verður hyggjarin tikin aftur í 40´ini. At duga at siga eina søgu við klæðum og útsjónd er umráðandi, tá ið ein er stylistur, sigur Ingerð Jønsson. - Tað snýr seg um at umseta tær myndirnar, sum leikstjórin [...] tilvild, at hon kom í samband við navnframar tónleikarar. - Eg møtti Heiðriki á Heygum fyri nøkrum árum síðani, tí honum manglaði ein stylist til eitt sjónbandalag. Samstarvið gjørdist so gott, at vit hildu [...] fjaldan í búkinum. - Eg eri í ferð við at søkja inn á sniðgevaraskúlan kring heimin. Tískil er tað ikki avgjørt enn, hvar leiðin gongur. Dreymurin er í øllum førum at arbeiða víðari við kreativum avbjóðingum
Tórshavn at savna mentanarligt virksemi í ein miðdepil heldur enn at spjaða tað. Ein mentanarmiðdepil gevur møguleika at fylgja við tíðini og gevur borgarum og feløgum medábyrgd og frælsi at stíla fyri [...] og mangt annað, sum gevur borgarum møguleika at menna sítt listahegni. Sjálvandi eigur eitt býarsavn, eitt søgusavn/skjalasavn at vera her, har høvi er at granska í tilfari um býarsøgu, byggimál, útbygging [...] stóran týdning fyri trivna, umframt at skapa arbeiðspláss og lív. Hetta rákið síggja vit í øðrum stórbýum. Tórshavnar býur tørvar eitt tílíkt hús. Tað er eitt eyðsýnt høvi at nýta og varðveita eina býarmynd
skiftust at skjóta mál - hóast tey ikki komu títt. Tað var H71 at frama, tí ein lætti hómaðist á steypavinnarunum við seinasta bríksl, tá ið talvan segði 23-21 til VB. VB kundi iðra seg um, at tað ikki [...] leikaði javnt á, og VB hevði støðugt hug at minka um munin. Við tveimum verjuleikarum høgt á vøllinum, trýsti VB H71 til mistøk, men tað eydnaðist ongantíð at fáa munin niður um tvey mál. Seinastu tíggju [...] ikki eydnaðist at basa favorittunum, hóast gott spæl. Men á stroymingini hjá VB tóktist semja vera um, at hetta var eitt gott avrik, ið gevur vónir um meira. H71 leggur seg nú undir liðina á VÍF á stigatalvuni
tað er stuttligt at síggja, at hesin parturin av flotanum, sum í fleiri ár hevur hingið við reyvini í vatnsskorpuni, nú er við at reisa seg. Reiðaríini, sum eiga skipini, eru byrjað at tjena pengar, og [...] Flemish Kap at fiska, eftir at eingin vinnulig veiða hevði verið um hesar leiðir í fleiri ár, gav hetta eisini føroyskum línuskipum nýggjar møguleikar. Seinnu árini hevur nógvur toskur aftur verið at fingið [...] kipini, Klakkur, Kambur, Eivind og Stapin. Tað hevur verið hugaligt at fylgt gongdini, har føroyski línuskipaflotin hevur megnað at økt bæði nøgdina og veiðivirði so nógv, sum hesin parturin av fiskiflotanum
ikki vera í iva um, at við mær sum formanni, komi eg at ganga á odda fyri at fremja bestu loysnina fyri tykkum og fyri arbeiðsplássini. Her eru nøkur av teimum hjartamálum eg fari at stríðast fyri · Styttri [...] einstøkum stovni, har eg komi at vitja úti á arbeiðsplássunum, og hava fundir minst 2 ferðir árliga, har arbeiðsviðurskifti og trivnaður verða umrøddir. Hetta vil eg gera, fyri at skapa betri sambond millum [...] og betri lønarskipan Eg fari komandi vikurnar at gera alment vart við míni sjónarmið so limurnir vita hvat og hvørjum eg standi fyri. Somuleiðis fari eg at vísa á nøkur sjónarmið í blaði okkara. Við
