So at siga allur hondbóltur í Evropa endaði brádliga kappingarárið í marsmánaði. Føroyska manslandsliðið hevði áhugverdar ætlanir hesar mánaðarnar, og eitt nú vóru venjingardystir á skránni í móti B-landsliðnum hjá Norra og Póllandi.
Men tað var av ongum.
Í koronasteðginum hevur landsliðsvenjari, Sonni Larsen, kortini havt møguleika at arbeiða við landsliðsliðnum umvegis netið.
- Vit hava havt samrøður við leikararnar eins og vit plaga. Tað broytti korona einki upp á.
- Vit hava serliga hugt eftir góðskuni í spælinum frá dystunum í Luksemborg, har vit tóku okkum væl fram í fleiri pørtum av spælinum.
Vildi vunnið ímóti Slovakia
Úrslitini av teimum dystunum í, gjørdust eitt greitt tap við níggju málum ímóti Litava, ein tepur 27-26-ósigur ímóti Slovakia, og so fyrsta fyrsta føroyska HM-undankappingarsigurin nakrantíð ímóti Luksemborg.
- Vit vóru kropsliga betri fyri enn Luksemborg, sigur Sonni Larsen um sigurin. Og Landsliðsvenjarin kundi hugsað sær meira enn tann eina.
- Vit vildu sera gjarna vunnið ímóti Slovakia. Vit spældu ein góðan hondbóltsdyst, og høvdu eisini møguleikarnar, men royndirnar hjá slovakum gjørdu munin.
Skjótálop við høgari góðsku
Tað vit sóu í Luksemborg er tað besta skjótálopsspælið vit hava spælt. Vit fáa sjey av tíggju bóltum í málið í fyrstu, aðru og triðju bylgju.
- Vit skora seks skjótálop ímóti Litava, átta ímóti Slovakia og tíggju ímóti Luksemborg.
- Tað er altjóða støði, og er púra á hædd við tey tølini, sum Danmark og Spania hava, tá ið tey vinna Heims- og Evropameistaraheitið, sigur landsliðsvenjarin.
- Og um vit kunnu spæla ein sovorðnan dyst, við sama effektiviteti, so vinna vit næstu ferð, sigur landsliðsvenjarin, ið eisini heldur at landsliðið skal tora at seta sær krøv um at vinna slíkar dystir.
Hvassir í yvirtali
Afturat skjótálopsspælinum, var serliga yvirtalsspælið av tí besta. Tað tóktist sum at Føroyar fingu mál í hvørjum álopið, tá ið mótstøðuleikarar fingu útvísing. Tað hevur landsliðsvenjarin eisini lagt dent á í eftirmetingini, har hagtølini siga, at Føroyar høvdu 80 % effektivitet í yvirtalsstøðu í hesum trimum dystunum.
Krøvini verða størri
Í november verður so farið undir undankappingina til EM 2022, og tá skal spælið gerast enn betri og krøvini verða størri.
- Vi skulu lyfta tvørstongina enn hægri. Vit eru ov ungir at gerast Heimsmeistarar, men vit eru nóg góðir til at vit skulu seta krøv um at vinna hesar dystirnar.
Í dag klokkan 16.00 verður lutakast til EM-undankappingina. Fylg við henni á FM1 við at trýsta HER, ella á youtube niðanfyri
##med2##