Sjónvarp
Mest sum í somu løtu, sum Jógvan á Lakjuni varð loystur úr starvi sum landsstýrismaður í mentamálum, fór sjónvarpssignalið til teir hyggjarar, sum ikki móttóku signal umvegis Televarpið ella frá sendaranum í Vørsluni.
Kanska var tað lagnunnar speisemi, tí tað hevur ikki skortað upp á áheitanir frá Kringvarpinum til Mentamálaráðið um at fáa játtan til eina endurnýggjan av sendinetinum.
- Vit hava fleiri ferðir sagt frá, at tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn hetta kundi henda. Tíbetur var tað ikki sjálvur sendarin, sum fór, men hetta er ein støða, sum vit hava ávarað ímóti, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum.
- Tað er ein mest sum ólukkulig støða, um sendinetið soleiðis verður lagt lamið. Er talan um nýggjan sendara, so kann hesin ikki skiftast frá degi til dags. Og tá skipanin samstundis er soleiðis, at høvuðssendarin føðir alt sendinetið kring landið, gerst trupulleikin enn størri, sigur hann.
Hans Andor Johannesen, tekniskur leiðari hjá Kringvarpinum, sigur, at íløgan í nýggjan sendara verður mett til eina góða millión.
- Hesa ferð var talan tó um brek á antennuskipanini. Hon er eisini nógv slitin, so tað er eisini ein trupulleiki hjá okkum. Men eg dugi ikki at svara uppá, hvussu stór íløgan í nýggja antennuskipan vildi verið, sigur hann.
Teknikarar hjá Føroya Tele leitaðu í alt gjárkvøldið eftir brekinum, og í dag verður arbeitt við at fáa hetta í rættlag. Jógvan Jespersen upplýsir, at starvsfólkini í Sjónvarpinum arbeiða sum vant í dag, og at rokna verður við, at Dagur og Vika aftur verður at síggja á skíggjanum í dag.