1. mei
Ætlaði fótbóltslandsdysturin millum Føroyar og Noreg tykist hanga í klønum tráð.
FSF økir um umsitingina, og fyrsta dagin skal nýtt starv setast.
Í fótbóltslandskappingini tykist HB hava fingið bestu byrjanina, tá teir vinna sannførandi móti B68 á heimavølli. VB, GÍ og B71 vinna eisini sínar dystir.
FCK er enn betri fyri í oddinum og Herfølge er verri fyri í botninum eftir enn eitt umfar í donsku superliguni.
Í Noreg gongur tungt hjá teimum báðum føroysku leikarunum, og báðir verða teir skiftir út, tá Sogndal tapir 4-1 fyri Lillestrøm.
2. mei
Frúgvin úr Sandavági og Argjabáturin fara til Scilly-oyggjarnar, har HM-kappingin í gig-róðri er á skránni.
3. mei
FM í badminton hevur verið, og gerast Ingun Hansen og Erland Poulsen best hjá kvinnum og monnum.
Tryggingarfelagið Føroyar ger nýggjan sáttmála sum høvuðsstuðul hjá NSÍ.
4. mei
Julian Johnsson er skaddur, men hóast talan er um líknandi skaða, sum fyrr í ár, so er talan ikki um beinbrot.
Sponsorsáttmálarnir hjá HB við ávíkavist, Føroya Banka, Shell, Eimskip og Thomas Dam ítrótt verða undirskrivaðir.
5. mei
Millum dystirnar hetta vikuskiftið er klassikarin millum KÍ og HB.
6. mei
Kvinnurnar á Frúnni vunnu B-bólkin í gig-róðrinum, meðan Argjabáturin gjørdist nummar 62.
VB, HB og GÍ hava framvegis fult stigatal eftir tvey umfør. Størstu vónbrotini eru KÍ og B68, sum enn eru stigaleyst. Í 2. deild hevur Skála lagt bragdliga fyri, og hava teir sum einasta lið fult stigatal.
FCK er nú nummar tvey í superliguni. Bert eitt stig aftan fyri Brøndby. Herfølge er eftir vikuskiftið fýra stig frá at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna.
7. mei
KÍ-kvinnurnar tykjast fullkomuliga einaráðandi í bestu kvinnueildini, tá tær vinda burtur úr HB.
8., mei
Dómsnevndin hjá HSF skal taka støðu til spurningin um niðurflyting úr bestu kvinnudeildini, eftir at Tjaldur hevur kært dómin hjá kappingarnevndini.
9. mei
Oddadystur er á skránni í Havn, har GÍ kemur á vitjan hjá HB.
15. mei
FM í svimjing hevur verið um vikuskifitð, og nýggi landsliðsvenjarin, Petur Heðin av Fløttu, er alt annað enn nøgdur um tað, sum hann hevur sæð. Breiddin í oddinum er ov lítil, heldur hann.
HB, sum annars hevur verið flúgvandi, er fyri røttum bakkasti. Fyrst tapa teir á heimavølli fyri GÍ, sum nú er einsamalt oddalið, og síðani tapa teir 3-1 fyri B36 í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Eisini meistararnir úr VB fáa ein hvøkk, tá teir á heimavølli mugu lúta fyri KÍ.
Í hinari hálvfinaluni spæla KÍ og NSÍ javnleik í Klaksvík.
Kvinnulandsliðið í flogbólti er úttikið, og nú verður farið undir venjingarnar til Oyl, har gullið skal verjast.
FCK vinnur føroyingauppgerðina móti Herfølge, og halda sostatt stutt tjóður í oddaliðnum úr Brøndby.
16. mei
Ståle Solbakken, sum herfyri hevur havt hjartatilburð, boðar frá, at hann gevst við fótbóltinum.
17. mei
Sophus Dal-Christiansen verður settur sum venjari hjá neistakvinnunum til komandi hondbóltsárið.
