Tað finnast tvey sløg av teldum. Teir vanligu PC?arnir ? og so Macintosh.
Apple Macintosh hevur heilt frá byrjan skilt seg út frá hinum PC?arunum við sínum lætta og brúkaravinarliga uppbygningi. Har tú á einum PC?ara skuldi brúka eina rúgvu av ymiskum teknum og log-in?um fyri yvirhøvur at fáa telduna at starta, hevði tú beinanvegin skriviborið framman fyri tær á eini Macintosh.
Tað vísti seg eisini skjótt, at innan fyri professionelt brúk gjørdist Macintosh tann førandi, tó at vanligi brúkarin á ongan hátt bleiv gloymdur.
Serliga innan blaðútgávu og annað tílíkt verður einki annað nýtt enn Macintosh, og bæði tey stóru bløðini í Føroyum verða gjørd á hesum teldum.
Fyritøkan var annars komin í trupulleikar við mongum stjóraskiftum og sølutølini gingu stútt niður á bakka. Men nú er vend komin í, og sølan økist við risafetum. Serliga er hetta nýggju telduni G3 fyri at takka.
Fyri sína tíð
Í sambandi við 20 ára dagin hjá fyritøkuni, hevur Macintosh framleitt eina teldu, sum á fleiri økjum má sigast at vera framman fyri sína tíð.
Ikki minst sjálvt design?ið er framtíðarkent. Við fyrsta eygnabrá líkist hetta einumhvørjum framkomnum ljóðtóli frá B&O. Stóri skíggin avdúkar tó skjótt, at her er talan um eina teldu.
Teldan er fløt, undir 10 sm. í tjúkd, og sniðið er framúr vakurt. Teldan er sjálvandi útgjørd við allari tí mest framkomnu tøknini, ið finst. Og her má ljóðið nevnast. Spælir tú tónleik í telduni ljóðar tað sum fínasta stereo-anlegg. Serliga leysa bass-eindin gevur ein heilt serstakan klang, sum ikki stendur aftanfyri áðurnevndu anlegg.
Harðdiskurin er 2GB og teldan hevur rúm fyri upp til 128 MB ram. Her er veruliga talan um eina teldu, ið má roynast. Og tað ber til, tí myndin er tikin uppi hjá Farodane, ið umboðar Apple Macintosh.










