Eg eri 55 ára gamal, útbúgvin portørur og ambulansaviðgeri, eg eri giftur, og eigi 3 børn. Eg havi arbeitt innan hetta økið í nærum 30 ár í ávikavist Frederiksberg Hospital, Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum, har eg havi starvast á Sjúkraflutningstænastuni, sum varaleiðari, síðani juli mánaði 2007, í nærum 13 ár nú. Tá eg arbeiddi í Danmark, var eg álitismaður í 4 ár fyri uml. 100 portørum.
Eg eri sera glaður fyri mítt starv og arbeiðspláss, og ikki minst teir góðu starvsfelagarnar, sum mynda arbeiðsplássið. Í gerandisdegnum arbeiði eg við starvsfólkapolitikki og menning av Sjúkraflutningstænastuni. Í samband við mítt arbeiði, havi eg tikið nógv ymisk skeiðir í m.ø. konflikt/mekling, psykologi, teambuilding, samskifti/konflikthandtering og í 2017/2018 tók eg eina akademiútbúgving í Leiðslu á Glasi.
Eg bjóði meg fram, sum formann í Starvsmannafelagnum fyrst og fremst, tí at eg havi stóran áhuga í fakfelagsarbeiði. Hendan áhuga havi eg havt, síðani eg byrjaði á arbeiðsmarknaðinum fyri nógvum árum síðani, og hendan áhuga skulu tit merkja við mær, sum formanni. Tá hesin møguleiki stóð mær í boði, var eg ikki í iva. Um eg fái møguleikan at gerast formaður, vil eg vera sjónligur. Eg vil eg ganga nýggjar leiðir, og seta álitisfólkið og limirnar í hásætið. Eg vil leggja eina ætlan saman við hvørjum einstøkum stovni, har eg komi at vitja úti á arbeiðsplássunum, og hava fundir minst 2 ferðir árliga, har arbeiðsviðurskifti og trivnaður verða umrøddir. Hetta vil eg gera, fyri at skapa betri sambond millum arbeiðsplássini og felagið. Vit, sum størsta fakfelag í landinum, skulu síggjast og hoyrast í samfelagnum, og vera við í samfelagskjakinum, so okkara limir kunnu vera stoltir av felagnum. Formaðurin er ein sentralur persónur, og har er tað umráðandi, at vit vísa okkara styrki í samfelagnum. Vit skulu hava ávirkan á samfelagið, og kunna vísa á skeivleikar, sum ávirka okkara limir dagliga. Um trupulleikar stinga seg upp á arbeiðsplássinum, skulu tit ikki vera í iva um, at við mær sum formanni, komi eg at ganga á odda fyri at fremja bestu loysnina fyri tykkum og fyri arbeiðsplássini.
Her eru nøkur av teimum hjartamálum eg fari at stríðast fyri
· Styttri arbeiðsviku
· Umflokkingar’
· Álitisfólkahópurin má ikki skerkast, men styrkjast Starvsfólk, sum eru dóttin niðurmillum mugu hjálpast Arbeiðsplássmetingar skulu gerast
· Kappingarføri og førleikamenning
· Javnstøða
· Nýggja og betri lønarskipan
Eg fari komandi vikurnar at gera alment vart við míni sjónarmið so limurnir vita hvat og hvørjum eg standi fyri. Somuleiðis fari eg at vísa á nøkur sjónarmið í blaði okkara.
Við fakfelagskvøðu og ynskjum um gott val, Gunnar Hjelm valevni til formanssessin í Starsmannafelagnum