Tá tingið viðgjørdi grundlógaruppskotið seinasta fríggjadag, kom eitt orðaskifti um Almannastovuna.
Rúna Sivertsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevði hvassorðað innlegg um starvsfólkini á Almannastovuni, skipanina og hvat peningurin verður nýttur til.
Hon hevði eisini at upplatingartíðunum, og upplýsti, at stovnurin bert var opin í átta tímar um vikuna. Hon setti spurnartekin við, hvat øll starvsfólkini á stovninum gera.
Rúna Sivertsen helt fyri, at hvørt mansbarn í Føroyum visti at nógvur peningur fór til tey, sum ikki høvdu tørv, meðan hini, sum hava tørv, ikki altíð fáa tað.
Sunnudagin var samrøða við Rúnu Sivetsen í útvarpinum, har hon endurtók tað, sum varð sagt á røðrarapallinum í tinginum. Kortini dróg hon eitt sindur innaftur,uttan tó rættiliga at svara spurninginum um skjalprógvan fyri sínum pástandum.
Sosialurin bað eisini Rúnu Sivertsen skjalprógva sínar upplýsingar um Almannastovuna og hvussu skipanin virkar.
Hon vísir á dømi, har ógift búgva saman, og vinna nógva pening, men at barnið kortini hevur frípláss á stovni.
Hon veit um fólk, sum hevur fingið fleiri túsund krónur frá Almannastovuni at keypa klæðir fyri, o.s.fr..
Hon veit um hjún, sum hava forsyrgjaraábyrgd fyri hvør øðrum, men at ógift ikki hava tað, og tí duga at brúka lógina til egnan fyrimun.
Tað var í sambandi viðgerðina av grundlógaruppskotinum, at orðaskiftið um Almannstovuna tók seg upp.
? Tað var ikki við beráddum huga at eg tók Almannastovuna fram, tí eg visti ikki at hetta varð útvarpað.
? Kortini angri eg einki. Eg meinti tað so inniliga,og eri bert fegin um at tað kom fram, sigur Rúna Sivertsen, sum nú umhugsar at seta fyrispurning til landsstýrismannin í almanna og heilsumálum, men av tí at tær báðar eru í samgongu, veit hon ikki um tað ber til. Eisini skal slíkur spurningur vera so breiður g væl grundaður sum til ber. Almannalóggávan er umfevnandi og torført málsøki, og tað sigur Rúna Sivertsen seg ikki hava so væl skil fyri.
? Hvat ætlar tú at gera við málið, nú tú hevur reist tað?
Eg haldi at vit skulu fáa starvsfólkið á Almannastovuni við í umhugsanini, tí politikarar kunnu ikki hava møguleika at fáa innlit frá degi til dags. Eg ákæri ikki fólkini á Almannastovuni fyri einki at gera, men vilja vit broyta skipanina, mugu øll hjálpa til, sigur Rúna Sivertsen.