Vestmanna, t. 28. mai 2001
frá fundi í Mentamálastýrinum 25. mai 2001
millum Mentamálastýrið og leiðsluna við Vestmanna Skúla
Kristi Himmalsferðardag 24. mai 2001 beint eftir døgurða ringdi Janus Jensen frá Fólkaskúladeildini til skúlaleiðaran Jóannes Fonsdal við boðum um, at mentamálaharrin var ørkymlaður av tíðindum, sum fjølmiðlar (Útvarp Føroya, Sosialurin og Dimmalætting) høvdu borið frá Vestmanna Skúla. Og mentamálaráðharrin beyð leiðsluni við Vestmanna Skúla at koma til fundar í Mentamálastýrinum fríggjadagin 25. mai kl. 11.00.
Á tíðindafundi mikudagin 23. mai hevði Vestmanna Skúli lagt fram fyri fjølmiðlum, hvørja støðu skúlin verður í komandi skúlaár, vegna vantandi játtan til fólkaskúlan og tí býtislykli, sum tímarnar til allar skúlarnar verða býttir eftir.
Á hesum tíðindafundi varð víst á, hvussu meint hetta rakar Vestmanna Skúla og aðrar líknandi skúlar.
Kl. 10.50 fríggjamorgunin møtti leiðsla skúlans á MMS. Leiðslan hevði tikið álitisfólkið við, sum siðvenja er.
Kl. 11.10 varð fundurin settur, hóast landsstýrismaðurin ikki var møttur.
Umboðandi MMS vóru Hensar Ellingsgaard, deildarstjóri, Janus Jensen, undirvísingarleiðari og Poul Nolsøe, løgfrøðingur. Umboðandi Vestmanna Skúla vóru Jóannes Fonsdal, skúlastjóri, Augusta E. Petersen og Kirsten Simonsen, varaskúlastjórar og Gyðja H. Didriksen, álitisfólk.
Hensar Ellingsgaard bjóðaði vælkomin. Umboð fyri MMS førdu fram, at Vestmanna Skúli hevði ikki borið seg rætt at í málinum við at tosa við fjølmiðlarnar, meðan arbeitt var við málinum í MMS. Vestmanna Skúli bar nakað av síni áskoðan fram og greiddi frá, hví tey ikki mettu at MMS arbeiddi við málinum. Poul Nolsøe førdi fram, at tey har í húsinum føldu seg stungnan í baki av Vestmanna Skúla og metti at skúlaleiðarin var illloyalur við at fara út til fjølmiðlarnar, hóast at Poul Nolsøe ikki hevði hoyrt tíðindasendingina í Útvarpinum. Hann metti, at skúlaleiðarin ongan rætt hevði at úttala seg. At Lærarafelagið kundi gera tað, tað kundi hann acceptera, men eftir hvat skiltist á Poul Nolsøe hava skúlaleiðarar ongan rætt at úttala seg, tí tað verður sæð sum illloyalitetur og provokatión móti mentamálastýrinum. Tosað varð aftur og fram um viðurskiftini, men fólk vóru ógvuliga misjøvn á máli um viðurskiftini. Eitt av hesum málunum var, at Poul Nolsøe metti, at vit í Vestmanna Skúla vóru á skeivari leið, tí at vit høvdu ført fram, at vit t. d. kundu taka burtur av tímum í kristni, í føroyskum, í donskum og rokning, so at vit fáa tímajáttanina til Vestmanna Skúla at ganga upp. Hann segði, at vit áttu at prioritera lærugreinarnar. Hetta gav okkum høvi at biðja Poul Nolsøe koma við einum prioriteringslista, hvussu vit kundu prioritera tær ymisku lærugreinarnar í føroyska fólkaskúlanum. Tað skiltist tó, at hetta var Poul Nolsøe ikki sinnaður til. Tó gekk alt siðiliga fyri seg. Báðir partar komu til orðanna og fingu lýst støðuna, sæð frá hvør sínum sjónarhorni.
