Hans Petur 40 ár á sama arbeiðsplássi

Valdemar Lützen er ein fyritøka, sum er kend fyri at hava arbeiðsfólk, sum støðast væl. Tá ið fyritøkan í 2004 gjørdist 100 ár var tann tá meira enn 90 ára gamli Johan á Lava til staðar. Hann hevði arbeitt her í meira enn 50 ár. Tað sama gjørdi pápi hansara og pápabeiggi hansara. Tað eru nógv onnur dømi um trúfesti í hesi fyritøku.

Men hetta er ikki bert galdandi fyri teir gomlu í garði. Fríggjadagin var móttøka í handlinum hjá Valdemar Lützen á Skálatrø í samband við, at Hans Petur Joensen hevði verið í starvi í 40 ár.

Hans Petur er sonur Mariu, ættað av Tvøroyri, og Kristian í Árnafirði, sum húsið var kallað, hóast tað einki hevði við Árnafjørð at gera. Tey búðu í Bøgøtu.

Hans Petur var 14 ára gamal, tá ið hann fór í læru hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni. Í 1991 flutti hann yvir í deildina á Skálatrø. Eitt skeið var hann í Danmark sum part av útbúgvingini.

Tað ummæli, sum Hans Petur fær, er, at hann er eitt framúr álitisfólk. Hetta merkist eisini á ta góðu fólkaskepnu, hann hevur. Tað eru nógvir kundar, sum bert vilja verða avgreiddir av Hans Petur. Er hann ikki at hitta, koma teir heldur aftur. Ein søga er um ein sera brasnan kunda, sum eina ferð vildu seta høvd uppá Hans Petur. Men Hans Petur læt sær ikki siga. Hesin kundi gjørdist ein av teimum, sum seinni bert vildi avgreiðast av Hans Petur!

Har er heldur ikki heilt lítið at halda skil á. Ein slíkur handil hevur um 20.000 ymsar vørur. Her hevur Hans Petur nógv av árunum eisini staðið fyri innkeypinum.

Hann er stak fittur í hondunum, og er tað nakað sum krevur hegni, sum til dømis at fáast við lás, so er tað Hans Petur, sum boð verður sent eftir.


Hans Petur er enntá blivin gubbi til son stjóran, Høgna. Og hvussu eitur gudsonurin: Jú, Valdemar eins og pápabeiggin, abbin og oldurabbin!

Hans Petur hevur onnur áhugamál. Hann er ein sál í Havnar Róðrarfelag. Hann hevur verið virkin innan virksemið hjá ÍSF, og hann er eisini við í vælgerðarfelagsskapinum Kiwanis.

Hann er eisini áhugaður í ættargransking, og her hevur hann eisini fingið nakað burturúr. Hann eigur eingi systkinabørn. Hetta er sum rímiligt ein saknur, men tá ið hann fór í holt við ættargransking fann hann fram til, at hann eigur ein hóp av trímenningum!

Hans Petur livir saman við Onnu av Torkilsheyggi. Hann eigur fýra børn, og hann hevur verið sum ein pápi fyri ein systirson.

Hans Petur er sum tað skilst ein framúr álitismaður. Hann ger kanska ikki so nógv um seg. Men hansara medferð skapar álit. Tað eru slíkir sum byggja land!

Tillukku Hans Petur!


ó.