Kyndilsmessu samgonguskjalið lagt fram

Í stillu skýmingini í kvøld skipar nýggja samgongan fyri tíðindafundi um samgonguskjal og málsbýti. Skalið er at finna á heimasíðu Javnaðarfloksins www.j.fo 14 síður langa samgonguskjalið líkist øðrum samgonguskjølum, sigur Jóannes Eidesgaard, men sosiala økið fyllir rættiliga nógv.

Flokkaranir eru allir vinstrsinnaðir flokkar, og tí kann tað neyvan undrað, at sosialu økini viga tungt.

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at fremja nakrar yvirtøkur, og ríkisstuðulin skal skerast fyri at økja føroyska sjálvbjargni.

Tað verða átta ráð, sum skulu stýra landinum, Løgmálaráð, uttanríkisráð, fiski- og tilfeingisráð, mentamálaráð, vinnumálaráð, almanna- og heilsumálaráð, fíggjarmálaráð og innlendismálaráð.

Løgmálaráðið skal sambært Løgmanni í størri mun taka sær av lógararbeiðnum hjá tí samlaða landsstýrinum.

Jóannes Eidesgaard endaði sína framløgu við einari eggjan til breitt samstarv, soleiðis at smala 17 manna samgongan ikki bara virkaði einsamøll

Landinum og fólkinum at frama, endaði Løgmaður.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóveldi, legði í sínari framløgu dent á víðskygni og - bæði í mentamálum og vinnumálum. Hann segði eisini, at samgongan hevði bundið seg til varnan og skynsaman búskaparpolitik.

Hann vónaði eisini, at løgtingið kundi samstarva um tjóðarsemjur um vinnupolitik og umhvørvismál.

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, segði, at hetta var ein stórur dagur fyri Miðflokkin og eitt hæddarpunkt fyri tí jaligu gongd, sum flokkurin hevði havt sína stovnan.

Hon vónaði, at samgonguskjalið kundi vera grundarlag fyri einum betri og tryggari samfelag.