Úrslitini hjá KÍ kunnu skeikla heimligu kappingina

Kemur KÍ í bólkaspælið í Europa League, megnar KÍ at gjalda samlaða leikarakostnaðin í Føroyum

Umframt at hava sett KÍ so dyggiliga á evropeiska fótbóltskortið, hevur sigurin á Dinamo Tblisi í gjár eisini bjálvað bankabókina hjá KÍ. Væl og virðiliga.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, letur luttakandi liðum í bæði Champions League og Europa League pengar fyri hvørt umfar, ið liðini spæla í kappingunum, og nú KÍ hevur spælt seg víðari til seinasta umfarið undan Europa League kappingini sjálvari, umframt at hava spælt tvey undanumfør í Champions League, hevur KÍ forvunnið sær umleið 11,1 mió. kr. í kappingarpeningi.

UEFA hevur higartil latið hendan peningin til KÍ

 

  • Luttøka í Champions League: 1,936 mió. kr.
  • 1. undanumfar, Champions League: 2,084 mió. kr.
  • 2. undanumfar, Champions League: 2,829 mió. kr.
  • 3. undanumfar, Europa League: 2,084 mió. kr.

 

  • Play-off, Europa League: 2,233 mió. kr.

Gjaldsstigin hjá UEFA er í evrum, og umroknað til danskar krónur gevur hetta KÍ 11,1 mió. kr.

Megnar KÍ at spæla seg víðari til bólkaspælið í Europa League, má hetta tó roknast sum lítið av miklum, tí tá verður talan um ørandi upphæddir - í øllum førum eftir føroyskum mátistokki.

Grundgjaldið fyri at vera í bólkaspælinum í Europa League er 21,742 mió. kr., og KÍ er sostatt ein dyst frá at fáa peningin - aftrat heiðurinum at hava spælt seg til Europa League luttøku.

Umframt grundgjaldið letur UEFA eisini 4,244 mió. kr. fyri hvønn sigur í bólkaspælinum og 1,414 mió. kr. fyri hvønn javnleik.

Hóast tað er gott fyri føroyskan fótbólt í sjálvum sær, skuldi KÍ spælt seg víðari til bólkaspælið, og tað uttan iva er gott fyri bankabókina hjá KÍ, so er spurningurin, hvørja ávirkan hetta kann hava á heimligu kappingina.

Skuldi KÍ spælt seg víðari í bólkaspælið, høvdu klaksvíkingar samanlagt fingið í minsta lagi yvir 33 mió. kr. burtur úr Europa League, og tílíkar upphæddir eru nokk til at skeikla føroyska spælaramarknaðin í fleiri ár.

Sambært rokniskapinum hjá KÍ í fjør, vórðu útreiðslurnar til starvsfólk 4,7 mió. kr.  Hjá HB vóru útreiðslurnar 4,9 mió. kr., og hjá B36 3,1 mió. kr.

Fyri øll feløgini í Betri deildini vóru samlaðu starvsfólkaútreiðslurnar 26,9 mió. kr. í fjør, og møguligi vinningurin hjá KÍ er sostatt nokk at gjalda allar starvsfólkaútreiðslurnar - spælarar, hjálparfólk og umsiting - hjá øllum liðunum í Betri deildini í eitt ár.

Hetta merkir eisini, at KÍ hevði kunnað dustsogið alt fótbóltstalentið í Føroyum til Klaksvíkar, og spurningurin er so, hvat hetta merkir fyri heimligu kappingina.

 

[Rætting: Greinin segði upprunaliga, at KÍ hevði fingið yvir 9 mió. kr. úr UEFA í ár. Hetta talið hevði ikki tikið hædd fyri, at KÌ spældi fyrstu tvey umførini í Champions League]