VB setti Gurið Krosslá Augustinussen á vøllin fyri fyrstu ferð í ár, og hótti steypavinnararnar úr H71 allan dystin. Tað eydnaðist kortini H71 at vinna 23-21.
VB byrjaði væl í verjuni ímóti H71 í dag, og hevði eisini leiðsluna meginpartin av fyrra hálvleiki.
H71 slapp ikki í skjótálop, og VB fekk javnan mál í tolnum álopum. VB var á odda 4-2 og 6-3, og kundi helst eisini iðra seg um, at bert vera eitt mál á odda við steðgin. Tá var støðan 11-10 til VB.
H71 javnaði skjótt í seinna hálvleiki og legði seg á odda fyri fyrstu ferð eftir einar sjey minuttir. Tá var støðan 13-12 til H71.
VB javnaði, men H71 svaraði aftur við fýra málum á rað til 17-13. Hetta var avgerandi munurin. Tí aftur leikaði javnt á, og VB hevði støðugt hug at minka um munin.
Við tveimum verjuleikarum høgt á vøllinum, trýsti VB H71 til mistøk, men tað eydnaðist ongantíð at fáa munin niður um tvey mál. Seinastu tíggju minuttirnar vóru nervarnir í hásæti, tá ið liðini skiftust at skjóta mál - hóast tey ikki komu títt. Tað var H71 at frama, tí ein lætti hómaðist á steypavinnarunum við seinasta bríksl, tá ið talvan segði 23-21 til VB.
VB kundi iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at basa favorittunum, hóast gott spæl. Men á stroymingini hjá VB tóktist semja vera um, at hetta var eitt gott avrik, ið gevur vónir um meira.
H71 leggur seg nú undir liðina á VÍF á stigatalvuni við tveimum dystum eftir at leika. VB hevur tríggjar dystir eftir at leika í grundspælinum.
VB - H71 21-23
VB: Slobodanka Bandobranski 7, Vár Brattalíð 5. Gurið Augustinussen 3, Rannvá Johannesen 3, Durita K. Hjelm 1, Rebekka Godtfred 1, Sofia A. Schrøter 1
H71: Maria H. Weyhe 8, Marita Mortensen 6, Guðrið á Borg 1, Sofie Søberg 1, Elisabeth H. Simonsen 1, Karin H. Simonsen 1, Bára Hansen 1, Eva Barba Arge 1, Durita Toftum Joensen 1, Christina Arge 1
Støðan í SMS-deildini (hsf.fo):
Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla hálvfinalur
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
Kyndil | 16 | 427 | 332 | 95 | 24 |
Neistin | 17 | 422 | 354 | 68 | 24 |
H71 | 16 | 433 | 365 | 68 | 22 |
VÍF | 16 | 431 | 379 | 52 | 22 |
Stjørnan | 16 | 383 | 439 | -56 | 9 |
StÍF | 16 | 357 | 461 | -104 | 7 |
VB | 15 | 321 | 444 | -123 | 4 |