Tað er meira sjáldan, at tað verður skipað fyri samkomum tá ein skipan verður niðurløgd, men tað kemur fyri av og á. Ikki misnt á miðjari nátt er tað óvanligt.
Sunnukvøldið á midnátt skipaði Tænastumiðstøðin, sum tað nú eitur, fyri samkomu í sambandi við, at støðin ikki longur hevur skyldu til at lurta á Neyð og Trygdartænastuni á morsifrekvensinum, 500 kHz, kalla teir tað.
Og í tí sambandinum vóru eini 40 fyrrverandi og núverandi starvsfólk og heilsaðu uppá á Tænastumiðstøðini. Nógv teirra gamlir telegrafistar og teknikarar, sum hava brúkt morsing, sum eitt "arbeiðstól", sum nú ikki er fyri neyðini longur, nú tøknifrøðiliga menningin ikki kennir afturhald.
Tað er nú ikki nakað føroyskt fyribrigdi, at morsingin skal niðurleggjast, sum samskiftisamboð - heldur tvørturímóti. Krøvini koma frá IMO, sum stendur fyri International Maritime Organisation.
Felagsskapurin sigur, at í seinasta lagið 1 februar ár 2005, skulu øll skip nýta sokallaðu GMDSS-skipanina, sum er ein digital kalliskipan. Skipanin kann antin senda yvir satelit, ella yvir VHF ella Myllumbylgju. Ein fyrimunur við hesi skipan er at um tað ikki eydnast at fáa beinleiðis samband við skipið, so sendir GMDSS-urin eina Intentifikatión og eina positión, sum tryggjar at hjálp kann sendast til rætta stað, hóast ein ikki hevur munnligt samband við skipið.
Niðurleggja ikki morsibylgjuna kortini.
Men fyri tað at Tænastumiðstøðin í framtíðini ikki hevur skyldu til at lurta á morsifrekvensinum, so verður tann skipanin ikki niðurløgd fyri tað.
Aksel Haraldsen, deildarleiðari á Tænastumiðstøðini hjá Føroya Tele sigur í eini viðmerking, at føroyingar, saman við finnum, svium og norðmonnum hava avgjørt at halda skipanina opna.
- Fyri okkara part er einans av handilsligum orsøkum, sigur Aksel.
- Á føroyskum havleiðum eru nógv eysturlensk skip, sum ikki enn eru so framkomin, og tí fara vit at hava skipanina opna fyri at varðveita samskifti við teir tann vegin eina tíð afturat. Vit vænta at longu í ár fer samskifti at minka nógv tí øll skip skulu undir SOLAS (Altjóða samtykt um trygd hjá skipum) skulu hava nýggja samskiftisútgerð umborð nú.
Fartelefonin tók nógv
Annars er aktiviteturin á Telegrafstøðini nógv minkaður seinastu árini.
- Tøkniliga menningin hevur havt tað við sær, at ein stórur partur av samskiftinum, sum fyrr gekk um Telegrafstøðina, nú gongur um fartelefon ístaðin. Fólk vilja heldur ringja beinleiðis, enn at ringja til okkara, og tað mugu vit góðtaka, sigur Aksel Haraldsen
Hann sigur, at meginparturin av arbeiðinum hjá telegrafistunum fer til at lurta á neyðfrekvensum, lesa veðurtíðindini, samskifti við skip á ytri farleiðunum og til at samskifta við útlendsk skip.
Men tað merkir sambært hann ikki, at telegrafistarnir gerast arbeiðsleysir av teirri orsøk.
- Nei, tí hóast parturin hjá Tórshavn Radio minkar, so er aktiviteturin í húsinum stórur og vit hava brúk fyri teirra arbeiðsmegi á øðrum økjum, sigur Aksel Haraldsen, sum leggur afturat at eingin verður uppsagdur av umskipanini.
Føroya Tele hevur framt nakrar bygnaðarbroytingar, sum millum annað hava ført við sær at øll samdøgurtæansta er løgd í eina deild. Við hesum er Telegrafstøðin og Sertænasturnar (t.d. nummarkall) lagt saman í Tænastumiðstøðina.
Í tryggum hondum
So ongum nýtist ganga ótryggur fyri tað at morsingin ikki longur verður brúkt í samskiftinum við skipini, hóast onkur av teimum "gomlu" telegrafistunum uttan iva varð noyddur at turka eitt tár úr eygnakrókunum sunnukvøldið, tá morsilykilin var innilæstur í altjóða høpi.