Lisbeth vil vera við, at við at broyta lógina soleiðis at SvF og ÚF ikki fáa loyvi at senda handilslýsingar betra vit um trúvirði hjá almennu stovnunum, og at vit somuleiðis avtaka monopolið, ið almennu fjølmiðlarnir í dag hava á økinum. Í Degi og Viku hóskvøldið 21. februar, var sama hugskot á lofti, og her bygdu argumentini uppá, at almennu stovnarnir fingu pening frá landinum, meðan kappingarneytarnir (rás 2 og Lindin) ikki fáa henda pening og tí skula teir fáa loyvi at ogna sær peningin, ið fæst við handilslýsingum.
Tað, ið eg síggi sum stórsta vansan við uppskotinum er tó, at við at nokta Sjónvarpi Føroya at senda handilslýsingar, so noktar Lisbeth L. Petersen lýsingarstovunum í Føroyum stóran part av teirra tilveru- og menningargrundarlagi. Ímynda vit okkum, at SvF ikki sendir handilslýsingar, hava landsins fyritøkur ongan møguleika at senda sjónvarpslýsingar út til føroyska fólkið.
Á baksíðuni á Dimmu skrivaði Georg L. Petersen um mánaðarskiftið januar /februar um støðið á lýsi-ngum í Føroyum. Hann átalaði, at ov nógvar fyri-tøkur keypa bíligar lýsing-arloysnir, og at støðið á lýsingum í Føroyum tí er sera lágt. At tað er kostnaðarmikið at gera flottar lýsingar er eingin loyna, men vit eiga at minnast, at tað ikki altíð eru tær flottastu lýsingarnar, ið selja. Eitt nú hava útlendskar lýsingarstovur vunnið virðislønir á Reklamefilmfestivalinum í Cannes fyri at gera flottar lýsingar, meðan hesar somu lýsingar ikki hava verið nóg effektfullar, og fyritøkan, ið hevur keypt lýsingarnar, er farin av knórarnum. Nú veit eg ikki, um tann veruligi boðskapurin við greinastubbanum hjá Georg var at siga, at vit heldur skula droppa alt um at gera lýsingar í Føroyum, eftirsum eingin hevur ráð til at gera tær ordiliga alíkavæl. Hvussu er og ikki, so verða lýsingarstovurnar ikki betur førar fyri at gera góðar lýsingar, fáa tær ikki neyðugu royndirnar. At støðið á føroysktgjørdum sjónvarpslýsingum er hækkað munandi, síðan tær í fyrstani komu á føroyska gluggan, kann heldur eingin ivi vera um. Føroyskar fyritøkur eru farnar at síggja virði í at gera ordiligar lýsingar, tær er blivnar væl meira sjónligar og nógvar kunna nú samanbera seg við útlendskar fyritøkur, tá talan er um marknaðarføring. Soleiðis hava eisini føroysku lýsingarstovurnar fingið møguleikan at vísa, hvat tær í veruleikanum duga, og tað er ikki heilt lítið.
Tað eru ymsir mátar at hyggja eftir vansanum við uppskotinum uppá.
Nýggjar fyritøkur í Føroyum eru ofta í kapping við fyritøkur, ið eru sera sterkar á føroyska marknað-inum. Gamlar fyritøkur í Føroyum hava eitt good-will einans tí tær hava verið einsamallar á marknaðinum so leingi. Føroyingurin er ofta sera vana-bundin og kenningar-trúgvur, og hetta ger, at hann/hon ikki roynir nýggjan útbjóð-ara beint sum hesin kemur fram. Man er skeptiskur mótvegis nýggjum fyri-tøkum, men serliga er tað tí man er trúgvur mótvegis gomlum fyritøkum. Tann nýggja fyritøkan hevur tó við lýsingum í sjónvarpi, útvarpi og bløðunum møguleika at vísa seg og gera føroyingin tilvitaðan um, at tað finnast aðrar fyritøkur enn tær (góðu?) gomlu. Við lýsingunum kann nýggja fyritøkan fáa vanabundna brúkaran í talu.
