Stylisturin Ingerð: Samleikin liggur í útsjóndini

Tá ið navnframir tónleikarar sum Eivør, BYRTA og Heiðrik standa á odda í einum sjónbandalagi, er tað ikki tilvildarligt, hvussu teir síggja út

Tá ið navnframir tónleikarar sum Eivør, BYRTA og Heiðrik trýna á pall ella standa á odda í einum sjónbandalagi, er tað ikki tilvildarligt, hvussu teir síggja út. Tað sigur 23-ára gamla Ingerð Stenberg Jønsson, sum er stylisturin hjá eitt nú Eivør.

 

- Klæðir og útsjónd skapa ein samleika hjá tónleikarum, óansæð um tað er tilvitað ella ótilvitað. Tað kann samanberast við, at ein sjónleikari trýnur á pall í einum búna, sigur Ingerð Jønsson.

 

Ingerð Jønsson lesur sniðgeving og tøkni á KEA, sum er Københavns Erhvers Akademi. Hon er kvinnan handan merkið Teinar, sum eitt nú framleiðir taskur úr vovnum toyði, ið vanliga verður nýtt til skjúrti. Hóast Ingerð Jønsson altíð hevur havt áhuga fyri styling og sniðgeving, var tað av tilvild, at hon kom í samband við navnframar tónleikarar.

 

- Eg møtti Heiðriki á Heygum fyri nøkrum árum síðani, tí honum manglaði ein stylist til eitt sjónbandalag. Samstarvið gjørdist so gott, at vit hildu áfram at arbeiða saman. Síðani eri eg komin í samband við aðrar tónleikarar, sigur Ingerð Jønsson. Uppgávurnar hjá henni eru sera ymiskar, tí langt er frá Byrtu til Eivør, um mann hugsar um stíl.

 

Frá disko gullbrókum til 40'ara retro

Ingerð Jønsson hevur stylað fleiri eyðsýnd sjónbandaløg, har fokus nevniliga hevur verið tað visuella úttrykkið. Eitt nú ´Norðlýsið´ hjá BYRTA, har bæði Janus og Gurið eru í diskokendum gullbúna, meðan statistarnir eru í stuttum gullbrókum. Ingerð Jønsson hevur eisini stylað nýggja sjónbandalagið hjá Eivør, ´Rain, sum bleiv almannakunngjørt í vikuni. Í hesum sjónbandalagnum verður hyggjarin tikin aftur í 40´ini. At duga at siga eina søgu við klæðum og útsjónd er umráðandi, tá ið ein er stylistur, sigur Ingerð Jønsson.

 

- Tað snýr seg um at umseta tær myndirnar, sum leikstjórin hevur í høvdinum, til veruleika. Mann skapar eitt huglag og ein alheim gjøgnum klæðini, hárið og sminkuna, sigur Ingerð Jønsson. Hóast hon hevur havt nógvar jaligar upplivingar sum stylistur í samband við ymisk sjónbandaløg, hevur hon ein sniðgevara fjaldan í búkinum.

 

- Eg eri í ferð við at søkja inn á sniðgevaraskúlan kring heimin. Tískil er tað ikki avgjørt enn, hvar leiðin gongur.Dreymurin er í øllum førum at arbeiða víðari við kreativum avbjóðingum innan hetta øki. Um tað er sum stylistur ella sniðgevið, havi eg ikki tikið støðu til enn, sigur Ingerð Jønsson at enda.

 

Tað ber nú til at útbúgva seg sum stylecoach/stylist á Skeiðsdepilinum. Fyrsta skeiðið byrjaði fjórða februar, og tað er Sunneva Thorsteinsson, ið stendur fyri undirvísingini. Kostnaðurin fyri útbúgvingina er 25.000 krónur.