Framsýning
Framsýningarnar í gamla bátaneystinum hjá Føroya Náttúrugripasavni eru nú latnar uppaftur. Tað hendi seinasta leygardag og varð rættiliga fitt gjørt burtur úr upplatingini og her eisini setanini av eini heilt nýggjari og heldur óvanligari framsýning um oljuleiting. Oljuframsýningin er nú ikki tað einasta nýggja, tí Náttúrugripasavnið hevur í sama viðfangi gjørt onkrar áhugaverdar broytingar í sínum framsýningum, eins og hølini eru sett í nýggjan stand.
Tað var Martin Heinesen, stjóri á Jarðfrøðissavninum, sum lat framsýningarnar upp og beyð umboðum fyri myndugleikar, stovnar og miðlar vælkomnum. Hann vísti á, at gamli lærumeistari hansara, Jóannes Rasmussen sáli, plagdi onkuntíð at taka nakað soleiðis til, at vitan ikki hevur so nógv at týða so leingi, sum hon bert finst inni í høvdinum á onkrum serstøkum persónum ella í einum avmarkaðum kanningarumhvørvi. Vitan og kunnskapur koma ikki til sín rætt og fáa ikki veruligt virði, fyrr enn tey verða breidd út til onnur at fáa gleði av.
-Hetta grundsjónarmið livdi hann til fulnar upp til. Tað lá til grund, tá hann longu undir tí fyrsta landsstýrinum fyri meiri enn hálvari øld síðani fekk í lag at seta á stovn Jarðfrøðisavnið, og síðan legði lunnar undir Føroya Náttúrugripasavn. Somuleiðis tá hann saman við øðrum m.a. tók stig til Fróðskaparfelagið og til at stovna Fróðskaparsetur Føroya.
Tá Jarðfrøðisavnið fyri fáum árum síðani varð skipað sum sjálvstøðugur stovnur og fekk sína serskildu reglugerð, var tað eisini av stórum týdningi longu í endamálsorðingini at fáa staðfest, at eitt av aðalmálunum við stovninum er at breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu virðum.
Eitt av høvuðsamboðunum til at breiða út henda kunnleika er at vísa fram lutir, myndir og frágreiðingar á ein hátt, sum lætt kann geva fólki innlit í Føroya jarðfrøði og í týdningin av jarðfrøðiligu virðunum fyri okkara samfelag.
-Tí var tað eisini natúrligt, at Náttúrugripasavnið og Jarðfrøðisavnið ? hóast vit formliga fóru hvør sín veg ? varðveittu tøtt sambond, serliga við atliti at framsýningarvirkseminum. Henda framsýning er eitt beinleiðis úrslit av hesum samstarvi segði Martin Heinesen og vísti á, at tey, sum av og á vitja framsýningarnar á Náttúrugripasavninum, hava helst lagt til merkis, at lítið nýtt er hent við jarðfrøðiliga partinum av framsýningunum tey seinastu mongu árini. Ein av orsøkunum til tað hongur saman við tí stóru broyting í virkseminum í síni heild á Jarðfrøðisavninum hetta seinasta 10-áraskeiðið.
Sum kunnugt vórðu ráevnini í føroysku undirgrundini yvirtikin sum føroysk sermál í 1992, og hetta fekk eina kolveltandi ávirkan á virksemið og á alla tilveruna hjá Jarðfrøðisavninum.
Hann helt annars fyri, at tey hava frá fyrsta degi verið tætt knýtt at menningini av tí føroysku oljuumsitingini, og afturat tí hava tey yvirtikið ábyrgdina av jarðfrøðiligu kanningunum av Føroyaøkinum í síni heild, sum Danmarks Geologiske Undersøgelse hevði áður. Samstundis sum alt fleiri fólk hetta 10-ára skeiðið eru sett á Jarðfrøðisavninum, hava kortini ikki verið kreftir til nógv annað enn tað, sum knýtt hevur verið at oljuvirkseminum.
Men við væl og stuðuli frá fleiri síðum hevur eydnast stovninum ikki bert at fáa sett ein royndan kanningarstjóra men samstundis eitt fólk afturat, sum burturav skuldi taka sær av kunningar-virkseminum. Anette Jægerup, sum varð sett í starv við ársbyrjan, hevur víð stórum hegni og dugnaskapi fingið eina framsýning á føtur, sum lýsir nøkur av teimum nógvu áhugaverdu viðurskiftunum, ið knýta seg at oljuleitingini á landgrunninum.
Martin Heinesen nevndi eisini arkitektin, sum hevur verið knýttur at framsýningini, Jonhild Johannesen, sum hevur víst seg at vera eitt arbeiðsgrev og íblásari. Samstundis sum hon hevur lagt eitt veldugt arbeiði fyri dagin, hevur tað eisini verið ein sonn fragd og avbjóðing hjá hinum at arbeitt saman við henni, og hon hevur so sanniliga verið við til at lyfta tað samlaða verkið upp á eitt hægri støði, enn tey høvdu megnað uttan hennara hjálp.
Framsýningin varð heldur ikki vorðin til uttan nógva hjálp og vælvild frá fleiri øðrum síðum vísti Martin Heinesen á og sipaði her m.a. til teir spennandi lutir og annað tilfar til láns frá oljufeløgunum, sum virka í Føroyum og hevur Sosialurin uttan himpr latið myndir úr teirra áhugaverda savni at nýta. Eisini hava málkøn fólk uttan fyri stovnin givið eina hond við, tá tekstirnir skuldu evnast til.
Við framsýningini verður roynt at lýsa nøkur av teimum viðurskiftum, ið knýtt eru at oljuleitingini. Serstakur dentur er lagdur á jarðfrøðiligu viðurskiftini og tann leiklut, tað jarðfrøðiliga og jarðalisfrøðiliga arbeiðið hevur í hesum sambandi.
Hesin leiklutur er ein samskipaður partur av eini nógv størri heild. Serliga í einum umhvørvi sum okkara, har oljuleitingin gongur fyri seg langt til havs á ógvuliga djúpum vatni, fevnir samlaða leitingarvirksemið um eina ørgrynnu av tungari serútgerð og um arbeiðuppgávur, sum verða framdar av serútbúnum fólki.
-Vit, sum dagliga ganga turrskødd her uppi á landi, síggja lítið til hetta áhugaverda virksemi, og tí hildu vit, at framsýningin ikki nýttist at avmarka seg til bert at lýsa tey jarðfrøðiligu viðurskiftini, men at tey kundu vera stuttlig og vónandi av áhuga fyri tey vitjandi at kunna seg eitt sindur inn í samlaða virksemið, sum er knýtt at oljuleitingini og til ta gongd, sum hevur ført okkum fram til støðuna, sum hon sær út í dag. Og so vildi Eyðun helst ikki verið blíður, um vit gloymdu at taka nakað við um týdningin av at verja okkara virðismikla havumhvørvi.
Nøkulunda. Stjórin á Jarðfrøðissavninum vónaði, at framsýningin, hóast man bara hevur havt møguleika at taka tað mest týdningarmikla við, kann geva teimum vitjandi eina uppliving og nýggjan kunnleika, sum tey kunnu gleðast yvir og fáa gagn av.
Fasta framsýningin á Debesartrøð er opin vanligar dagar millum kl. 11 og 16 og í vikuskiftinum millum 15 og 17.