Kl. 12.00 kom Torbjørn Jacobsen, mentamálaráðharri, inn í fundarhølið, heilsaði og settist. Hann spurdi, um tað vóru so nógv fólk í leiðsluni í Vestmanna Skúla. Hann fekk at vita, hvørji fólkini vóru. Og hann spurdi, um tað ikki var leiðslan í Vestmanna Skúla, sum var boðsend. Jú, so var. Og tá tað var týðuligt, at hann ikki ynskti, at álitisfólki var við á fundinum, fór hon av fundinum.
Løgfrøðingurin gav mentamálaráðharranum síðani ein samandrátt av tí, ið farið var fram á fundinum ? Arbeitt og sprongt verður uttan fyri húsini, har Mentamálastýrið heldur til, so fundurin bleiv avbrotin eina løtu. Fundurin var tikin uppaftur inni á skrivstovuni hjá mentamálaráðharranum. - Torbjørn Jacobsen spurdi, hvussu vit kundu koma við hesum í einum valári, tí at hetta bert kundi fatast sum politisk provokatión. Augusta Egholm Petersen vísti á, at okkara arbeiði og partapolitikkur hevði onki við hvørt annað at gera. Skúlastjórin fyri Vestmanna Skúla legði fram hvørjar lógir og reglur, hann hevði at halda seg til. Og vísti til ein part av gongdini í málinum, soleiðis sum støðan hevur verið seinastu árini, og sum hon er í dag og útlitini fyri, at tímatalvan kann ganga upp við tí tímajáttan, Vestmanna Skúli hevur fingið. Janus Jensen greiddi fyri mentamálaráðharranum, soleiðis sum tímabýtið til Vestmanna Skúla hevur verið seinastu árini og hevði sett hetta upp í eina talvu. Poul Nolsøe helt, at um so er, at leiðslan í Vestmanna Skúla ikki kundi finna útav, hvussu vit kundu prioritera eins og hann hugsaði, so kundu vit í Vestmanna Skúla rokna við at verða sett undir administratión.
Mentamálaráðharrin tók síðani orðið og førdi ógvuliga harðliga fram, at leiðslan fyri Vestmanna Skúla átti at skilja, at tað var av størri týdningi, at børnini lærdu føroyskt ístaðin fyri, at skúlin setti dreingirnar at binda grýtulappar. Eyðsæð var, at hann tosaði av egnum royndum.
Kirsten Simonsen, sum er annar av varaskúlastjórunum, tók síðani orðið fyri at vísa á viðurskifti viðvíkjandi tíma- og lærugreinabýtinum, sum skúlarnir hava at halda seg til, men fekk ikki orðað seg lidnað, tí tá stóð mentamálaráðharrin uppi á gólvinum og bað hana sleppa sær á dyr, tí hon ikki kundi málbera seg nóg væl á føroyskum! - Sigast skal, at Kirsten Simonsen, ið er føroyskur tænastumaður í føroyska fólkaskúlanum, er av donskum uppruna, og hevur starvast í føroyska fólkaskúlanum síðan 1985.
Hesin atburðurin hjá Torbjørn Jacobsen, mentamálaráðharra, var leiðsluni í Vestmanna Skúla ovboðin, og fóru tey tí tá av fundi.
Mentamálaráðharrin fylgdi leiðsluni á dyr og uttar, meðan hann rópti aftaná teimum, at leiðslan fyri Vestmanna Skúla var farin í politiskt valstríð fyri navngivnan tingmann í bygdini. Síðan endurtók hann, at tað var óhóskandi at koma fram við slíkum, sum skúlaleiðslan førdi fram í fjølmiðlunum í einum valári, og at hetta bert kundi fatast sum politisk provokatión. At enda bað hann skúlaleiðsluna fara oman á barrikadurnar í Kollafirði og føra valstríðið víðari við áðurnevnda tingmanni.
Vegna leiðslu Vestmanna Skúla
Jóannes Fonsdal, skúlastjóri
Augusta E. Petersen, varaskúlastjóri
Kirsten Simonsen, varaskúlastjóri