ferðamannaskipið hjá Kongliga Grønlendska Handlinum, Hans Hedtoft, við Kappan í Grønlandi. Umborð vóru 95 fólk og eingin teirra spurdist aftur. Hetta var jomfrúferðin hjá hesum stórfingna skipi og eins og við [...] skipi hjá Grønlendska Handlinum, men var biðin um at koma umborð á Hans Hedtoft, tí har skuldi bert fólk við góðum pappírum og royndum umborð. Tað varð sagt, at skipið varð bygd so gott og sterkt, og tá [...] sum er gjørt av mannahondum ikki kann gerast so trygt, at tað kann klára seg ímóti slíkum ódnum sum eru har, sigur Emmy. Leitaðu til fánýtis Av teimum 95 fólkunum umborð taldi manningin 40 og ferðafólkini
hugsað okkum at givið Orðafar út í størri og meira nútímans sniði. Men tað eru bara politikararnir, sum kunnu gera nakað við hesi ynski, og tað gerst bara við at hækka játtanina. - Landsstýrið hevur játtað [...] landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál. Málnevndin hevur málstovu, har fólk kunnu venda sær til við fyrispurningum. Nakrar ferðir um árið gevur málnevndin út Orðafar, ið er kunning [...] kring heimin, meðan onnur leita sær upplýsingar um Føroyar. Gandaorðið er kunningartøkni (KT), sum eru teldur og fjarskiftisamboð til at arbeiða við, varðveita og veita upplýsing. Saman við altjóðanini
fram. Hesi sjónarmið greiðir flokkurin frá í álitinum. Rangvørg mannagongd Flokkurin sigur, at tað er skeiv mannagongd, at gera eina grundlóg fyri eitt føroyskt fullveldi longu nú, áðrenn Føroya fólk er [...] Flokkurin sigur, at tað er eitt verk fyri hesi og ikki fyri advokatar at útgreina, hvat vit vilja leggja sum samfelagsins grundleggjandi virði, og leggur afturat, at hesi 25-30 fólkini tilsamans, sum høvdu komið [...] Flokkurin ynskir at nevndin, umframt at smíða eina grundlóg, eisini skal kanna, hvørjir møguleikar eru fyri sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Hetta sigur flokkurin í álitinum frá rættarnevndini, til uppskot
burtur ? fordampað ? av rationaliserings- og sparingarorsøkum. Um sparingarnar er at siga, at tær eru ringar at fáa eygað á, tí Henning fær fulla løn fyri einki at gera í fleiri ár, umframt hvat ein møgulig [...] ri av godfather-farvibíløtum og dugir at strúka einum ávísum riddara við hárinum (!). Og tá ið so fólk um dagarnar ringja úr hinum norðurlondunum og spyrja um tað er satt, tað tey frætta um herferðina [...] Henningi, sum tey kenna og virða, tá kennist skommin sum búldur oman á sár! Mong sjálvsstýrissinnað fólk hava nú um dagarnar steðgað mær á og sagt: er hetta tað, sum vit kunnu vænta okkum í einum komandi
og tey seinastu um eitt ár. Øll húsini í fyrsta byggistigi og tvey í næsta eru longu seld. Húsini, sum eru í tveimum hæddum, eru sokallað lyklaklár, einans gólválegging og máling vantar umframt hvítvørur [...] ið er á marknaðinum. Vit spara eisini fólk fyri byggirentur, tey gjalda ikki fyrr enn tey flyta inn. Orsøkin til at vit ikki krevja depositum er, at tað bindur fólk meiri enn heppið er. Hava tey av eini [...] keypinum kunnu tey tað. Tað einasta vit krevja er, at fólk hava útvegað fígging, tá ið tey tekna seg fyri einum húsi, sigur Høgni Mikkelsen. Tað eru serliga ungfólk við børnum, ið teljast millum keypararnar
Allir gjørdu sítt Um fólk høvdu ringar vónir til dystin móti Moldova, segði eingin tey ring fyri tað. Dysturin móti Kypros hevði ikki givið veruliga orsøk til bjartskygni, og hóast fólk ikki vistu tað stóra [...] hann kundi halda teimum úti. Hinvegin fingu spælarar sum Regin Petersen og og Halgir Dal Olesen, ið eru millum álitini á 1. deildarliðunum hjá ávikavist Kyndli og H71, ikki so nógv burturúr, sum ein kundi [...] í rætta endanum. Tí var støðan, tá tíggju minuttir vóru farnir, einans 2-0 til Kypros. Fleiri mál eru komin í onkrum fótbóltsdysti fyrstu tíggju minuttirnar, men tað vóru verjurnar og ikki minst málmenninir
størri týdningi enn orðaskiftini um samband, samveldi og fullveldi. Men tað er greitt, at hesi viðurskiftini eru nær tengd at hvørjum øðrum. Tað ber ikki til at viðgera tey heilt isolerað, og tí er orðaskiftið [...] við Norðurlond, við ES, við næstu grannar okkara og við umheimin annars? Sohvørt vit menna land og fólk okkara til at gerast meira sjálvstøðug og at kunna standa á egnum beinum, mugu vit eisini byggja brýr [...] er ikki sagt í niðursetandi týdningi, men tað er meira ein staðfesting av, at føroyskir politikarar eru vanir við at viðgera heimlig viðurskifti. Lat okkum so bara vóna, at hetta orðaskiftið kann vera eitt
Saltangará. Í taskuni vóru m.a. kredittkort og eitt sindur av peningi. Løgreglan heldur seg vita, hvør framdi brotsgerðina. Innbrot á apotekið Náttina til sunnudagin varð framt innbrot á apotekið í Runavík [...] í Klaksvík: Innbrot í grillbarr Løgreglan í Klaksvík hevur havt eitt friðarligt vikuskifti. Hend eru trý smá ferðsluóhapp og onkur fullur er koyrdur til hús. Sunnunáttina fekk løgreglan í Klaksvík tó [...] sakir frá tryggingini, um nummarspjøldur, ið skulu klippast av bilum. Løgregustøðin á Tvøroyri: Nógv fólk í býnum men einki at gera Løgreglustøðin á Tvøroyri upplýsir, at ein rúgva av fóliki var í býnum
frípláss á stovni. Hon veit um fólk, sum hevur fingið fleiri túsund krónur frá Almannastovuni at keypa klæðir fyri, o.s.fr.. Hon veit um hjún, sum hava forsyrgjaraábyrgd fyri hvør øðrum, men at ógift ikki hava [...] umhugsar at seta fyrispurning til landsstýrismannin í almanna og heilsumálum, men av tí at tær báðar eru í samgongu, veit hon ikki um tað ber til. Eisini skal slíkur spurningur vera so breiður g væl grundaður
okkara part er einans av handilsligum orsøkum, sigur Aksel. - Á føroyskum havleiðum eru nógv eysturlensk skip, sum ikki enn eru so framkomin, og tí fara vit at hava skipanina opna fyri at varðveita samskifti [...] kalliskipan. Skipanin kann antin senda yvir satelit, ella yvir VHF ella Myllumbylgju. Ein fyrimunur við hesi skipan er at um tað ikki eydnast at fáa beinleiðis samband við skipið, so sendir GMDSS-urin eina [...] stórur partur av samskiftinum, sum fyrr gekk um Telegrafstøðina, nú gongur um fartelefon ístaðin. Fólk vilja heldur ringja beinleiðis, enn at ringja til okkara, og tað mugu vit góðtaka, sigur Aksel Haraldsen