Staturin og Danski Bank mugu samráðast um endurgjaldskarvið

Alt bendir á, at danski staturin einsamallur noyðist at samráðast við Den Danske Bank um endurgjald fyri partabrævaumbýtið

Fíggingargrunnurin verður, eftir grein í Børsen at døma, ikki við í samráðingunum, tá samráðingar um endurgjald frá Den Danske Bank, verða á skránni.

Um so verður, fer staturin at samráðast við danska bankan um møguligt endurgjaldskrav, eins og staturin skal samráðast við Landsstýrið um avgjaldsskipan fyri føroysku uttanlandsskuldina.

Tá Fíggingargrunnurin samráddist við bankan um partabrævaumbýtið í 1993, hevði grunnurin eisini løgfrøðiligu ábyrgdina.

Henda ábyrgd hevur enn størri týdning, nú fyrningarfreistin er 22. mars í ár.

Veruleikin er, at Fíggingargrunnurin hevur fingið greitt at vita frá Landsstýrinum, sum stovnaði grunnin, at Landsstýrið ikki vil hava ábyrgdina av møguligum samráðingum við den Danske Bank.

Føroyingar leggja heldur ikki trýst á Fíggingargrunnin at fara undir hesar samráðingar, av tí at Landsstýrið metir, at endurgjaldskravið er mál millum danska bankan og stjórnina.


Bíðar eftir svari

Landsstýrið vendi sær til Fíggingargrunnin stutt eftir at bankakanningin kom, har biðið varð um at fáa donsku stjórnina at svara, hvørt stjórnin ynskti at grunnurin skuldi taka stig til samráðingar við bankan og um at leingja fyrningarfreistina.

Danska stjórnin hevur ikki svarað Fíggingargrunninum.

Tað er heldur ikki hugsandi, at stjórnin fer at biða Fíggingargrunnin taka stig til slíkt, tí hon hevur, síðani bankakanningin varð sett í verk, av sínum eintøkum tikið stig til ymisk mál.

Danska stjórnin hevur í hyggu at seta seg í samband við Landsstýrið, og hevur eisini biðið kamaradvokatin kanna endurgjaldsspurningin, eins og politiski meirlutin í Danmark er sinnaður at lata stjórnina átaka sær hetta málið.

Umframt tað, so hevur danska stjórin og Landsstýrið beinleiðis áhuga í at krevja endurgjald frá Den Danske Bank.

Hinvegin hevur Fíggingargrunnurin ikki fíggjarligan áhuga í málinum.

Annað, sum eisini setir Fíggingargrunnin í eina torføra støðu er, at Richard Mikkelsen, fyrrverandi formaður í grunninum, er fyri álvarsligum atfinningum í Grønborg-kanninginií samband við handfaringina av partabrævaumbýtinum.

Landsstýrið førir fram, at teir yvirtóku bankan undir skeivum fortreytum, eitt nú eftir ráðum frá Richard Mikkelsen.


Gagnligt fyri Føroyar

Annað mál er, at Fíggingargrunnurin ongantíð undirskrivaði avtaluna um partabrævaumbýtið. Avtaln varð góðkend, men bert danska stjórnin og Landsstýrið skrivaðu undir.

Tí er tað okkurt sum bendir á, at danska stjórnin einsamøll noyðist at samráðast Danske Bank.

Børsen setir spurnartekin við, hvørt Føroyar standa sterkari ella veikari í hesum sambandi? Møguliga sterkari. Blaðið veit eisini at siga, at júst hetta er strategiin hjá føroyingum: Føroyingar krevja stórt endurgjald fyri partabrævaumbýtið og fyri tap í samband við yvirtøkuna.

Fáa føroyingar ikki so nógv sum teir krevja, fara teir at krevja, at danski staturin rindar fyri ein part av uttanlandsskuldini.

Tað týður samstundis uppá, at mótstøðan mótvegis Den Danske Bank herðist. Nyrup Rasmussen hevur sagt, at tilboðið frá Den Danske Bank um at gjalda føroyingum 200 - 250 mió. krónur, er alt ov lítið.