Landinum og fólkinum at frama, endaði Løgmaður. Høgni Hoydal, formaður í Tjóveldi, legði í sínari framløgu dent á víðskygni og - bæði í mentamálum og vinnumálum. Hann segði eisini, at samgongan hevði bundið [...] samstarva um tjóðarsemjur um vinnupolitik og umhvørvismál. Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, segði, at hetta var ein stórur dagur fyri Miðflokkin og eitt hæddarpunkt fyri tí jaligu gongd, sum flokkurin [...] Í stillu skýmingini í kvøld skipar nýggja samgongan fyri tíðindafundi um samgonguskjal og málsbýti. Skalið er at finna á heimasíðu Javnaðarfloksins www.j.fo 14 síður langa samgonguskjalið líkist øðrum
Kristian í Árnafirði, sum húsið var kallað, hóast tað einki hevði við Árnafjørð at gera. Tey búðu í Bøgøtu. Hans Petur var 14 ára gamal, tá ið hann fór í læru hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni. Í 1991 flutti [...] ikki bert galdandi fyri teir gomlu í garði. Fríggjadagin var móttøka í handlinum hjá Valdemar Lützen á Skálatrø í samband við, at Hans Petur Joensen hevði verið í starvi í 40 ár. Hans Petur er sonur Mariu [...] Valdemar eins og pápabeiggin, abbin og oldurabbin! Hans Petur hevur onnur áhugamál. Hann er ein sál í Havnar Róðrarfelag. Hann hevur verið virkin innan virksemið hjá ÍSF, og hann er eisini við í vælgerð
greitt sína skyldu í so máta. Týdningarmesta stigið í so máta var helst, tá Kyndil í fjórðingsfinaluni basti Neistakvinnum. Ein dystur, sum bæði undirstrikaði, at sigurin í landskappingini í desember mánaði [...] eisini ein sigur, sum undirstrikaði støðugu framgongdina, sum Kyndilskvinnur hava havt í vetur. Ein framgongd, sum eisini hevur havt við sær, at tað er at kalla sum dagur og nátt, um avrikini í dag og [...] jaranum í 3-2 kanska ikki heilt av leið. Tá segði Henrik Gerster nevnliga, at tað var púrasta rættvíst, at Kyndil er mótstøðuliðið í finaluni. Hetta tí Kyndil í løtuni hevur næst besta liðið í landinum
hvussu stór íløgan í nýggja antennuskipan vildi verið, sigur hann. Teknikarar hjá Føroya Tele leitaðu í alt gjárkvøldið eftir brekinum, og í dag verður arbeitt við at fáa hetta í rættlag. Jógvan Jespersen [...] Jespersen upplýsir, at starvsfólkini í Sjónvarpinum arbeiða sum vant í dag, og at rokna verður við, at Dagur og Vika aftur verður at síggja á skíggjanum í dag. [...] tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn hetta kundi henda. Tíbetur var tað ikki sjálvur sendarin, sum fór, men hetta er ein støða, sum vit hava ávarað ímóti, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum
føroyingar í stórum tali fara til Grønlands at rógva út frá landi var í 1939. Nú varð loyvi fingið umframt í Føroyinghavnini eisini at rógva út í Ravnsoynni og Tovqussak. Í samráðingum, sum høvdu verið í Key [...] út frá landi í Grønlandi í 1949, og í 1950 var byrjað í Føroyingahavnini. Tann fyrsti samskipaði útróðurin aðrastaðni var aftur i Ravns Stóroy og Tovqussak í 1952. Útróðurin helt á fram í 60-ini ella kanska [...] Hans Paula Hansen úr Funningsfirði, sum var ein kelda hjá Niels Juel. Hann fór fyri borð í einum broti. Eina ferð kemur ein endi í hendurnar á honum. Hann hálaði í hann men fekk tað ikki at standa á. So tók
sigur Karit. Ein annar egnari er nú komin í skúrin at egna, og hann er púra samdur við honum í hesum: - Sum tú tó kanst siga tað! Ójøvn stødd Fyrrapartin í gjár var Karit tíðliga á fótum eins og hann er [...] morgun vóru teir afturkomnir við 5000 pundum. Av sonnum ein góður dagur hjá útróðrarmonnum – og egnarum! Gággan er best Í hesum døgum er streymurin í batningi. Hann var uppá tað harðasta um vikuskiftið, men [...] døgurðaborðini og eta. Ein maður rokast umborð á strandfaraskipinum Másanum, men annars er eingin sál at hóma. Her átti at verið nógv lív, tí nógvir bátar liggja her og streymurin í batningi. Í einum vindeyga
fundi í november mánaði í fjør, har skúlaleiðararnir og limir í skúlastýrinum eisini vóru við. Á fundinum vóru viðurskiftini í teimum smærru skúlunum í kommununi umrødd, og tosað varð um, hvussu ein ber [...] seg við í skúlanum. - Hinvegin, tann dagin man tekur avgerð um at niðurleggja ein skúla, so má ein hugsa seg sera sera væl um. - Hevur ein fyrst latið ein bygdarskúla aftur, verður seinur dagur áðrenn hann [...] ávísa afturgongd, millum annað í fólkatali og í næmingum í lítla og hugnaliga bygdarskúlanum. Fyri trimum árum síðani vóru 25 næmingar í skúlanum. Í ár eru tey 19 og gongst sum mett, verða tey einans 15 komandi
og tænastan í samkomuni«. Sjómanskvinnuringurin í Havn Vit koma saman á hotel Tórshavn mánadagin kl. 19.30. Katólska Kirkjan Fríggjadag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag [...] Vælkomin til missiónsviku í Gøtu í døgunum 5.-10. februar 2008 Møtini verða í kirkjukjallaranum. Skrá fyri møtunum: Fríggjakvøldið kl. 20 Knút Larsen talar. Manskórið úr Thabor í Fuglafiðri syngur Leygarkvøldið [...] til, formannin:?Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið
Tey fýra mansliðini skulu øll í dystin um vikuskiftið. Mjølnir, sum liggur væl fyri, skal í Havn spæla móti Fleyr leygardagin, og tað er ein dystur, sum Mjølnir skal vinna, um teir vilja liggja við heilt [...] puss, og tað ætla teir ivaleyst eisini í dystinum móti Mjølni. Sunnudagin verður so oddabrak á Kambsdali, tá SÍ vitjar hjá ÍF. Hevur Mjølnir tá vunnið sín dyst í Havn, so bendir alt á, at teir skulu kappast [...] FM-heitið við vinnaran av dystinum á Kambsdali. SÍ í síðulinjuni Hjá kvinnum verður oddaliðið bókstaviliga á síðulinjuni um vikuskiftið. SÍ er nevnliga dómari í øllum teimum trimum dystunum, sum verða spældir
nevnt aðrastaðni á síðuni er fólkatalið í Árnafirði lækkað munandi tey seinnu árini. Tað eru tó kortini tey, sum velja at byggja í bygdini. Í løtuni eru eini sethús í gerð, og óhugsandi er ikki at farið verður [...] gera alt fyri at steðga teirri gongdini, sum verið hevur í fólkatalinum tey seinastu árini. Fyri 20 árum síðani búðu 75 fólk í bygdini, men í januar í fjør var talið komið niður á 53. Og seinastu hagtølini [...] snotuliga Kappróðrarneystinum í bygdini, og arbeiðir eins íðin við at fáa eitt bygdarhús til vega, soleiðis at trivnaður kann verða í heimbygdini. Samstundis er ein vitandi um ætlanirnar at fremja verkætlanina