Eitt sera gott dømi um effektina av sjónvarpslýsingum, er fyritøkan "Hjá Fróða". Bløðini hava skriva um fyritøkuna, ið byrjaði við einum fallittbúgvi og í dag er millum best seljandi málingahandlarnar í Føroy-um. At Fróði við viti, skili og kanska eitt sindur av heldi hevur fingið fótafesti á marknaðinum, er eingin ivi í. Hinvegin er "Hjá Fróða" eisini eitt gott dømi um, hvussu man fótar sær á føroyska marknaðinum. Lýsingarnar hjá Fróða, gjørdar av føroyskum lýsingarstovum, sendar í SvF, hava havt stóran týdning fyri framgongdina hjá Fróða. Tað hevur serliga verið gjøgnum SvF, at føroyski brúkarin er blivin tilvitaður um Fróða, og við tíðini hevur fyritøkan fingið pláss í hugaheiminum hjá føroyska brúkaranum. "Hjá Fróða" er gott dømi um nýggja ættarliðið av føroyskum vinnu-lívsfólkum. Um Lisbeth fær ynski sítt ígjøgnum fer tað at ganga út yvir slíkar nýggjar fyritøkur. Hjá fyritøkum ið e.n. hava fyrimyndir uttanfyri føroyska landamarkið, lat meg kalla tær nútíðarhugsandi fyritøkur, og sum fegnar ynskja at røkka unga ættarliðið av føroyskum brúkarum er sjónvarps-lýsingin gongda leiðin. Generatión MTV, sum nøkur plaga at kalla tey, kenna fyritøkuna á lýsingum og kanska serstakliga sjónvarpslýsingum. Tá málbólkurin er hesin bólkur, er sjónvarps-lýsingin tí best gongda leið. Um SvF ikki skal kunna senda hesar lýsingar, hvør er so miðilin hjá hesum at røkka málbólkin?
Sum tað skilst, havi eg sera ilt við at skilja, hvussu floksformaðurin hjá Sam-bandsflokkinum kann leggja eitt so ógjøgnum-hugsað uppskot fram. Tað kann væl vera, at politikararnir síggja handilslýsingarnar sum orsøkina til, at almennu miðlarnir enn hava tað monopol teir hava. Men við at nokta føroyskum fyritøkum og lýsingarstovum at senda boðskapin/lýsingar gjøgnum tær kanalir, ið geva úrslit drepa politikararnir nakrar føroyskar fyritøkur og styrkja monopolið hjá øðrum føroyskum fyritøkum. Avleiðingarnar av uppskotinum hjá Lisbeth eru at vit enda aftur í fortíðini, tá man keypti frá handilsmanninum, sum foreldrini keyptu frá líkamikið um prísur og góðska ikki samsvaraðu. Vit drepa lýsingarstovurnar og vit økja um kenningamonopolið, ið hevur merkt føroyska vinnulívið leingi nokk.
Um lesarin nú hugsar, "møguleiki er enn fyri at lýsa í bløðunum, Lindini ella á Rás 2", má eg minna hann á, at tað er víðastórur munur á nær og hvussu miðlarnir vera nýttir. Tað er sera sjáldan at ein útvarpslýsing (gjørd av lýsingarstovu) er ætlað at virka einsamøll. Ofta hongur útvarpslýsingin saman við sjónvarpslýsing. Tað merkir, at útvarpslýsingin kann ikki kompensera fyri sjónvarpslýsingina.
Í roynd og veru verður talufrælsi tikið frá føroyskum fyritøkum við lógaruppskotinum. Fyritøkur, ið ynskja at lýsa í sjónvarpi, missa henda møguleikan at senda teirra boðskap út. Og so spyrji eg, er tað tað vit vilja í Føroyum?