Vónin kunningarfund á Hafnia um aliútgerð

Mánadagin hevði P/F Vónin kunningarfund á Hotel Hafnia um útgerð til alivinnuna og um aling í Noreg

Mánadagin skipaði P/F Vónin fyri kunningarfundi á Hotel Hafnia.

Skráin fyri fundin var: »Útgerð til alivinnuna, og aling í Noreg« og í hesum sambandi hevði Vónin fingið fólk frá norskum fyritøkum hendavegin at greiða frá.

Umboð vóru frá tveimum fyritøkum, Helgeland Plast A/S og Refa A/S. Harumframt var Helge Nilssen eisini í ferðalagnum úr Noregi.

Helge Nilssen hevur verið alari síðani 1981 og er fyrrverandi formaður fyri norska alarafelagnum.

Helgeland Plast kunnaði um teir nýggju PlastCirkel plastringarnar.

Hesir ringar eru sera sterkir og verða nýttir um allan heim.

Tað nýggjasta produkti av hesum slag er ein aliringur sum kann dykka 5 metur undir vatnskorpuna. Í tíðindaskrivinum sigur Vónin, at hetta er hent, tá ringt er í veðrinum. Hetta er eisini gjørt fyri at verja ringarnar móti ísi og algum í sjónum.

Refa greiddi frá um eitt nýtt knútaleyst net, umframt at Refa kunnaði alararnar um nýggjar hættir at gera nótir uppá, so at alarar kunnu spara rættiliga fitt av peningi.

Helgi Nilssen kunnaði um aling í Noreg, fyrr og nú. Um tekniska útgerð, effektivitet, fóðringshættir og marknaðarføring