øg, tað eina meiri útbygt enn tað næsta. Nærum alt kann stýrast, veðrið, dagur ella nátt og hvussu væl flúgvarin er at handfara og líta á. Innstillingargluggarnir eru betri gjørdir og vakrari á at líta [...] loftfýrar og annað viðkomandi. Lutirnir eru merktir við smáum prikkum, sum til ber at zooma inn og út, og til ber somuleiðis at flyta flúgvaran frá einum stað til annað bert við at hála hann higar. Tað er snilt [...] eini CD fyri seg sjálvan. Har sæst, hvussu ein skal gera, men ikki ber til í stundini at royna tað ein sær. Og tað at fara á flog, er nakað heilt fyri seg. Tú setur ikki bara ferð á sum í Fly Simulator.
rúgvu av ymiskum teknum og log-in?um fyri yvirhøvur at fáa telduna at starta, hevði tú beinanvegin skriviborið framman fyri tær á eini Macintosh. Tað vísti seg eisini skjótt, at innan fyri professionelt [...] tann førandi, tó at vanligi brúkarin á ongan hátt bleiv gloymdur. Serliga innan blaðútgávu og annað tílíkt verður einki annað nýtt enn Macintosh, og bæði tey stóru bløðini í Føroyum verða gjørd á hesum teldum [...] Tað finnast tvey sløg av teldum. Teir vanligu PC?arnir ? og so Macintosh. Apple Macintosh hevur heilt frá byrjan skilt seg út frá hinum PC?arunum við sínum lætta og brúkaravinarliga uppbygningi. Har tú
leygardagin, og tað má so metast at vera ein smeitur fyri bæði klaksvíkingar og ikki minst havnarmenn, sum vóna, at Klaksvík 1 kann taka stig frá kollfirðingum. Hinvegin frættist eisini, at teir báðir útlendsku [...] Hetta við, at allir dystirnir í seinasta umfari verða spældir á einum stað, hevur verið roynt í nøkur ár nú og hevur riggað væl. Hetta er eitt gott høvi hjá telvarunum at heilsa upp á hvønn annan og takka fyri [...] møguleika fyri at koma upp á sama stigatal sum oddaliðið. Men tað krevur so, at klaksvíkingar vinna øll fýra talvini móti júst kollfirðingum, sum teir telva ímóti komandi leygardag. Tað frættist, at Rani Nolsøe
slag av kapping, og var tað einki undantak hesaferð. Í recurve-bólkinum komu hesi at skjóta í hálvfinalunum: Poul Martin Joensen og Rói Johannesen, og varð støðan 3-0. Hans Petur Højgaard og Annlott Rasmussen [...] kappingarnar verða í mars mánaði. Tá verða innandura FM-kapping og tiltikna R&N-kappingin, sum Rúsdrekka- & Narkotikaráðið hevur latið steyp til. Tað verður aðru ferð, at R&N-kappingin verður skotin, og hesa ferð [...] Annlott, og vann Rói 4-0. Finalan var millum Hans Petur og Poul Martin. Her gekk javnt á, og í einum umfari var neyðugt við umskjóting, tí tað stóð á jøvnum. Endaliga støðan var, at Hans Petur vann kappingina
og Pól Gudmundson í móttøkuni, og tað eydnaðist ikki væl. Móttøkurnar kundu ikki brúkast til at byggja nakað álop upp, og tí hevði Mjølnir eisini nokk so lætt spæl í blokkinum. Góðar servur og gott álop [...] hvar skápið skuldi standa, og tað gjørdu teir skjótt og væl. Settið endaði 15-5, og orsøkin til, at Mjølnir vann hetta settið var, at teir aftur trýstu óført á í álopinum og í servunum. Fram fall harafturímóti [...] dystinum lagt ein taktikk, og honum fylgdu vit til fulnar. Vit søgdu at vit skuldu leggja trýst á teir í servuni og í álopinum og tað gjørdu vit frá byrjan. Tí gekk tað so væl í fyrsta og øðrum settið. Tit fóru
