Sunnumorgun
Sjáldan eri eg ov tíðliga, ofta heldur seinur, men sjáldan ov seinur, tá ið bussur ella bátur skulu náast. Eitt undantak var tó ein sunnumorgun herfyri; tá var eg ein heilan tíma (!) ov tíðliga niðri á Farstøðini í Havn.
Komin inn á gólvið, lá ein maður á bonkinum og svav; ein annar sat við eitt borð og droymdi um náttina, sum verið hevði. Báðir mundu teir bíða eftir bussinum. Kvinnan aftanfyri diskin var fryntlig. Eg spurdi, um fólk ofta svóvu á Farstøðini. Jú, tað kom meira enn so fyri, men oftast sótu teir úti í gongini. "Har er so kalt, so eg plagi at biðja teir koma inn um at seta seg at bíða..." segði hon.
Út á markina
Veðrið var gott og hálvaljóst. Orkaði ikki at sita á Farstøðini ein heilan tíma. Gekk mær ein túr. Hevði myndatólið við mær. Kanska var okkurt at síggja. Leiðin bar niðan á Skansan. Eitt sindur kalt, tó ikki so, at tað bagdi. Friðarligt. Dunið frá nøkrum russarum í Nólsoyarfirði var næstan tað einasta, eg hoyrdi. Hendinga bilur sjaggaði eisini fram við. Sólin var risin úr havsbrúnni og kagaði upp um Nólsoynna. Royndi at stríða seg fram ígjøgnum skýggini.
Ein vakur februarmorgun.
Tók nakrar myndir út yvir fjørðin, av bygningunum á nýggja havnalagnum, russarunum í fjørðinum, kanónunum og vitanum.
Hvør veit? Kanska góðar myndir at hava í skjáttuni...
Sum eg spáki, kemur ein maður gangandi, ein frakkamaður. Veit ikki, hví vit koma í prát. Jú, hann er norðmaður. Er í Føroyum og fyrireikar ráðstevnu fyri alment lønt í norðurlondum.
Fit for fight
Tímin, sum var til avlops, gongur skjótt, og klokkan nærkast, til bussurin koyrir.
Ár eru ímillum túrarnar niðan á Skansan, so hetta hevur verið ein øðrvísi morgun enn vanligt.
Ein hugtakandi og hugvekjandi morgun.
Spáki mær ein rundtúr aftrat. Fyrst oman til kanónirnar. Hyggi omanyvir fjøruna, havi hug at hyggja í hyljarnar, um lív er í onkrum teirra. Kanska okkurt kombikk. Tíðin røkkur ikki til. Spáki niðan um aftur vitan. Hesir eru altíð hugtakandi, tí tú hevur so mangan sæð teir senda sínar ljósstrálur um kvøldarnar. Teir kunnu saktans vera partur av einum forelskilsi ella kærleikstrega. Vitarnir hava sína uppgávu. Teir eru ábyrgdarfullir og føra teg trygt í havn. Okkurt romantiskt er við ljósinum, teir senda út í myrkrið.
Leggið til merkis talvuna, sum greiðir frá um skansarnar í Havn. Hugsi um sjórænarar, kríggj og um svikið, sum kommandanturin á Skansanum framdi ímóti ungu gentuni, Rannvu, sum kom til Havnar at halda ólavsøku.
Ein syrgilig og hjartanemandi søga.
Á veg oman aftur á Farstøðina gangi eg framvið pylsuvogninum. Í rútinum er stór reklama: Fit for fight!
Nú er best at koma inn í hitan í bussinum at seta seg... fit for fight ella ikki.
Skansarnir
Áðrenn eg sleppi Skansa-túrinum hendan sunnumorgunin, fari eg at tríva í ein part av tí søgu, sum er um skansarnar í Havn og ymiskt annað í hesum sambandi.
Í seinnu helvt av 1500-árunum hoyra vit um, at sjórænarar eru farnir at gera alsamt meira um seg í Føroyum. Hetta fekk menn at seta í verk tiltøk fyri at verja Havnina, sum tá ikki var stórt meira enn Tinganes og økið fram við Eystaruvág. Uttast á Tinganesi helt landsins fyrisiting til, og her var eisini handil og vørugoymsla.
Fyrstu verjutiltøkini, vit vita um í Havn, eru yviri á Ryggi í 16. øld. Og hvør veit; kanska var tað her, at Magnus Heinason bygdi ein skansa.
Eftir tiltikna turkaránið í Hvalba í 1629, kom gongd á skansaarbeiði, og skansin á Stangarnesi verður bygdur. Fyri at verja Tinganes móti álopum frá landi, verður Reynaskansin í 1645 bygdur tvørtur um nesið, millum býin og handilin. Næstu 20 árini fer nógv skansaarbeiði fram. Í hesum tíðarskeiði verður Lítli Skansi bygdur uttast á Tinganesi og helst eisini múraða vaktarstovan, Portugálið.
Tá ið Danmark var í bardaga við onnur lond, vóru eisini ófriðatíðir í Føroyum. Skansarnir vórðu rændir og lagdir í oyði, eitt nú í 1677 av fransmonnum og í 1808 av bretum.
Í 1749 verður Lítli Skansi niðurtikin, eins og Reynaskansin longu tá var niðurtikin. Nú var bert Stóri Skansi eftir.
Stóri Skansi
Í 1782 gjørdist kaptein Born kommandantur í Føroyum. Tað var í hansara tíð og seinni, at skansin fekk tað skap, hann hevur í dag, ein sonevndur stjørnuskansi. Hildið verður tó, at vaktarstovan stavar frá 1600-árunum. Um hetta mundið, var eisini eitt battarí niðri á bakkanum.
Á skansanum vóru 35-40 soldátar í 1600-1700-árunum. Skansaarbeiði, ið var skylda hjá havnaborgarum, var ein tung byrða. Fyri at bøta um hetta, vórðu Skansatræðirnar norðanfyri Skansan innlagdar í 1796, so soldátarnir kundu velta sær epli, røtur og annað.
Tær fýra sonevndu málmkanónirnar frá endanum av 1700 og byrjanini av 1800-árunum, eru millum elstu minni frá skansatíðini. Hesar góvu Christiani IX skotkvøðu, tá ið hann sum fyrsti kongur steig fótin á land í Føroyum í 1874.
Í 1865 varð skansin avtikin sum hernaðarligur stovnur og somuleiðis kommandantstarvið. Jekarakorpsið, sum síðan 1830 hevði mannað skansan, varð nú í staðin til eitt politistalið, ið eitt nú hevði eftirlit við fongslinum á Skansanum.
Norðanfyri Skansan liggja sersjanthúsini, har hægsti kvartermeistarin fyri politistaliðnum búði seinnu árini.
Skansin hevur alt tað, vit vita um, havt serligan týdning fyri innsiglingina til Havnina. Ein reyð lanterna varð uppsett í 1884, og í 1909 varð vitin settur á Skansan. Í 1907 varð mastur við veðurávaring reist á økinum.
So seint, sum undir seinna heimsbardaga, varð Skansin nýttur. Í 1940 tók bretska hersetingarvaldið sær Skansan til hernaðarmiðstøð. Einastu minni um hesa tíð, eru tær báðar 5,5" stóru kanónirnar, ið stava frá bretska flogberanum, Furious.
...
Hetta var so skansa-túrurin og skansasøgan hendan sunnumorgunin í februar - og kanska var túrurin ikki heilt til onga nyttu.