eisini heldur at landsliðið skal tora at seta sær krøv um at vinna slíkar dystir. Hvassir í yvirtali Afturat skjótálopsspælinum, var serliga yvirtalsspælið av tí besta. Tað tóktist sum at Føroyar fingu [...] ungir at gerast Heimsmeistarar, men vit eru nóg góðir til at vit skulu seta krøv um at vinna hesar dystirnar. Í dag klokkan 16.00 verður lutakast til EM-undankappingina. Fylg við henni á FM1 við at trýsta [...] So at siga allur hondbóltur í Evropa endaði brádliga kappingarárið í marsmánaði. Føroyska manslandsliðið hevði áhugverdar ætlanir hesar mánaðarnar, og eitt nú vóru venjingardystir á skránni í móti B-l
kappingini væntaðust at vera við í oddastríðnum, og megna tær at halda stimanum móti NSÍ, so kunnu hini liðini longu fáa trupulleikar við at fylgja við teimum bláu. Tað krevur tó, at tær fáa tamarhald á [...] fyri at melda seg inn í oddastríðið. Tað er tó torført at taka dagar ímillum liðini. Er dagurin hjá B36 góður, kunnu tær kappast og vinna móti øllum í deildini, men enn hava tær ikki prógvað seg at hava [...] fáa tó favorittpílarnar at peika á ÍVB í hesum dystinum. Kl. 15.00 í Gundadali: HB – B36 Spenningurin er stórur undan dystinum um Havnina, sum bæði liðini óivað fara eftir at vinna. B36 byrjaði kappingarárið
ov gamlar. So, tað verður spennandi, hvussu tað fer at gangast hesi manning, nú hon fyrstu ferð luttekur í FM-kapping í ár. Eva Vilhelm vísir á, at dreingjamanningin umborð á 5-mannafarinum Heyki kappaðist [...] eitt fantastiska gott kappingarár. Formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag vísir á, at dreingjamanningin á Heyki ætlaði annars ikki at luttaka í FM-kappingini í fjør, tí teir vóru júst fluttir upp úr barnaróðrinum [...] nu at royna seg - og vunnu róðurin. Hetta gav teimum blóð á tonna. Teir vóru so við alt kappingarárið og endaðu á einum flottum øðrum plássi, beint aftan fyri Royndina Fríðu. Eva Vilhelm sigur, at dreingirnir
føroyskum mátistokki. Grundgjaldið fyri at vera í bólkaspælinum í Europa League er 21,742 mió. kr., og KÍ er sostatt ein dyst frá at fáa peningin - aftrat heiðurinum at hava spælt seg til Europa League luttøku [...] vinningurin hjá KÍ er sostatt nokk at gjalda allar starvsfólkaútreiðslurnar - spælarar, hjálparfólk og umsiting - hjá øllum liðunum í Betri deildini í eitt ár. Hetta merkir eisini, at KÍ hevði kunnað dustsogið [...] heimligu kappingina. [Rætting: Greinin segði upprunaliga, at KÍ hevði fingið yvir 9 mió. kr. úr UEFA í ár. Hetta talið hevði ikki tikið hædd fyri, at KÌ spældi fyrstu tvey umførini í Champions League]
60-ini. Hann segði, at hetta tíggjuáraskeiðið fer altíð at vera nakað heilt serligt. ##med2## Tað ber illa til at tosa um Birgar, uttan at nevna Býarsavnið, sum hann legði so stóra orku í at fáa stovnað. Har [...] stríddist við at fáa savninum fast innivist við fastari framsýning. Tað eydnaðist, tá hann fekk leigað seg inn í hølini hjá Tórs Cafteria í Niels Finsensgøtu. Men tað var ov tungt, og endin var, at hann gav [...] gav Tórshavnar býráð allar lutirnar hjá savninum. Birgir gleddi seg til at savnið skuldi fáa høli og fara at virka sum veruligt býarsavn. Tað arbeiðið er í gongd, men er enn ikki komið á mál. ##med3## Birgar