Fleyr oman á á Kambsdali

Flogbóltur, menn: Tað sá út sum ÍF leikararnir vóru farnir í summarfrí í fyrsta settið í dystinum leygardagin. Tað vardi í 9 minuttir og endaði 15-2. Teir vaknaðu tó við aftur í øðrum settið

ÍFa og Fleyr spældu sínámillum dyst leygardagin í Kambsdali.

Men tað sá ikki út sum ÍF hevði hug at spæla.

Í fyrsta settið høvdu teir lagt spæligleðina eftir inni í skiftirúminum, og teir komu ongantíð í gongd.

Tað tók einans 9 minuttir at spæla fyrsta sett at enda, og tá liðugt var stóð 15-2 til Fleyr.

Men ÍFa tók seg ruddiliga saman í øðrum settið.

Teir bardu seg inn aftur í dystin og tað gekk sera javnt á tað mesta av øðrum settið, men tá tað galt fór ÍF frá Fleyr.

Tað er synd at siga, at spælið var vakurt.

Hvørki av liðunum fekk rættiligan samanhang í spælið, og tí varð spælt rættiliga nógv aftur og fram.

Eisini gjørdu liðini bæði rættiliga nógvar býttar feilir.

Og tað skal lúkast burtur, ætla liðini at vinna FM-heitið.

Tað verður so ikki í ár, tí kappingin er so langt fráliðin.

ÍF vann annað sett 15-11 og so var dysturin opin aftur.

Men tað helt ikki hjá ÍF.

Spælið datt sundur aftur. Móttøkurnar vóru ikki nóg góðar, og tískil varð álopið heldur ikki nóg gott.

Tá spælararnir heldur ikki trúgva uppá, at teir kunnu vinna bóltarnar, so er torført at vinna ein dyst.


Fleyr nýggjan mann

Tað var annars ein nýggjur maður við á Fleyr liðnum henda dagin.

Hjalmar Joensen spældi sín fyrsta dyst við Fleyr, og hann kom bara heilt væl frá byrjanini.

Hann er stórur og sterkur spælari og fer óivað at vera góður fongur hjá havnarfelagnum

Fleyr-liðið var eitt sindur umskipað til dystin leygardagin.

Jóhannes Ejdesgaard spældi á miðjuni fyri Niclas Joensen, meðan Hjalmar Joensen spældi á kantinum, men tað sá ikki út til at nerva spælið hjá Fleyr.

Í triðja settið royndi Fleyr at leggja trýst á ÍF, og tað eydnaðist rættiliga væl í løtum.

Blokaduspælið hjá Fleyr var gott, og har vunnu teir nógvar bóltar og fingu nógv stig.

Bæði í triðja og í fjórða settið fylgdust liðini upp til 5-5, men har frá leyp Fleyr undan ÍFa, sum ikki kláraði at svara aftur.

Spælið hjá teimum gekk sera tungt, og sjálvt verjuspælið, sum annars er vørumerkið hjá ÍF, var farið út av lagi.

Triðja sett endaði við 15-8 sigri til Fleyr, og fjórða sett endaði við 15-9 sigri til Fleyr.

Við hesum sigrinum hevur Fleyr óivað tryggjað sær bronsumerkini í meistaradeildini hjá monnum.

Teir eru nøkur stig frammanfyri ÍFa og hava tríggjar dystir eftir at spæla. ÍFa hevur bert tveir dystir.