Fótbóltslandsliðið hevur hópin av skaðum at dragast við. Einir seks av vanliga føstu monnunum hava skaða og tykjast ivasamir til komandi uppgávurnar.
18. mei
Oddadysturin hetta vikuskiftið er í Gøtu, har B36 kemur á vitjan hjá GÍ, ið sum einasta lið hevur fult stigatal.
22. mei
Herfølge tapti um vikuskiftið, og nú niðurflytingin tykist veruleikanær, tykist tíðarskeiðið hjá Jákupi Mikkelsen í felagnum samstundis at vera runnið.
Jónleif Sólsker hevur gjørt avtalu við Kyndil um, at hann komandi árið skal venja mansliðið hjá felagnum.
Gøtumenn vinna fjórða dystin á rað, tá teir á heimavølli basa B36, og eftir fýra umfør eru teir nú trý stig undan næsta liðnum, sum er HB. Í aðru deild er Skála framvegis á odda, tó at bert eitt stig er niður til fimta plássið.
Í Danmark eru FCK og Todi Jónsosn flúgvandi, men føroyska álopsessið hevur enn ikki tikið støðu til framtíðina á landsliðnum.
U-18 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum í hondbólti gera seg til at fara av landinum. Bæði skulu luttaka í EM-undankapping
23. mei
Brøndby tapir óvæntað fyri Lyngby á heimavølli, og nú er FCK oddaliðið í donsku superliguni.
24. mei
Todi valdi við høvdinum og gloymdi hjartað. Soleiðis eru boðini, nú Todi Jónsson hevur boðað frá, at hann ikki verður tøkur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, tað sum eftir er av hesari undankappingini.
Kurt Mørkøre er leysur av Sogndal. Norska felagið hevur ikki brúk fyri klaksvíkinginum, nú teir hava keypt Håvard Flo.
Helgi L. Petersen er nýggjur á landsliðnum, nú Allan Simonsen hevur tikið út hópin til dystirnar móti Sveis og Jugoslavia.
Virgar Hvidbro verður settur sum varaskrivari hjá FSF.
26. mei
Pól Thorsteinsson trætast við FSF um bonuspengar fyri sigurin í Luksemburg, og úrslitið er, at hann gevur avboð til dystirnar móti Jugoslavia og Sveis. Fyri Pól Thorsteinsson verður Jón Rói Jacobsen úttikin.
KÍ og B36 skulu spæla steypafinalu á ólavsøku. KÍ sleppur víðari eftir tveir javnleikir móti NSÍ, meðan B36 kemur í finaluni, hóast teir tapa seinnu hálvfinaluna móti HB.
29. mei
Tað má vera lagnunnar speisemi, men fáar dagar eftir, at Todi Jónsson hevur givið avboð til landsliðið - av ótta fyri skaðum ? verður hann skaddur, tá FCK spælir javnleik móti Lyngby.
Í føroysku fótbóltskappingini vinnur GÍ fimta dystin á rað, tá teir basa meistarunum úr Vági, meðan B36 setir met í bestu deildini við at vinna 15-0 á FS Vágum. HB missir takið í oddinum, tá teir tapa fyri NSÍ í Runavík.
Andrass Weihe úr Sørvági gerst hepni vinnarin av eini fótbóltsferð. Kappingin var partur av fótbóltsblaðnum, sum Sosialurin gav út í mars mánaði.
30. mei
Henrik Berthelsen, landsliðsvenjari í fimleiki, sigur, at karmarnir hjá føroyskum fimleikarum eru alty ov vánaligir til, at íðkararnir framhaldandi kunnu mennast.
31. mei
Teir báðir vandamestu álopsmenninir hjá Sveis, Stéphane Chaupisat og Kubilay Türkiylmaz eru ikki við á liðnum, sum nú kemur til Føroya.
Talvsambandið boðar frá, at talvkongurin, Gary Kasparov, verður í Føroyum í døgunum, 8.-12. juni.