtt, fóru fólk at nýta tað. Men ein lóg er ikki nóg mikið, neyðugt er eisini við góðum [...] ukkur og ferðsluóhapp hava kostað føroyska samfelagnum hálva aðru milliard seinastu tíggju árini. Men hóast hesi tøl ber illa til at seta talvirði á sorg og sakn hjá teimum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis
møguleika? ? Teir eru sjálvandi stórfavorittar, og vit skulu ikki rokna við at fáa nógvar málmøguleikar. Men vit fara at gera okkara besta. Vit taka hetta sum eina eyka avbjóðing, og tað er sjálvandi eitt upplivilsi [...] hjá spælarunum at sleppa út um landoddarnar í Føroyum at royna seg. Frank Skytte er royndur venjari, men hetta er fyrsta ferðin, at hann hevur ábyrgdina av einum liði í europeiskari kapping. Eina ferð hevur [...] noyddist hann av vøllinum, tá tað restaði eitt lítið korter. Hans Fróði er í B68 ferðalagnum í Sveis, men hann er ikki førur fyri at spæla. Jan Petersen og Anders Nygaard eru eisini í ferðalagnum. Anders verður
felagið Føroyar ger nýggjan sáttmála sum høvuðsstuðul hjá NSÍ. 4. mei Julian Johnsson er skaddur, men hóast talan er um líknandi skaða, sum fyrr í ár, so er talan ikki um beinbrot. Sponsorsáttmálarnir [...] odda, tó at bert eitt stig er niður til fimta plássið. Í Danmark eru FCK og Todi Jónsosn flúgvandi, men føroyska álopsessið hevur enn ikki tikið støðu til framtíðina á landsliðnum. U-18 landsliðini hjá bæði [...] kemur í finaluni, hóast teir tapa seinnu hálvfinaluna móti HB. 29. mei Tað má vera lagnunnar speisemi, men fáar dagar eftir, at Todi Jónsson hevur givið avboð til landsliðið - av ótta fyri skaðum ? verður hann
er hølið hjá rokkaraharkaliðnum í býnum. »Veruleikin, visti hon, var altíð gráur og óromantiskur. Men hon elskaði ynskidreymar, og onkuntíð hugsaði hon sær, at dreingirnir í húsinum við veingjamerkinum [...] svøvnurin tekur hana. Hetta var ein heldur óvæntaður endi ? sum tó ikki er so sjáldsamt í stuttsøgum ? men søgan er í fleiri fláum, og tann retrospektivi frásøguhátturin við lopum aftur í barndómin setur upp [...] ringvegin fáa vit at vita, at hon líktist Nefertite. Kanska hetta gevur eina aha-uppliving hjá onkrum, men eg hugsi, tey allarfægstu munnu vita, at Nefertite var ein egyptadrotning, ið doyði 1354 f.Kr., og
skúlaleiðarin ongan rætt hevði at úttala seg. At Lærarafelagið kundi gera tað, tað kundi hann acceptera, men eftir hvat skiltist á Poul Nolsøe hava skúlaleiðarar ongan rætt at úttala seg, tí tað verður sæð sum [...] sum illloyalitetur og provokatión móti mentamálastýrinum. Tosað varð aftur og fram um viðurskiftini, men fólk vóru ógvuliga misjøvn á máli um viðurskiftini. Eitt av hesum málunum var, at Poul Nolsøe metti [...] at vísa á viðurskifti viðvíkjandi tíma- og lærugreinabýtinum, sum skúlarnir hava at halda seg til, men fekk ikki orðað seg lidnað, tí tá stóð mentamálaráðharrin uppi á gólvinum og bað hana sleppa sær á
Jeff Beck guitarleikari í Yardbirds og passaði sum fótur í hosu í teirra væl kenda blues-rock stíl. Men longu í 1966 fór Beck úr Yardbirds og byrjaði Jeff Beck Group. Sangarin var ein ávísur Rod Stewart [...] tónleikarum, so hevur Jeff Beck ongantíð rokkið somu populeru hæddum, so sum Hendrix, Clapton og Page. Men hetta leygarkvøldið í Vancouver prógvaði Beck fyri fullum sali, at hann hevur uppiborið somu tign. [...] Jeff Beck er, at hann spælir ikki ?reint? - hann bendir tónar út um vanliga vesturlendskt tónafatan, men megnar kortini at gera tað soleiðis, at tað er ein fragd fyri oyrað. Og soleiðis var tað hetta ley
hevði víst á, at taka seg aftur. Hetta fekk landsstýrismannin at fetta sær á og smílast ikki sørt. Men føroyingar hava longu eftir 10 mánaðum í sessinum dømt Tórbjørn Jacobsen rangstaddan fleiri ferðir [...] tjóðveldismentamálaráðharrunum, at teir ikki sjálvir sluppu at seta sítt navn undir eina skúlalóg, men at hetta varð gjørt av einum sambandsmanni, sum í búskaparliga truplum tíðum fekk væl meira á skafti [...] ganga á odda fyri einum flokki, sum bert hevur nevnda herróp um »ábyrgd fyri egnum landi« á skránni. Men tit eru persónarnir, sum royna at gera loysing og búskaparligan ørvitisskap til tað sama sum ábyrgd