kantinum, men tað sá ikki út til at nerva spælið hjá Fleyr. Í triðja settið royndi Fleyr at leggja trýst á ÍF, og tað eydnaðist rættiliga væl í løtum. Blokaduspælið hjá Fleyr var gott, og har vunnu teir [...] í gongd. Tað tók einans 9 minuttir at spæla fyrsta sett at enda, og tá liðugt var stóð 15-2 til Fleyr. Men ÍFa tók seg ruddiliga saman í øðrum settið. Teir bardu seg inn aftur í dystin og tað gekk sera [...] sera javnt á tað mesta av øðrum settið, men tá tað galt fór ÍF frá Fleyr. Tað er synd at siga, at spælið var vakurt. Hvørki av liðunum fekk rættiligan samanhang í spælið, og tí varð spælt rættiliga nógv aftur
liðugt og tað endaði 15-7 til Fram. Triðja sett var sum tað fyrsta, bara enn styttri. Fram vann triðja sett 15-1, og tað tók bert 11 minuttir at spæla. So í alt vardi dysturin í 39 minuttir, og tá settini [...] lættan dyst. Tað hoyrir eisini til søguna um dystin, at ÍFb bert hevði seks mans til dystin. ÌF hevur tað ótakksomu støðu at hava tvey lið í meistaradeildini hjá monnum, og tað gevur trupulleikar at skula manna [...] tvey lið heldur enn eitt. Tað sigur seg sjálvt, at tað gongur út yvir styrkina hjá báðum liðunum, at tað eru tvey lið í meistaradeildini. Kappingin um plássini er ov lítil, og tað er ikki nøktandi í bestu
farin undir at gera undirklæðir til børn. Um stutta tíð eru tey eisini at fáa í Sverrisgøtu, og tá kanna alt til børn fáa á einum stað, sigur Anida Johannesen. Sama príslega og aðrastaðni Um prís og góðsku [...] seinastu tíðina arbeitt i Benetton. Hon er komin fram til, at hóast klæðini til ung og tilkomin eru væl umtókt, so er tað en meira umráðandi at selja Benetton barnaklæðini, sum bert fáast í hesum handlinum [...] Sverrisgøtu er annars væl kend við at selja klæðir. Hon hevur arbeitt í handlum í fleiri ár, Har hon hevur selt mannafólka- og konufólkaklæðir, og hevur eisini verið við til at stovna annan barnahandil í býnum
runnin stutt eftir at bankakanningin kom, har biðið varð um at fáa donsku stjórnina at svara, hvørt stjórnin ynskti at grunnurin skuldi taka stig til samráðingar við bankan og um at leingja fyrningarfreistina [...] urin verður, eftir grein í Børsen at døma, ikki við í samráðingunum, tá samráðingar um endurgjald frá Den Danske Bank, verða á skránni. Um so verður, fer staturin at samráðast við danska bankan um møguligt [...] leggja heldur ikki trýst á Fíggingargrunnin at fara undir hesar samráðingar, av tí at Landsstýrið metir, at endurgjaldskravið er mál millum danska bankan og stjórnina. Bíðar eftir svari Landsstýrið vendi
»Útgerð til alivinnuna, og aling í Noreg« og í hesum sambandi hevði Vónin fingið fólk frá norskum fyritøkum hendavegin at greiða frá. Umboð vóru frá tveimum fyritøkum, Helgeland Plast A/S og Refa A/S. Harumframt [...] síðani 1981 og er fyrrverandi formaður fyri norska alarafelagnum. Helgeland Plast kunnaði um teir nýggju PlastCirkel plastringarnar. Hesir ringar eru sera sterkir og verða nýttir um allan heim. Tað nýggjasta [...] sigur Vónin, at hetta er hent, tá ringt er í veðrinum. Hetta er eisini gjørt fyri at verja ringarnar móti ísi og algum í sjónum. Refa greiddi frá um eitt nýtt knútaleyst net, umframt at Refa kunnaði alararnar